fríggjadagur 19. juli 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. juli 2013 · Nr. 82
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hví eru tey arbeiðsleys? Hvar starvaðust tey, áðrenn tey komu upp í ALS skipanina? Og hvussu leingi hava tey verið í ALS? Hesir eru bert nakrir av spurningunum, ið verða viðgjørdir
og greinaðir í eini stórari kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri ALS, har hugt verður eftir viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum. Kanningin varð gjørd í fjør, tá heitt varð á
1500 fólk, sum hava verið inni í ALS skipanini styttri ella longri tíðarskeið síðani 2008 og fólk, sum framvegis eru í ALS skipanini, at svara spurningum. Beint undir helvtina, umleið 700
fólk svaraðu spurningunum, og sigast kann tí, at talan er um eina umfatandi og neyva kanning av viðurskiftunum hjá arbeiðsleysum í Føroyum. – Endamálið við kanningini er at fáa
eina betri fatan av viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum, soleiðis at vit á tann hátt eisini betri kunnu nøkta tørvin hjá teimum, sum eru í skipanini, sigur Magni á Deild
Olsen, stjóri í ALS. Mánadagin og mikudagin nomu vit við nøkur av viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum. Á hesi síðu fara vit eitt sindur meira í dýbdina av kanningini.
Heldur av landinum
enn til grannabygd
Arbeiðsleys í Føroyum:
Arbeiðsloysi Hóast tað er ein byrða hjá mongum at standa uttan arbeiði eru arbeiðleysir
føroyingar ikki til reiðar at ferðast ov langt til arbeiðis. Sum heild eru føroyingar lítið
flytførir. Hinvegin vilja vit heldur flyta av landinum, enn til aðra bygd ella bý
Rógvi Nybo
Tað kann verða trupult hjá
arbeiðsleysum at fáa ar
beiði. Tað kann eisini verða
trupult hjá arbeiðsgevarum
at fáa arbeiðsfólk. Og hóast
ein fullkomin fríur arbeiðs
marknaður átti at fingið hesi
bæði – arbeiðssøkjandi og
arbeiðsgevandi – at funnið
saman, er tað ikki altíð so.
Ein av orsøkunum til, at
tað kann verða trupult at fáa
arbeiðssøkjandi og arbeiðs
gevarar at finna saman, er
teinurin teirra millum.
Kanningin um tey ar
beiðsleysu í Føroyum, sum
Lóður hevur gjørt fyri ALS,
vísir at tey arbeiðsleysu í
Føroyum sum heilt eru lítið
flytfør (mobil). Hetta merkir
eisini, at arbeiðsmegin ikki er
serliga fús at gera ein stóran
innsats fyri at fáa fatur á
einum starvi.
Í kanningini, sum ALS
hevur fingið gjørt, vórðu tey
í arbeiðsleysu spurd ymsar
spurningar um, hvørt tey
eru til reiðar at gera nøkur
av hesum tingunum fyri at
fáa eitt starv. Millum hesar
spurningar snúðu nakrir seg
um flytførið hjá føroyingum.
Og her eru føroyingar sum
heild ikki serliga fús at gera
tann heilt stóra innsatsin, tó
at onkrir aldursbólkar eru
meira flytfør enn onnur.
Vilja ikki koyra
til arbeiðis
Eitt, sum er serliga eyðsýnt í
kanningini er, at tey arbeiðs
leysu í Føroyum yvirhøvur
illa vilja ferðast serliga langt
– pendla – til arbeiðis. Tað
er sjálvandi ymiskt, hvussu
svarini eru millum aldurs
bólkarnar, har tey yngstu
sum heild eru mest til reiðar
at ferðast langt, men merkis
vert er, at eingin av aldurs
bólkunum eru serliga fús at
ferðast meira enn ein tíma til
og frá arbeiði.
Ringast stendur til hjá
teimum omanfyri 60 ár, með
an tey í aldursbólkinum 30-
39 eru líka lítið fús at ferðast
meir enn ein tíma til og frá
arbeiði fyri at fáa eitt starv.
Á svarstiganum, sum gongur
frá 0 til 100, har 0 er í sera
lítlan mun og 100 er í sera
stóran mun (at tey eru til
reiðar at ferðast til arbeiðis),
er vísitalið ávikavist 20 og 22
hjá hesum aldursbólkunum.
Hægsta vísitalið er 47, sum
er hjá aldursbólkinum undir
19 ár. Hesi eru mest til reiðar
at pendla meir enn ein tíma
fyri at fáa eitt starv. Hetta
merkir samstundis, at eingin
av bólkunum er omanfyri
50, sum er miðjan, og at allir
bólkar tí eru neiligir fyri at
ferðast serliga leingi til ar
beiðis.
Samanbera vit við eitt nú
Danmark, er ikki óvanligt
ferðast upp í 1 til 2 tímar til
og frá arbeiðsplássinum – og
flytførið hjá donsku arbeiðs
megini er støðugt vaksandi,
vísa nýggjastu hagtølini frá
Danmarks Statistik.
Mynd 2 vísir, at í miðal
ferðast danir 19,8 kilometrar
til arbeiðsplássið – og tá
eru øll tey, ið búgva í Keyp
mannahavnarøkinum,
og
kunnu ganga ella súkkla til
arbeiðis, tald við.
Heldur av landinum
enn til aðra bygd
Eitt annað sera áhugavert
úrslit er, at tey arbeiðsleysu
í mongum førum eru í størri
mun til reiðar at flyta av
landinum, enn at flyta til
aðra bygd fyri at fáa starv.
Sum heild eru fólk ikki so
øgiliga fús at flyta, til tess at
fáa eitt starv, men skulu tey
flyta, benda tølini á, at tey
so heldur vilja flyta til út
landið.
Millum
aldursbólkarnir
eru stórir munir. Her eru
serliga tey yngru í størri
mun til reiðar at flyta til
aðra bygd ella annan bý fyri
at fáa starv, enn tey í eldra
endanum. Serliga, tá fólk eru
í aldursbólkinum yvir 60 ár,
eru fólk illa til reiðar at flyta
frá hús og heimi fyri at fáa
eitt starv. Hinvegin hava tey
yngru eitt leysari tilknýti til
teirra bústað, og eru tí meiri
fús at royna nýggjar leiðir.
Tá tað kemur til at flyta
til annað land, fyri at fáa eitt
starv, er yngsti bólkurin, tey
undir 19 ár, ikki serliga fús at
fara. Hinvegin eru serliga tey í
aldrinum 19-29 ár, sum er júst
tann bólkurin, har fólk koma
út á arbeiðsmarknaðin og
eru í besta barnførum aldri,
mest jalig fyri at flyta av
landinum. Vísitalið 42 merkir,
at hesin bólkur liggur beint
undir miðjuna á skalanum,
sum er 50.
Men eisini tey í aldurs
bólkunum 30-39 ár og 40-49
ár eru nógv meira fús at flyta
av landinum, enn at flyta til
aðra bygd ella bý, vísir kann
ingin hjá ALS.
Niðurstøðan av kanning
ini kann tískil verða, at før
oyingar sum heild eru lítið
flytifør. Skulu røturnar hin
vegin hálast upp og tey ar
beiðsleysu skulu flyta, fyri at
fáa starv, vilja heldur at flyta
av landinum enn til aðra
bygd ella bý í Føroyum.
rogvi@sosialurin.fo
Ár: - 19 19-29 30-39 40-49 50-59 60 +
At flyta til annan bý / aðra bygd
45
27
15
17
18
5
At flyta av landinum
17
42
30
32
24
10
Ferðast meir enn 1 tíma til og frá arb.
47
35
22
35
39
20
Hvat ein er til reiðar at gera fyri at fáa eitt starv, býtt á aldur?
(Skalain er 0 - 100, har 0 = í sera lítlan mun og 100 = Í sera stóran mun)
Arbeiðsleys í Føroyum eru lítið fús at pendla langar teinir, til tess at fáa eitt starv, vísir ein kanning, sum er gjørd fyri ALS
Savnsmynd