fríggjadagur 19. juli 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. juli 2013 · Nr. 82
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BankNordik:
Alment tunnilsfelag ber
lættliga Skálafjarðartunnil
Størsti peningastovnur í landinum hevur í fleiri ár víst áhuga fyri Skálafjarðartunnlinum. Tað verður eingin trupul
leiki at fáa bíliga fígging, um allir undirsjóvartunnlar verða lagdir í sama felag, ljóðar metingin úr BankNordik
Jón Brian Hvidtfeldt
Besti mátin at gera Skála
fjarðartunnilin er at leggja
allar
undirsjóvartunnlar
saman í eitt tunnilsfelag og
fíggja íløguna tann vegin.
Tað er greiða svarið úr
BankNordik í tunnilskjaki
num. Bankin hevur í trý ár
roknað upp á modellið við
Skálafjarðartunnlinum, og er
meira sannførdur í sínum
svari í dag enn nakrantíð.
– Í Vágatunnlinum og
Norðoyatunnlinum
hevur
landið tvey áhugaverd aktiv,
sum kunnu brúkast sum
grundarlag
undir
Skála
fjarðartunnlinum.
Bókaða
eginognin í Vágatunnlinum
og Norðoyatunnlinum er 400
milliónir krónur, og hesir
pengar eru eitt gott funda
ment undir víðari lántøku,
sigur Niels Juel Arge, leiðari
á Corporate Finans deildini í
BankNordik.
Niels Juel Arge vísir á, at
kostar Skálafjarðartunnilin
millum 1,1 og 1,2 milliard
krónur, so er solvensurin í
einum almennum tunnils
felag okkurt um ein triðing.
Og tað er eitt gott útgangs
støði fyri at fáa bílig lán.
– Ja, hevði landsstýrið til
dømis biðið okkum um at
útvega fíggingina til Skála
fjarðartunnilin eftir hesum
leistinum, so høvdu vit gjørt
tað. Tað hevði verið ein góð
sak at arbeitt við, sigur Niels
Juel Arge avgjørdur.
Talan er ikki um, at Bank
Nordik einsamallur skuldi
veitt fíggingina til Skála
fjarðartunnilin. Men bankin
bjóðar sær til at útvega fígg
ingina fyri landsstýrið gjøg
num sínar samstarvspartn
arar.
– Og tað kundu vit gjørt
til eina rentu, sum hevði ligið
um fimm prosent, sigur Niels
Juel Arge.
Leiðarin fyri Corporate
Finans deildina í BankNordik
sigur seg hava víst modellið
fyri samstarvsfelagar hjá
bankanum, og har hevur
áhugin verið stórur.
Útrokningarnar
Grundarlagið undir modelli
num hjá BankNordik er sum
nevnt, at landsstýrið skjýtir
tær 400 milliónirnar í egin
peningi frá Vágatunnlinum
og Norðoyartunnlinum inn í
nýggja tunnilsfelagið. Eisini
hevði bankin ynskt sær, at
tað almenna kom við 200
milliónum í nýggjum egin
peningi. Men tað er sambært
Niels Juel Arge ikki ein treyt.
Hinvegin má takast fyri
givið, at tað ikki verður
ókeypis at koyra undir Vest
mannasund og Leirvíksfjørð.
– Nei, avgerandi er at
tunnilsfelagið framhaldandi
fær inntøkur frá verandi
tunnlum. Men tað gongur
væl hjá báðum tunnlum, sum
í fleiri umførum hava lækkað
prísirnar. Í okkara modelli
hava vit roknað við, at
prísurin fyri at brúka ver
andi tunnlar kann setast
niður í helvt, sigur Niels Juel
Arge.
Eisini hevur BankNordik
sett prís á, hvat tað kosta at
koyra gjøgnum Skálafjarðar
tunnilin. Persónbilar koma
at gjalda 40 krónur hvønn
vegin millum Havnina og
Skálafjørðin og 15 krónur
hvønn vegin fyri at koyra
tvørtur um Skálafjørðin. Tá
verður
roknað
við
3600
persónbilum um samdøgrið
millum Havnina og Skála
fjørðin, umframt 1500 per
sónbilar um samdøgrið tvørt
ur um Skálafjørðin. Hartil
koma ávíkavist 500 og 200
størri bilar um samdøgrið.
Niels Juel Arge er full
greiður yvir, at spurningurin
um at koyra ókeypis gjøg
num Vágatunnilin og Norð
oyatunnilin er heitur pol
itiskt. Summi meta seg hava
fingið eitt lyfti um, at tað
skal vera ókeypis at brúka
tunnlarnar,
tá
teir
eru
goldnir.
– Ja, tað er kontroversielt,
tí tað merkir at tunnilsgjald
verður verandi í Vága- og
Norðoyatunnlinum. Men tað
er ein politiskur spurningur,
sum vit ikki ynskja at leggja
okkum út í. Vit siga bara, at
framhaldandi tunnilsgjald er
ein fortreyt fyri at gera
Skálafjarðartunnilin eftir tí
leisti, sum vit mæla til.
Hinvegin haldi eg ikki, at
man eigur at gloyma, at
verandi tunnlar eisini skulu
haldast við líka, og tað fer við
tíðini at kosta nógvar pengar.
Í okkara modelli eru allar
útreiðslur til viðlíkahald og
dagføring tiknar við, sigur
Niels Juel Arge.
Fyri deyvum oyrum
BankNordik
hevur
sum
nevnt arbeitt við hesum
modellinum síðani 2010, og
útrokningarnar eru dagførd
ar í fleiri umførum.
Í fjørsummar var Bank
Nordik á fundi við lands
stýrismannin í innlendis
málum, har útrokningarnar
vórðu lagdar á borðið. Men
einki kom burtur úr tí.
Kortini hevur BankNord
ik hildið fram við at rokna
uppá henda tunnilsleistin.
– Tað gera vit, tí á henda
hátt fær tú eitt sera sterkt
tunnilsfelag, ið bæði kann
gera Skálafjarðartunnilin og
halda allar tríggjar undir
sjóvartunnlar við líka. Ein
tílík íløga er áhugaverd fyri
peningastovnar og kanska
serliga eftirlønargrunnar. Og
her kundu eisini nógvir
føroyskir
pensjónspengar
sloppið til arbeiðis. Og fyri
okkum sum banki er eisini
talan um eina spennandi
uppgávu, sigur Niels Juel
Arge.
Veðhaldið
Samanborið
við
privatu
tunnilsloysnina, ið lands
stýrið arbeiðir við, er her
talan um eitt alment tunn
ilsfelag. Tí er spurningurin
um landskassaveðhald eisini
áhugaverdur. Sambært mod
ellinum hjá BankNordik er
gjaldførið hjá tunnilsfelag
num avgerandi fyri, í hvønn
mun neyðugt verður við
landskassaveðhaldi.
– Gjaldførið í felagnum er
sjálvandi avgerandi í somáta.
Men eg rokni tó ikki við, at
landskassaveðhald
verður
ein fortreyt fyri hesum mod
ellinum, sigur Niels Juel Arge
og leggur afturat:
– Upp ímóti hesum mugu
vit so seta, at landið eftir
hesum leisti varðveitir fult
ræði á samferðslukervinum,
sigur Niels Juel Arge.
Landssjúkrahúsið
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Medisinski depilin:
• Sjúkrarøktarfrøðingar til Barnadeildina
Umsóknarfreistin er 26. juli 2013 kl. 12.00
• 2 Introstørv
Umsóknarfreistin er 26. juli 2013 kl. 12.00
Skurðdepilin:
• 2 hjálparlæknar
Umsóknarfreistin er 1. august 2013
• 2 sjúkrarøktarfrøðingar til A2
Umsóknarfreistin er 5. august 2013 kl. 12.00
Psykiatriski depilin:
• Læknaskrivarar
Umsóknarfreistin er 7. august 2013 kl. 12.00
• Kliniskur sálarfrøðingur til B&U – ENDURLÝSING
Umsóknarfreistin er 15. august 2013 kl. 12.00
• Kliniskur sálarfrøðingur
Umsóknarfreistin er 16. august 2013 kl. 12.00
Umsókn við CV og prógvum skal sendast við
telduposti til: umsokn@ls.fo
Sí størri lýsing á www.ls.fo