Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Tað, ið skuldi vera ein gleðis­ dagur við móttøkum og fagn­aði, endaði brádliga við syrgi­ligu ferðsluvanlukkuni, ið hendi, norðanfyri, Á Hálsi, í Sandavági í gjár. Van­ lukkan kravdi trý manna­lív. Í bilinum vóru Vil­hjálmur Gre­ gorius­sen og Høgni Carlsson, sum báðir vóru leiðarar hjá badmintonlandsliðnum á Bermuda. Triði maðurin var hýru­vognsførarin Hans Morten­sen, ið skuldi koyra teir heim til hús. Politiið fekk fráboðanina um ferðsluvanlukkuna klokk­an 11:25 fyrrapartin í gjár. Vanlukkan broytti alt, eisini fyri ferðalagið av Ber­ muda. – Ja, hýrurin var góður, tá vit lendu og fóru hvør til sítt. Har vóru fyrireikaðar mót­ tøku ymsastaðni, og sum heild vóru fólk sera glað fyri at vera komin heim. Tú kanst siga, at tað var ein gleðisrúsur yvir okkum øllum. Tí var tað fullkomuliga óveruligt, at ein slík vanlukka skuldi henda, sigur Petur Elias Petersen. Sjálvur var forsetin í Ítróttarsambandinum í ein­ um bili, ið koyrdi nakað framm­an fyri hýruvognin við Vil­hjálmi og Høgna í, og frætti hann tí ikki um vanlukkuna, fyrr enn nakað seinni. Onn­ur úr ferðalagnum vóru aft­an fyri, og vóru tí vitni til van­ lukk­una. Ítróttarsambandið tók stig til at savna fólk til eina løtu saman á Lands­sjúkra­ hús­inum seinnapartin í gjár. Prest­ur helt eina andakt, sálar­frøðingar vóru til staðar at veita sálarliga fyrstuhjálp, og eisini var løgreglan við fyri at greiða fólki frá, hvat tað var sum hendi Á Hálsi í Sandavági. Okkurt um 100 fólk, avvarðandi, ítróttarfólk og onnur, nýttu høvið at savn­ast eina løtu. – Skelkurin var stórur hjá okk­um øllum. Tí valdu vit at savna fólk fyri at tosa um støð­una, sigur Petur Elias Peter­sen. Saknurin Høgni Carlsson og Vilhjálmur Gregoriussen vóru báðir virk­nir innan badminton. Vil­hjálmur sum formaður í Badmintonsambandinum síðstu nógvu árini. Høgni sum leiðari og hjálparfólk. Á Bermuda vóru teir leiðarar hjá badmintonlandsliðnum, har døturnar hjá Høgna, Rann­vá og Brynhild, eisini vóru við. – Høgni og Vilhjálmur vóru alt tað, sum vit ynskja frá okkara ítróttarleiðarum. Teir vóru nærlagdir í síni tænastu fyri ítróttin, bæði her heima og tá okkara ítrótt­ arfólk kappast úti í heimi, sigur Petur Elias Petersen og heldur fram: – Hesa vikuna á Bermuda vóru teir alla tíðina í bad­ min­tonhøllini fyri at stuðla okkara spælarum, soleiðis at tey kundu nýta alla sína orku til kappingarnar. Teir syrgdu eisini fyri, at tey við áhuga fyri badminton kundu fylgja við á netinum, uttan mun til, hvar í heiminum tey vóru stadd. Í gjár fór Merkið á hálva stong í ÍSF-húsinum, og for­setin mátti bera altjóða Oyggja­leikanevndini tungu boðini um vanlukkuna. – Badmintonítróttin og før­oyska ítróttarrørslan sum heild hava mist tveir av sínum fremstu ítróttarleiðarum. Vit skylda teimum at halda fram við sama góða arbeiði, sum teir vóru so glaðir fyri, sigur Petur Elias Petersen. ÍSF-forsetin sendir somu­ leiðis eina heilsan til tey avvarandi hjá Høgna, Vil­ hjálmi og Hans. – Størsti missurin er hjá tykk­um, ið eftir sita. Í løtuni ráða sorgin og vónloysið. Vit ynskja tykkum Harrans styrk í hesum og komandi døgum, sigur Petur Elias Petersen. Gleðisrómurin endaði í djúpari sorg – Høgni og Vilhjálmur vóru alt tað, sum vit ynskja frá okkara ítróttarleiðarum. Missurin er sera stórur, sigur Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya, eftir syrgiligu ferðsluvanlukkuna í gjár. Kravdi trý mannalív Hýruvognurin var við at yvirhála, kom ov langt yvir í vinstru síðu, rendi á autoverjuna og slongdist niðan av vegnum Jón Brian Hvidtfeldt Sýnið var gott, hesa lagnu­ løtuna stutt eftir klokkan 11 sunnumorgunin. Hýru­ vogns­før­arin Hans Morten­ sen var á veg av flog­vøllinum til Havnar. Í bilinum vóru Vil­hjálmur Gregoriussen og Høgni Carlsson, báðir júst afturkomnir av Oyggja­leik­ unum í Bermuda. Ferðslan er rímiliga nógv. Norðanfyri, Á Hálsi í Sandavági, yvirhálar hýru­ vognurin. Men bilurin kemur ov langt yvir í vinstru síðu, júst har autoverjan byrjar, har verjan skákar upp úr vegnum. – Bilurin kemur upp á auto­verjuna og slongist nið­ an av vegnum, staðfestir Krist­ina Christiansen, vakt­ havandi hjá politinum. Alarmsentralurin fekk frá­boðanina klokkan 11:25 í gjár. Sjúkrabilar og løgregla fóru á vanlukkustaðið, um­ framt at boð vórðu send eftir klippiútgerð at fáa fólkini úr bilinum. Men alt til fánýtis. Tveir doyggja á staðnum, meðan triði persónurin í bilinum doyr á Landssjúkrahúsinum. Orsøkin Rímuliga nógv ferðsla var á strekkinum um tað mundið, tá vanlukkan hendi. Í gjár av­ hoyrdi politiið vitni, og í dag verða nøkur vitni avhoyrd afturat. Eisini verður líksýn ídag. – Endamálið er sjálvandi at fáa lýst, júst hvat hendi. Vit vita ikki, hvussu høg ferðin var. Men bilurin fór rættuliga illani, og tað kann benda á, at ferðin var høg, sigur Kristina Christiansen. Hýruvognurin, ein Ford Mondeo stationcar, verður nú kannaður á Akstovuni. Tær kanningar geva møguliga ábendingar um, hvør ferðin var. Tað var gott veður, hesa lagnuløtu Á Hálsi í Sandavági, fyrrapartin í gjár. Hýruvognurin, ein Ford Mondeo stationcar, verður nú kannaður á Akstovuni í Havn