Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juli 2013 · Nr. 82 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Føðingar 26. juni fingu Hannemia N. og Bogi Simonsen, Viðareiði, eina dóttur. Hon var 47 cm long og vigaði 2600 gr. 10. juli fekk Josva eina lítlasystur. Hon var 52 cm long og vigaði 3980 gr. Foreldrini eita Rasmus Konggaard og Rannvá Eysturberg Olsen , Hoyvík. 25. juni 2013 fingu Bjørg og Rasmus Rasmussen, Trongisvágur, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4070 gram. 10. juli fekk Páll ein lítlabeiggja. Hann var 54 cm langur og vigaði 3870 gr. Foreldur teirra eru Kristianna J. og Fríðrik Heinesen, Tórshavn. Hanna Hjelm fødd 12.12.1940 deyð 07.06.2013 In memoriam Góða Hanna! Nú ein tíð er fráliðin síðan tú fór hiðani frá okkum, sýn­ ist tað so tómligt og óveru­ ligt, at tú ikki ert her longur ímill­um okkum. Tú fylti so nógv og so visti tú so ómeta­ liga nógv at fortelja. Tað var líkasum, tá ið tú var í rætta ess­inum, at man kundi ímynda sær myndirnar av frá­sagnunum, tú segði frá mill­um ár og dag, sum var man í eini myndahøll og frá­ sagnirnar á filmi. So livandi vart tú, tá ið tú segði frá ymiskum frá lívi tínum. Ja, tú var bara so ótrúlig. Klók og vøkur dama vart tú eisini, Hanna, sum øll rundan um teg løgdu til merk­is, so hábærslig og altíð so væl­klødd. Og ikki minst til arbeiðis vart tú vællýdd av øll­um á arbeiðsplássinum, øll tey árini tú var virkin har. Tú var tann, ið visti alt, um man var í iva um eitthvørt. Takk skalt tú hava fyri tað! Tann seinasta tíðin var strævin hjá tær at koma ígjøgnum. Tú livdi ikki væl, men tú royndi álíkavæl, tú læt ongantíð illa at, men tú segði, at tú visti, at tú fór skjótt foldum frá. Sum tú segði eitt kvøldið: Nú rokni eg við, at eg fari skjótt undir mold. Ja, so varð, tíverri, men vit kunnu einki gera við tað. Vit standa bara spyrjandi og spyrja hví, men vit skilja einki. Góða Hanna, takk fyri mangar góðar, hugnaligar løtur, vit fingu saman, mást tú hvíla í friði til vit einaferð síggjast aftur. vinfólk Rigsombudsmanden på Færøerne Broyttar avgreiðslutíðir í summar Frá 22. juli til 9. august eru avgreiðslutíðir okkara broyttar. Hetta tíðarskeiðið eru telefonin og móttøkan opnar frá kl. 10 til kl. 12. Mánadagin 12. august verður opið aftur sum vanligt. rigsombudsmanden på Færøerne Postboks 12 • Fo-110 tórshavn telefon: 201200 • Fax: 201220 www.rigsombudsmanden.fo K a p p r í ð i n g Kappríðing verður ólavsøkudag 29. juli kl. 14.00 í Marknagili Tilmelding seinast týsdagin 23. juli kl. 19.00 Ring: 210218 - 511618 - 219098 FØROYA RÍÐINGARFELAG