mánadagur 22. juli 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
mánadagsblaðið
Tað skuldi vera ein gleðisstund, tá
føroysku ítróttarfólkini komu aftur
av Bermuda í gjár. Síðstu vikuna
hava vit fylgt teimum í leikum,
hava rópt og fegnast um góðu úr
slitini og verið arg, tá tað kiksaði hjá
onkrum.
Tað bleiv samanumtikið til 10 gull,
12 silvur og 14 bronsuheiðursmerki.
Eitt samlað sjeyndapláss, ið vit her
heima nú skuldu gleðast um, sam
an við ítróttarfólkunum og ferða
liðnum av Bermuda. Tey vóru júst
lend í Vágum, á veg út í hvør sítt
herðashorn í landinum til móttøkur
og annars at gleðast saman við
sínum kæru.
Men syrgiliga vanlukkan Á Hálsi
í Sandavági fyrrapartin í gjár køvdi
gleðina. Tað, sum ikki má henda,
hendi kortini. Í slíkum støðum
er meiningsloysið størri enn vit
menniskju duga at skilja. Vit kunnu
ikki annað enn stuðla og styðja
okkum til næstakærleikan, ið leiðir
okkum menniskju gjøgnum svárar
stundir.
Tað var ein góður og vakur tanki,
tá Ítróttarsambandið og onnur tóku
stig til at savna fólk úti á Lands
sjúkrahúsinum seinnapartin í gjár.
Har vóru avvarandi, ítróttarfólk
og onnur, ið so ella so vóru merkt
av vanlukkuni. Í øllum meinings
loysinum kunnu slíkar løtur, ið
eisini eru at rokna sum eitt slag
av tilbúgving og fyrstuhjálp, vera
styrkjandi.
Í blaðnum í dag setir ÍSF-forsetin
nøkur orð á vanlukkuna. Á djúpu
kontrastina millum gleðisrómin í
føroyska ferðalagnum, sum lendi í
Vágum sunnumorgunin, og sorgina
í kjalarvørrinum á vanlukkuni.
Vikan á Bermuda var ein vika
við stórum upplivingum og góðum
úrslitum. Hóast sorgarleikin, so
hava vit her í blaðnum valt, eisini
at fortelja tær søgurnar, nú vit taka
saman um Oyggjaleikirnar 2013.
Oyggjaleikirnir á Bermuda fara
helst altíð at verða tvinnaðir sam
an við syrgiligu vanlukkuna. Tað
er eisini í lagi, tí á tann hátt livir
minnið um tey deyðu víðari, eisini
her.
Eisini hiðani leita tankarnir til
tykkum avvarðandi, ið sita eftir
Høgna, Vilhjálm og Hans. Má Harr
in styrkja tykkum í hesi sváru
stund.
Ferðsluvanlukkan setti
Oyggjaleikirnar í syrgiligt ljós
Fýra íslendingar eru nú á
veg tvørtur um Atlantshav
ímóti Føroyum í árabáti.
Talan er um fýra íslend
ingar, sum hava sett sær
fyri at rógva úr Noreg til
Íslands í ár, og næsta ár
taka teir tað tyngra takið
at rógva úr Íslandi til Kana
da.
Teir siga, at tilsamans
er talan um eina ferð 4.100
kilometrar, 1.600 kilometrar
úr Noreg til Íslands og
2.500 kilometrar úr Íslandi
til Kanada, umvegis Grøn
land
Álitið á ferðini, verður
serbygdi árabáturin, Auður,
har teir rógva tveir og tveir
alla tíðina.
Teir fóru úr Sirevåg í
Suðurnoreg mánadagin 10.
juni og og høvdu sjey dagar
tvørtur um Atlantshav, til
teir løgdu at landi í Kirkwall
á Orkneyoyggjum tann 17.
juni.
Ferðin
varð
strævin,
siga teir tríggir á heimsíðu
síni, tí tað var ringt veður
við nógvum vindi og stór
ari aldu, eitt skifti vóru
aldurnar heilt upp í 10
metrar stórar, og tískil
fingu teir eisini sjóverk.
Í Kirkwall hava teir
hvílt seg og bíðað eftir
betri veðri. Men teir máttu
brynja seg við toli, tí teir
máttu bíða ein heilan mán
að eftir veðri, men í gjára
morgunin løgdu teir frá
landi og settu kós ímóti
Føroyum.
Teir siga, at teir gleða
seg til at vitja frænda- og
grannatjóð Íslands og teir
vænta at leggja at landi í
Porkeri einaferð í vikuni,
alt eftir, hvussu líkindini
vera at rógva.
Auður á veg
til Føroya
Tá sorgin køvir gleðina
Hetta er eitt stórt framstig,
ikki bara fyri vesturøkið í
Føroyum, men fyri alt landið.
Tað staðfesta tey í Vága
Bjargingarfelag, nú tey eru
komin í Vágar við spildur
nýggja,
topp-modernaða
bjargingarbátinum
Sverra,
sum tey hava bygt í Cork í
Írlandi.
Talan er um ein 15 metra
langan bát, sum er útgjørdur
við allari teirri nýggjastu út
gerðini til leiting og bjarging.
Hann hevur tveir motorar á
600 hestar hvør, og tað gevur
honum eina ferð upp á 30
míl.
– Á ferðini heim høvdu vit
hann uppi á 32,7 míl, men tá
rak eitt sindur undan, siga
teir.
Veðrið var avbera gott, so
vit fingu ikki roynt hann av
álvara. Men hann vísti seg at
vera avbera góður í sjónum.
Og hólvist hann, kemur hann
aftur á rættkjøl av sær sjálv
um.
Hann stingur ikki meiri
enn ein góðan metur og er
serstakliga væl hóskandi
til leiting og bjarging inni
við land, men samstundis
er hann havgangandi, so er
brúk fyri honum til havs, er
hann eisini førur fyri tí.
Somuleiðis er hann út
gjørdur til sjúkraflutning.
Í Vága bjargingarfelag hava
tey eitt lið av 47 maskinmeist
arum og navigatørum, sum
hava átikið sær at ganga í
vaktum og soleiðis at tryggja,
at báturin altíð er siglingar
klárur eftir eini lítlari løtu.
Navnið
Sverri,
hevur
báturin fingið eftir einum
Sverra Nielsen, sum var
við til at stovna bæði Vága
Bjargingarfelag og Lands
felagið
fyri
bjargingarfe
løgini og sum var ein und
angongumaður í feløgunum.
Hann doyði brádliga í 1989,
bara 58 ára gamal og hann
er pápi Sofíu Jacobsen, sum
nú er forkvinna í Vága Bjarg
ingarfelag.
Báturin kostar sjey milli
ónir og hann er útgoldin,
nú hann liggur við bryggju í
Sørvági, við stuðuli úr Lands
felagnum, sum landið stuðlar,
og við pengum, tey annars
hava savnað saman.
Sverri stórt framstig
fyri allar Føroyar
Mugu
royna at
hava okkurt
føroyskt
Signa Joensen
Síða 26-29
Vil hava
vissu um
Fámara
Jógvan Skorheim
Baksíðan
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo