leygardagur 1. mai 2004síða 28
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54
Nr. 83 - 1. mai 2004
Nr. 83 - 1. mai 2004
55
TILTØK
Gudstænastur
3. sunnudagur e. páskir
Vesturkirkjan: kl. 11, Jóannis
Fonsdal. Talvan gongur fyri
Bláa Kross
Christianskirkjan: kl. 11,
Hans Eiler Hammer
Haraldssund: kl. 11, Niels
Pauli Danielsen
Klaksvíkar Sjúkrahús: kl. 10,
Norðoya Røktarheim: kl.
14.30, Elsa Funding
Leirvík: kl. 11 familjuguds-
tænasta, offurdagur barnanna,
Hellurnar: kl. 17, Unis Næs
Havnar kirkja: kl. 11, Sverri
Steinhólm
Kaldbak: kl. 12, Sonja Klein
Hvannasund: kl. 12, altarg.,
Elsa Funding
Oyndarfjørður: kl. 12 John
Myllhamar
Tvøroyri: kl. 11, familju- og
barnagudstænasta, Jónsvein
Bech
Eiði: kl. 10.40 skriftamál, kl.
11 messa, Emil Olsen
Broytt kirkjutíð: Frá komandi
sunnudagi verður farið í
kirkju á Eiði og við Norðskála
kl. 11
Miðvágur: kl. 11, David
Johannesen
Haldarsvík: kl. 11,
Tjørnuvík: kl. 12, Marjun
Bæk
Kollafjørður: kl. 11, Mogens
T. Christensen.
Broytt kirkjutíð: Í Haldarsvík
verður nú farið í kirkju kl. 11
Sandur: kl. 12, Kristiliga
Sangkórið luttekur
Húsavík: kl. 16, sangguds-
tænasta við Kristiliga Sang-
kórinum, Jákup R. Hansen
Vestmanna: kl. 11, Inga
Poulsen Dam
Rituvík: kl. 11, altarg.,
Meinhard Bjartalíð
Vágur: kl. 11 – sjónvarpað,
Patrick de Neergaard
Sandvík: kl. 11,
Hvalba: kl. 12.30 Ólavur
Rasmussen
á Fløtum
Landavegur 98
Bíbliugransking við Pætur M.
Hansen verður mánakvøldið
kl. 20. Evnið: Galatiabrævið.
Øll eru vælkomin.
Kirkju- og missiónshúsið
á Argjum
Sunnukvøldið kl. 18 Møti við
luttøku av Andrass Arge og
Argjakórinum.
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30
Morgunmøti og samstundis
verður Barnaansing, kl. 11.30
Samvera við drekkamunni, kl.
12 Sunnudagsskúli og kl. 12
verður eisini Møti, har Símun
Absalonsen talar.
Lívdin
í Hoyvíkar skúla
Sunnumorgunin á familju-
møtinum kl. 10.30 talar Jens
Wang um evnið »Lamb
Guds« og á tilbiðjanarmøt-
inum talar Jógvan Zachariass-
en um »Nehemias: maðurin
við stórum visiónum«.
Barnaansing er fyri børn
undir skúlaaldur á báðum
møtunum. Sunnudagsskúli kl.
12. Drekkamunnur er millum
møtini.
Týskvøldið kl. 20 Samkomu-
fundur. www.livdin.fo
Meinigheitin í Hoyvík
uppi á Brekku 3
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Magnus Simonsen.
Mánakvøldið kl. 20.30 Bønar-
møti.
Mikumorgun kl. 7 Bønarmøti.
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Orðsins tænasta v/ kommuni-
ón í Kerit.
Leygardagin kl. 11.30 Messa í
Mariukirkjuni.
Sunnudagin kl. 11 Hámessa
v/ Andrej Wydrzynski, prestur
í Mariukirkjuni. Aftaná verður
kirkjukaffi. Sunnudagsskúli
kl. 14.
Ebenezer
Sunnudagin kl. 10 Breyð-
bróting, kl. 12 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Evangel. møti,
Ungdómskórið og barnakórini
luttaka. Øll eru vælkomin.
www.ebenezer.fo
Samkoman Rhema
Staravegur 5
Sunnudagin kl. 11 Familju-
møti. www.rhema.fo
Frelsunarherurin
Tórsgøta 19
Sunnudagin kl. 11 Møti, kl.
14 Sunnudagsskúli, kl. 17.30
Bøn, kl. 18 Møti. Feltsersjant-
arnir Irena og Eyðun tala og
leiða sunnudagsmøtinum. Øll
eru vælkomin.
Mánadagin kl. 17 og 19
Skótamøtir.
Meinigheitshúsið
Leygardagur kl. 16.30 Bønar-
løta – kvinnur.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Tom
Skaale, Manskórið syngur.
Tórshavnar
Hvítusunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00: Morg-
unmøti og kl. 18.00: Evangel-
iskt møti. Øll eru vælkomin.
Filadelfia Landavegur 22
Í dag kl. 17 Landsbøn.
Í morgin kl. 11 Morgunmøti
v/ Sam Jakobsen, kl. 11.50
ABC. »At verða leiddur av
Heilaga Andanum«. 1. partur
v/ Ólavur Jacobsen og Barna-
gudstænasta. Kl. 18 Evangel.
møti v/ Sonna Djurhuus.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
skúlin.
www.filadelfia.fo
Dunamis – bíbliuskúlin
Bíbliuskúladagur verður í
Filadelfia, Havn leygardagin
8. mai. Lærarar verða: Agnar
Wesli og Jan Erik Stenersen
úr Levende Ord í Bergen.
Byrjað verður kl. 9.30,
bíbliudagurin endar kl. 16.
Kostnaður kr. 100,- Goldið
verður á staðnum.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin 3. mai kl. 15 í
KFUK: Eldrasamkoman við
Palla Dalsgarð úr Skálavík.
Royndarhúsið í Nólsoy
Leygardagin kl. 14 barnamøti,
kl. 16 útimøti um viðrar, kl.
20 evangeliskt møti. Kaffi
aftaná.
Sunnudagin kl. 14 útimøti um
viðrar, kl. 15.30 evangeliskt
møti. Luttøka úr Skopun, og
Tórmund og fleiri.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin kl. 18 Evangel.
møti við dópi, v/ Jóhan
Hendrik Hansen. Øll eru
hjartaliga vælkomin í Saron.
Miðvágs Missiónshús
Sunnudagsskúli verður sunnu-
dagin kl. 14 og Møti kl. 18.
Hjartaliga vælkomin.
Zarepta
Familjulegan fyri brekað
verður 6.-9. mai. Tekning hjá
Onnu á Dul Mørkøre tlf.
315280, teldupost:
abmorkore@kallnet.fo
Missiónshúsið í Hvalvík
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Regin Høgnesen, trúb.
Týskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti.
Hósvík
Møti verður í Hósvíkar kirkju
sunnukvøldið 2. mai kl. 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið opið hús kl. 21
við Arna Abrahamsen.
Sunnudagin kl. 17 Møti við
Einar Joensen. Barnamøti kl.
17. Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagin kl. 13.30 sunnu-
dagsskúli og kl. 19 Møti við
Niels J. Nielsen trúb. Evnið:
Byggja brúgv. Innsamling til
húsið. Aftaná møti verður
drekka. Øll eru vælkomin.
Missións- og
ungdómshúsið á Glyvrum
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti, Símin
Joensen talar. Innsavnan til
húsið. Aftaná kaffi, te og
køkur. Øll eru hjartaliga
vælkomin. www.jesus.fo
Lívsins Orð, Saltangará
Sunnudagin kl. 17 Møti.
Mánakvøldið kl. 20 Ung-
dómsmøti.
Missiónshúsið í Gøtu
Sunnukvøldið kl. 18 Møti við
John Myllhamar.
Gøta
Ungdómsmøti verður í kirkju-
kjallaranum í kvøld kl. 20.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gøta
Tirsdag 4. mai kl. 20 Glyvra-
Hanusars húsi, bibeltime v/
Peter O. K. Olofson: 1 Thess
4, 1-12.
Thabor, Fuglafjørður
Ungdómsmøti verður leygar-
kvøldið kl. 21.
Sunnudagin verður sunnu-
dagsskúli á Kambsdali og í
Thabor kl. 13.30. Kl. 18
verður møti, har Thaborkórið
syngur. Ársgávan til Heima-
missiónina verður savnað inn.
Aftaná møti verður felags
nátturði.
Siloa, Fuglafirði
Á fundinum sunnukvøldið kl.
18 talar Poul Færø og
kvartettin í Betesda syngur.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tabor, Toftir
Ungdómsmøti verður í kvøld
kl. 20 v/ Hans Jákup Hansen
og fleiri av Argjum. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið í Leirvík
Sunnudagin kl. 18 Møti við
Tórhild Bjarkhamar.
Ungdómsmøti verður kl. 21
við Torleif Johannesen.
Getsemane, Klaksvík
Sunnudagin kl. 11 Møti. Tú
ert hjartaliga vælkomin.
KFUM og K, Klaksvík
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bønar-
løta, kl. 18 Konfirmanta-
veitsla, kl. 21 Ungdómsmøti.
Mánakvøldið 3. mai Sjómans-
kvinnuringurin. Øll eru hjar-
taliga vælkomin. www.kuff.fo
Soli Deo Gloria
Leygardagin kl. 14 Undir-
vísing í barnaarbeiði v/ Henny
Jakobsen.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti, Henny
Jakobsen talar.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bøn- og
lovsongsløta, kl. 18 Møti. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Betania, Skopun
Leygardagin kl. 11 møtast
smáir einglar, kl. 14 Sól-
strálan.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti, kl. 18 Evangel. møti.
Vælkomin í Betania.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Ungdómsmøti verður leygar-
kvøldið kl. 21. Øll eru hjar-
taliga vælkomin.
Vegna Barnagudstænastu
verður eingin sunnudagsskúli
sunnudagin. Sunnukvøldið kl.
18 Møti. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Betel, Vágur
Tórs-, fríggja- og leygar-
kvøldið kl. 20 Fundur við Z.
Zachariassen.
Sunnudagin kl. 11 Breyðbrót-
ing, kl. 13.30 Sunnudagsskúli,
kl. 19 Evangel. fundur við Z.
Zachariassen og sangkórið
luttekur.
Mánadagin kl. 20 Bønarfund-
ur.
Ónsdagin kl. 20 Uppbygging-
arfundur.
Missiónshúsið í Vági
Sunnudagin kl. 18 Møti. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Sion, Vágur
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti og kl. 18 Møti. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Mánakvøldið kl. 21 Bønar-
møti og bønartænasta á tlf.
373777. Tú ert vælkomin at
ringja um tær tørvar forbøn.
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygardagin 1. mai, Fuglafjørður tlf. 44 40 38
Sunnudagin 2. mai, Eiði tlf. 42 30 06
Norðoyggjar:
Læknavaktin tlf. 458888
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar
kl. 10-11. Tlf. 314544.
LÆKNAVAKTIR
»Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og
trúgvið á meg! Í faðirs míns húsi eru mangir
bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí
at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Jóh
14,1-2
Meðan Jesus gekk her á fold, gav hann av og á læru-
sveinum sínum nakrar ábendingar um, at hann ikki alt-
íð fór at vera teirra millum, men tað skiltu teir ikki.
Undir teirra seinastu máltíð saman, greiddi Jesus teim-
um frá øllum. Hann segði teimum, at hann skjótt fór at
fara frá teimum og doyggja.
Tá ið Jesus greiddi teimum frá, at hann fór at
doyggja, mundi hann óivað síggja óttan í andlitum
teirra, og tí troystar hann teir við orðunum: »Hjarta
tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á
meg!
– Tykkum er ikki fyri neyðini at óttast, sigur Jesus og
so leggur hann eina frágreiðing við.
– Tit skulu ikki óttast, men trúgva á Gud og trúgva á
meg.
Henda áminning um at trúgva, skal ikki skiljast sum
um teir ikki longu trúðu, men hetta er ein áminning um
heilt og fult at lata seg yvir í Harrans hond í áliti á
hann. Hann, sum hevði givið teimum frelsaran, skuldi
nokk lata allar lutir samvirka til tað besta fyri teir.
Fyri at troysta óttafullu hjørtu teirra peikar hann á
faðirhúsið við teimum mongu bústøðunum. Har er rúm
fyri øllum Jesu vinum.
– Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað, leggur
Jesus afturat.
Hetta er ein sera sterk váttan av tí livandi vónini, og
Jesus sigur tað á henda hátt fyri at styrkja trúarinnar
vón í teimum óttafullu hjørtunum.
Jesus fór frá lærusveinum sínum upp til himmals,
men hann læt hvørki teir ella okkum eftir í einsemi.
Jesus sigur: Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir
saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.«
(Matt 18,20).
Hann er ikki longur okkara millum á sama hátt, sum
tá ið hann gekk her á fold. Men hann er ikki minni
veruligur okkara millum í dag.
Jesus er farin at tilbúgva stað fyri okkum, men hann
kemur eisini aftur og tekur tá síni børn heim við sær í
teir ævigu bústaðir, sum hann nú fyrireikar.
Jesus sigur eitt lítið sindur seinni tey kendu orðini: »Eg
eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til
faðirin uttan við mær. Jóh 14,6
Við hesum vil hann minna okkum á, at tað er ein, og
bara ein, vegur til teir ævigu bústaðir, og hann eitur
Jesus Kristus. Himmalvegurin, Jesus Kristus, er opin,
eisini í dag.
Tað er ein vónríkur boðskapur frá Jesusi, at okkum
ikki er fyri neyðini at óttast, men at vit harafturímóti
skulu trúgva á Gud og Jesus, og at vit harvið hava eina
livandi vón um og trúgv á, at hann ein dag kemur aftur
eftir okkum eisini...
Jóannis Fonsdal, prestur
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagur 3. mai
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 10.30-18 Veving á
loftinum
kl. 14-18 Kortspæl, telving,
landastrok og onnur spøl.
Tilmelding til døgurðan
mikudag.
Túrur í Kalsoynna
mikudagin 5. mai. Vitja
Húsar, Mikladal og
Trøllanes. Úr Steinatúni
kl. 8.10 aftur í Havn uml.
20.30 tíðina. Kostn. 200,-
gjaldast áðrenn.
Týsdagur 4. mai
kl. 10-11.30 Sangur, Óli
Vang. Øll eru hjartaliga
vælkomin
kl. 15 Suni F. Jacobsen sigur
frá, tá ið hann kom til
Havnar í 1945
Mikudagur 5. mai
Tilhaldið stongt. Túrur í
Kalsoynna. Úr Steinatúni
kl. 8.10 aftur í Havnini
uml. 20.30.
Hósdagur 6. mai
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 14-17 Telduprát, Brandur
Petersen
kl. 14-16 Boccia í
kjallaranum
Fríggjadagur 7. mai
Dýri biðidagur
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Eysturoyar Gongufelag
Sunnudagin 2. mai verður
gingið frá Gøtueiði og
norðureftir. Vit møtast á
Gøtueiði kl. 14. Staðkendur
ferðaleiðari verður við á
túrinum. Tilmelding er ikki
neyðug.
Tilhaldið Hugnin
í Sandoynni
Tilhaldið í Sandoynni er opið
mánadag og mikudag frá kl.
14-17. Báðar dagarnar er
drekkamuður at fáa. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Mánadagin 3. mai
Vit seyma teppini liðug.
Upplestur
Mikudagin 5. mai
Vit spæla Føroyaspælið.
Mánadagin 10. mai kemur
Absalon Matras úr Klaks-
vík at siga frá um Rumenia.
Absalon hevur verið nógvar
túrar í Rumenien við
ymiskari neyðhjálp og hann
kemur at siga okkum frá
sínum upplivilsum har.
Fløvi – dagtilhaldið fyri
pensiónistar
í kvinnufelagshúsinum
á Glyvrum – allir
pensionistar hjartaliga
vælkomnir. Opið mánadag-
fríggjadag kl. 15-18.
Mánadagin 3. mai
Fimleikur v/ Jóhannu Troest
Týsdagin 4. mai
Ítriv fyri áhugað
Mikudagin 5. mai
Hugnaløta v/ burturluting.
Hósdagin 6. mai
Opið hús
Fríggjadagin 7. mai
Dýri biðidagur – stongt.
Tú fært altíð ein góðan
drekkamunn, somuleiðis eitt
gott Guðs orð. Bløðini eru
altíð til taks.
Dagtilhaldið í Vági
er hvønn týsdag og tórsdag
frá kl. 15 til 18. Øll eru
vælkomin.
Vágs Pensionistafelag
Vágs Pensionistafelag – fel-
agið fyri pensionistar í Suður-
oyar sunnaru helvt – hevur
limafund kl. 19.00 hvønn
seinasta mánadag í hvørjum
mánaða. Ymiskt áhugavert er
á hvørjum fundi, har tú eisini
fært drekkamunn við bollum
og køkum. Fundirnir verða
hildnir í hugnaligu hølunum
hjá Vágs Matmøðrafelag.
Allir pensionistar og øll
omanfyri 60 ár eru vælkomin.
Gerst limur í Vágs
pensionistafelag.
Spælistovan
í meinigheitshúsinum
er opin mána-, týs- og hósdag
kl. 9-12 fyri foreldur við børn-
um, sum ikki hava ansing.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í
Keypmannahavn, ið hevur
tørv á vitjan ert tú vælkomin
at seta teg í samband við
Reyða Kross Føroya,
Bryggjubakki 10, 100 Tórsh.
tlf. 319630/61 655400.
Føroya Heimavirkisfelag
Postadressa: J. Paturssonar-
gøta 24, 100 Tórshavn.
Formaður: Óluva Vilhelmsen.
T-postur: fhf@craft.fo
Heimasíða: www.craft.fo
Tlf. 322686 / 319629
NA (Anomymir
narkomanar)
Tinghúsvegur 37
NA-Fundur hvørt sunnukvøld
kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús-
vegnum 37.
ACA
(Adult children anonymous).
Fundur fyri tilkomin, ið eru
uppvaksin í alkoholiskum ella
dysfunktionellum familjum er
hvørt leygarkvøld kl. 20.00-
21.30 á Tinghúsvegi 37,
Tórshavn. www.aca-
danmark.dk.
E-mail:
acafaroeislands@hotmail.com
AA-fundir í Havn
Tinghúsvegur 37
Mánadag: kl. 20.00–21.00
Týsdag: kl. 20.00–21.15
Mikudag: Sporafundur kl.
20.00–21.00
Hósdag: kl. 20.00–21.00
Fríggjadag: kl. 20.00–21.00
og kl. 22.30–23.30
Leygardag: kl. 9.00-10.00
opin fundur. Kl. 17.00–18.00
Sunnudag: kl. 11.00–12.00.
Allir fundir eru roykfríir.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld og hóskvøld kl. 20 og
sunnudag kl. 17. Síðsta
sunnudag í mánaðinum er
opin speakarafundur í Al-
Anon, Tinghúsvegur 37.
Telefontíð er fríggja-, leygar-,
sunnu- og mánadag frá kl. 19-
21 á tlf. 508030.
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld og leygar-
kvøld kl. 19.00 (á loftinum,
inngongd niðanfyri).
Al-Anon í Vágum
Fundur fyri avvarðandi hjá
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla
í Sandavági.
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 19 og sunnu-
dag kl. 15.
Hvønn sunnudag síðst í mán-
aðinum – opin fundur kl. 15.
AA í Vági
AA fundir verða í Undirhús-
inum onsdag og leygardag kl.
19.00.
Blái Krossur – Glyvrar
bjóðar til eftirviðgerðarfund
hvørt mánakvøld kl. 19 í
hølunum hjá Bláa Krossi á
Glyvrum.
Blái Krossur – Eiði
bjóðar til eftirviðgerð í Losj-
uni á Eiði annaðhvørt týs-
kvøld kl. 20. Meira fæst at
vita á tlf. 315575.
Fyribyrgingarráðið
Argjaboðagøta 7 · 160 Argir
postrúm 135 · 110 Tórshavn
tlf. 315155 · fax 320272
Teldupostadr.:
fyribyrg@fyribyrg.fo
heimasíða: fyribyrg.fo
Náttarravnarnir
í Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Blív lim-
ur ella gang ein royndartúr.
Ringið Carl 215570, Guðrið
220019, Hans Jákup 217818,
Tone 261165, Ella 316261,
Arni 222552.
Lymfødemfelagið
Box 2113, FO 165 Argir
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð. Samband fæst
við felagið á tlf. 448454, Fía í
Túni, ella tlf. 313424,
Arnhild Johannesen.
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar fiski-
menn í Canada, Svøríki, Dan-
mark, Íslandi og Noregi.
Limagjald 200 kr. um árið.
Postgiro 57894.
Fø. Sparikassi 442027-8.
Heilafelagið
felagið fyri apopleksi-
og afasirakt
Íslandsvegur 10
tlf. 321520
T-post: heila@post.olivant.fo
Javni
Hoydalsvegur 40 · 3 hædd
Skrivstovan hjá Javna er opin
týsdag til fríggjadag frá kl.
10-14.
Tlf. nr. 314827 · faks 310557.
Vit hava eisini eina
heimasíðu: www.javni.fo
og t-post adressu:
javni@post.olivant.fo har tit
altíð eru vælkomin at senda
spurningar ella viðmerkingar.
Parkinsonfelagið
MBF-húsið, Íslandsvegur 10C
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband fæst
við felagið hjá Kristinu, tlf.
317317.
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið á tlf.
317200. Skrivstovan er opin
frá kl. 10 til 17, og hósdagar
til kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
TILTØK
BRÚDLEYP
Leygardagin 8. mai giftast Jógvan Poulsen og Astrið
Breckmann. Vígslan verður kl. 13.00 í Samkomuni Imm-
anuel. Veitslan verður fyri innbodnum.
Leygardagin 8. mai giftast í Prestagarðinum á Sandi
Petrina Hentze og Fríði Nolsøe. Døgurði fyri innbodnum
verður í Slavansdali. Tey, ið vilja gleða brúðarparið eru
vælkomin inn á gólvið eftir kl. 18 heima hjá teimum.
Leygardagin 15. mai giftast Súsanna Marjunardóttir og
Bogi Jacobsen úr Havn. Vígslan verður í Býráðssalinum
kl. 10.30. Tey, ið ynskja at gleða okkum henda dag, eru
vælkomin í B36-húsið frá kl. 12-16.
Leygardagin 15. mai kl. 15.00 giftast í býráðshúsinum í
Klaksvík Tóra Mørkøre og Helmar Lassen, bæði úr
Klaksvík. Veitslan verður í Skálanum kl. 19.00. Tey, ið
vilja gleða brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin
um at siga frá á tlf. 220722, 210722, 456425, 455934
innan 1. mai.
Leygardagin 22. mai kl. 13.00 giftast í Ebenezer,
Synnøve Hatlehol av Vatne, Noreg og Danjal av Rana úr
Havnini. Brúðarveitslan verður í Bygdarhúsinum í
Leirvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at
vera við, verða biðin um at boða frá á tlf. 312850 ella á
maibryllup@hotmail.com áðrenn 5. mai.
Leygardagin 22. mai kl. 17.00 giftast á Sýsluskrivstovuni
á Tvøroyri, Torgerð í Lágabø, Vágur og Páll Lervig,
Leirvík. Veitslan verður í VB-húsinum í Vági kl. 19.00.
Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp
verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 443023 ella
254931 innan 8. mai.
Leygardagin 22. mai kl. 16.00 giftast í Hvalbiar kirkju
Joan Jacobsen, Hvalba og Christian Müller, Vágur.
Veitslan verður í Roynhúsinum kl. 19.00. Tey, sum vilja
gleða brúðarparið við at koma verða vinarliga biðin um at
siga frá innan 8. mai á tlf. 375550, 375142 ella 373417.
Leygardagin 22. mai kl. 16.00 giftast í Sørvágs kirkju
Jónley Lauritsen, Mykines og Hans Poulsen, Tórshavn.
Veitslan verður í Dansistovuni í Sørvági kl. 19.00. Tey,
sum vilja gleða okkum við at koma í brúdleyp, verða
vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 332931 ella 332398
innan 1. mai.
Leygardagin 5. juni kl. 11.00 giftast í Christianskirkjuni í
Klaksvík Sonja Sólbjørg, Klaksvík og Jonhard Danielsen,
Søldarfjørður. Veitslan verður hildin í Bygdarhúsinum í
Leirvík. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða
vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 22. mai á tlf.
442099, 441199 ella 455438.
Fríggjadagin 7. mai verður Uni Petersen, sonur Lív og
Brestir Petersen, Esbjerg, konfirmeraður í Fædden Kirke.
Konfirmatiónin verður á hesi adr.: Kornvangen 25, 6705
Esbjerg Ø.
Leygardagin 8. mai verður Barbara Gullfoss, dóttir Lailu
og Louis Gullfoss, fermd í Høje Tåstrup kirkju. Adr.:
Skagensgade 52, 2630 Høje Tåstrup.
KONFIRMATIÓN
26. mai hava Hjørdis og Óli Reinert, Flatnagerði 3 í Havn
verið gift í 25 ár. Silvurbrúdleypsveitsla verður hildin í
Pálsstovu hvítusunnuaftan 29. mai kl. 19. Tey, ið vilja
gleða silvurbrúðarparið við at koma í veitslu, verða vinar-
liga biðin um at siga frá á tlf. 315644, 228808 ella teldu-
post: Hjordisreinert@meyl.fo innan 15. mai.
SILVURBRÚDLEYP
C
M
Y
K
55
54
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
Leygardagin 01.05.kl. 2015
Leygardagin 01.05.kl. 2330
Sunnudagin 02.05.kl. 1915
Sunnudagin 02.05.kl. 2230
Leygardagin 01.05.kl. 1800
Leygardagin 01.05.kl. 2045
Sunnudagin 02.05.kl. 1700
Sunnudagin 02.05.kl. 1945
Leygardagin 01.05.kl. 2300
Sunnudagin 02.05.kl. 2200
P BIO KIOSKIN P
Heitt Pop-Corn - Coca Cola -
Góðgæti - Fóm ís - o.m.a.