Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 82 · 19. juli 2013 2 VIKUSKIFTI Nógv hevur verið tosað um, at Føroyar í 2019 skulu hava oyggjaleikirnar. Tað ljóðar spennandi og mennandi fyri Føroyar at hava eitt so stórt tiltak, men skulu vit hava oyggjaleikirnar, so skulu vit eisini hava teir bestu oyggjaleikirnar nakrantíð! Í hesum døgum eru oyggjaleikirnir á Bermuda, sum ikki er størri enn Sandoyggin, men avlong, so tað er væl longri at koma úr einum enda í annan. Her eru fleiri tíggjutúsundtals ferðafólk, sum sóla og hugna sær á oynni, meðan eini 1.500 ítróttarfólk eru komin til sjálvar leikirnar. Men tað merkist næstan ikki, at leikirnir eru her, tí her er jú so nógv annað. Verða Oyggjaleikirnir í Føroyum í 2019, so fara sjálvandi øll í Føroyum at vita av tí, men eitt nú her á Bermuda halda samfelagið og gerandisdagurin fram, fyri tað um okkurt kanska ikki hepnast til fulnar. Verri verður í Føroyum, tí skuldi okkurt gingið galið, vildi tað verið næstan landaskomm. Tí er týdningarmikið, at vit brynja okkum til at hava bestu Oyggjaleikirnar nakrantíð, um vit skulu hava teir. Og tað er týdningarmikið, at alt fyrireikingararbeiði er í góðum hondum, og at ongin íðkari, hjálpari, liðleiðari ella áskoðari verður sleptur upp á fjall. Allir íðkarar skulu hava eina góða song og góðan mat. Á Bermuda hevur hesin parturin millum annað haltað hjá flogbóltsspælarunum, men tað má og skal ikki henda í Føroyum. Gamaní, kunnu vit húsa summum av gestunum í onkrum skúlum, men framvegis skulu sengur verða til øll. Alt skal samlast á einum stað, so tí eigur Havnin í eina viku at verða tillagað leikunum, og at bussar koyra til tey pláss, har kappast verður. Onki er so strævið fyri íðkarar, áskoðarar og fjølmiðlar, sum at sita í bussi í tímavís. Hesi fólkini koma ikki til Føroyar fyri at ferðast, tí tað kunnu tey sjálvi finna útav, tá tey hava frí. Skjótt, gott og álítandi internet er eitt ófrávíkiligt krav, so bæði fyriskiparar, íðkarar og miðlafólk fáa tann tørvin nøktaðan. Er hetta eitt krav í dag, verður tað ikki minni eitt krav í 2019. Fyri uttan veðrið, so kunnu vit í allar mátar yvirhála Bermuda, uttan at nakað nevnivert eigur at verða at fílast á. Vit hava møguleikan at hýsa øllum á einum stað, uttan at fólk skulu í eyst og vest, sum vit hava upplivað tað aðrastaðni og sum bara virkar tarnandi. Skulu vit hava oyggjaleikirnar, so skulu vit eisini hava teir bestu nakrantíð. Megna vit at savna leikirnar á einum stað, so fólk sleppa undan at ferðast so nógv, verða leikirnir í 2019 ein vinnari, ið ikki verður tikin. Oyggjaleikir – men ikki í eyst og vest Hvussu troyttur ert tú? Tórður Mikkelsen er altíð til reiðar mikrofonini. Helgi Winther Olsen var ikki meir enn komin á mál, so kom fitti og fryntligi maðurin við mikrofonini rennandi. Eru íðkarar troyttri undir vanligum umstøðum, so eru teir óvanliga troyttir í hitanum á Bermuda. Geisp! Ikki øll vóru eins áhugaði, tá setanin var. Hon hevur fyrr verið drúgv, men í ár var nú ikki so gali. Tey flestu hugnaðu sær og klappaðu, tá teir ymsu íðkarnir komu inn. Men tað var ikki nokk fyri henda lítla drongin, sum børn flest, so er hann ósmæðin at geva sína meining til kennar. – Eg tími ikki at bíða, kunnu leikirnir ikki bara byrja, tykist hann hugsa. Av av! Eitt er at renna 10.000 metrar í nógva hitanum á Bermuda. Eitt annað er at renna kapp í 10.000 metrar í hitnum á Bermuda. Men eitt heilt triðja er at renna 10.000 metrar í nógvum hita á Bermuda og hava eitt stórt sár undir fótinum og koma á mál sum nummar trý! Suni í øðini Tað var ikki at standa fyri, tá øði kom í flogbóltslandsliðið hjá monnum. Tað gekk illa við dømingini og tað sást aftur á vøllinum, tá føroysku spælararnir ikki kláraðu at hava tamarhald á sær sjálvum í øllum hitanum. Her er Suni Juul Pedersen so óður, at hann umframt at senda bóltin ígjøgnum gólvið hinum, eisini hálar alt netið sum tað er við sær. Millimetrar frá gullinum Øssur Debes Eiriksfoss var bara millimetrar frá at fáa gullið í hæddarlopi. Hann vann silvur og setti met við 2.01 metrum. Hann var í harðari kapping við lokalan íðkara, sum eisini kláraði 2.01, men tíverri fyri okkum upp á nærri royndir. Sum myndin vísir, so var hann bara millimetrar frá at klára 2.04. Tað verður næstu ferð! Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo