Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 23 paradís sær oman á sandin hesa løtuna, og á pallinum var gott lív í, sum Teitur og Eivør syrgdu fyri. Ein fyri og annar eftir komu sangararnir inn og sungu fyri, meðan fjøldin treiv í tey kendu orðini. Øll fingu tey blómuprýði um hálsin, og eina konfekt eskju sum takk fyri ómakin. Abbi mín er gøtumaður At Nephew spælir á G! festivalinum er eftirhondini blivið siðvenja. Og tað er avgjørt ikki uttan orsøk, at teir so mangan hava verið millum høvuðsnøvnini á G!. Danskararnir í Nephew søgdu fyri nøkrum árum síðani við miðlarnar í Før­ oyum, at teir nýttu tíðina í Føroyum sum terapi, og at teir veruliga elskaðu at vera og spæla í Føroyum. Tað merkist! Teir vóru í topformi leygarkvøldið, og høvdu gjørt nógv burturúr hetta kvøldið. Eitt nú høvdu teir umskrivað ein av tekstunum til at snúgva seg um føroysk viðurskifti. Sandurin kókaði av álvara hesa løtuna, og Simon Kvamm og hinir í bólkinum spældi fleiri eyka­ løg, sum fjøldin tók væl ímóti. Og so í rættari G! siðvenju endaði forsangarin konsertina við teimum eyð­ kendu orðunum "Abbi mín er gøtumaður". Kringumstøðurnar vóru av tí besta Hvørt ár tykist tað sum, at fólkini handan G! finna uppá nýggjar hættir at økja um heildarupplivingina hjá gestunum. Í ár má sigast, at okkurt var til allar aldurs­ bólkar í Gøtu hesar dagarnar, og óansæð um tað var eitt vilt vikuskiftið ein leitaði eftir, ella ein hugnalig rólig løta við góðum tónleiki, so var tað møguligt í Gøtu í ár. Umframt teir vanligu pall­ arnar á spæliplássinum og á sandinum, var ein lítil pallur mitt í bygdini, sum bjóðaði friðarligan, hugna­ligan tón­ leik allar dagarnar. Haraftrat var eitt sokallað beduintjal sett upp í bygdini. Hetta var ein hugnaligur krókur, har ein sá út á fjørðin og yvir á pallin á sandinum, men kortini sat avsíðis frá fjøldini. Umframt hetta kann nevn­ ast, at fleiri básar vóru á økinum, sum tryggjaðu, at festivalgestirnir ongantíð manglaðu nakað. Eitt nú var heilsugóður matur at fáa, og føroyskir sniðgevar sýndu fram føroyskar vørur, so alt frá smúkkum til bundnar troyggjur vóru í bygdini hesar dagarnar. Veðrið og karmarnir Í 2002 varð fyrsti G! festi­val­ urin hildin, og hóast festi­ valurin hevur eina buldruta fortíð, so hevur hann verið hildin hvørt ár síðani. Tað merkir so eisini, at gøtufólk hava lagt 12 festivalar aftur­ um seg, og harvið fingið eina rúgvu av royndum í at fyriskipa ein slíkan festival. Umframt høvuðsfyri­skipar­ ar­nar eru eisini nógv ung, kreativ fólk tengd at festi­ valinum, og hetta sæst aftur í tilboðunum á festivalinum. Tað serstaka huglagið á G! er merkt av, at fólkini handan festivalin brenna fyri til­ takinum, og tey stremba eftir, at hvør smálutur skal vera so gjøgnumførdur sum gjørligt. Sigast má, at festi­ valurin í ár var ógvuliga væl fyriskipaður, og nógv tilboð vóru til gestirnar, sum gjørdu heildarupplivingina betur. Haraftrat var veðrið av tí allar besta, og fleiri for­ kunnug tónleikanøvn á skránni. Samanumtikið má sigast, at eydnan var við G! gestunum hetta vikuskiftið, og veðrið, tónleikurin og karmarnir í Gøtu syrgdu fyri, at hetta varð ein festivalur, sum seint verður gloymdur. Barbara@sosialurin.fo