Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. juli 2013 · Nr. 84 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Í blaðnum í dag lesa vit um tveir ymiskar persónar, sum á hvør sín hátt hava valt at taka av eini ser­ ligari avbjóðing. Teir hava sett sær eitt serligt mál, og gera síðani tað, ið krevst fyri at røkka málinum. Drívmegin hjá slíkum persónum er áhugaverd. Líka mikið um tú súkklar 1200 kilometrar fyri at savna pengar til frama fyri børn við krabbameini og familjur teirra, ella tú vil vera fyrsti føroyingur á heimsins hægsta tindi, vil føra Merkið 8848 metrar upp í loft. Drívmegin er tað, ið fær okkum at gera meira enn tað vanliga. Í so máta kunnu vit øll læra nakað av søgunum hjá Akseli Haraldsen og Arna Vatnhamar. Annar brúkar drívmegina til frama fyri eitt gott endamál, hin fyri at koma á føtur aftur persónliga og broyta lívsstíl. Hvør einstakur av okkum hevur eisini mál, sum í løtuni kunnu tykjast veruleikafjar. Men hesir báðir, Aksel og Arne, fortelja okkum, at tað sum kann tykjast fjart í dag, kann gerast veruleiki í morgin. Tann boðskapurin kann ikki sigast nóg ofta. Hann er lívsjáttandi og gevur árræði í mótgangi. Hin parturin, at arbeiða miðvíst fram móti málinum, er eisini áhuga­ verdur. Bæði hjá hvørjum ein­støk­ um av okkum, men eisini fyri okk­ um sum samfelag. Tí eitt greitt mál er nakað, ið tey flestu kunnu fyrihalda seg til. Líka mikið um málið er 1200 kilometrar á súkklu í ein sunnan, 8848 metrar upp á heimsins hægsta tind, ella ein greiður politikkur fyri ávíst øki av okkara samfelag. Í greiða málinum liggur ein greið leið. Ein klokkuklár farleið, sum má haldast. Møguligir snávingarsteinar og forðingar á vegnum mugu vera við í fyrireikingunum. Eisini hetta kann førast yvir á okkara samfelag, sum vit øll hava ábyrgdina av. Vilja vit hava fólkavøkstur aftur í landinum, so er at seta sær greið mál fyri tí. Vilja vit hava eitt betri tilboð til okkara eldru borgarar, so er at seta sær greið mál fyri tí. Vilja vit hava ein betri skúla til okkara børn og ungu, so er at seta sær greið mál fyri tí. Tað er ein avbjóðing, tá hall er á fíggjarlógini og raðfestingarlistin langur. Drívmegin er at vilja og brenna so mikið fyri málinum, at man er til reiðar at gera nakað eyka fyri tí. Og so er at taka avbjóðingina, og arbeiða miðvíst fram móti málinum. Tað kann samfelagið læra av Akseli, Arna og øðrum av sama kaliber. Drívmegin fær okkum at gera meira enn tað vanliga Tak avbjóðingina Fjúrtanda árið á rað skipar Lions Club Tórshavn fyri stór­ari listaframsýning á ólav­søku, og hesaferð fara 46 listafólk at sýna fram eini 130 listaverk í Müllers Pakkhúsi, sum flestu árini hevur verið karmur um framsýningina, ið plagar at vera væl vitjað – ikki minst, tí fólk vita, at allur ágóðin av bæði listaverks- og at­gongumerkjasølu fer til væl­gerandi endamál. Í ár fer ágóðin til Beran, sum hevur til endamáls at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og ella systkin við deyða, eitt for­ um, har tey kunnu møt­ast og práta við javnlík. Hetta ar­beiði verður gjørt við sjálv­ hjálp­ar­bólkum, sum skulu virka fyri, at børnini og tey ungu, sum frálíður, ger­ast betur før fyri at hand­fara sorgina yvir mist foreldur ella systkin. Upp á henda mátan hava tey størri møgu­ leika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við miss­inum. Eins og undanfarin ár um­ boðar framsýningin myndlist í orðsins breiðasta týdningi, tí við á framsýningini eru bæði olju- og akrylmálningar, umframt vatnlitsmyndir, tekn­ingar av ymsum slagi og skulpturar. Hartil er breiddin í skaranum av listafólkum eisini stór, tí talan er bæði um kend og minni kend listafólk, ið sýna fram. Í sambandi við framsýn­ ing­ina verður eisini seldur ein lutaseðil, har vinningurin er ein málningur eftir Kára Svensson. Sum nakað nýtt, er tað Eik Banki, ið hevur stuðlað vinningin, ið hevur eitt virði upp á umleið 22.000 krónur. Ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn letur upp í Müllers Pakkhúsi fríggjadagin 26. juli klokkan 16 og er opin alla ólavsøkuna. Fríggjadagin og leygardagin verður opið millum klokkan 16 og 20, og ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er opið millum klokkan 14 og 20. Ein og hvør kann gera tað Aksel Haraldsen síðu 12-13 Bøndur sleppa at skjóta villgæs Jacob Vestergaard Síðu 6 Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo ???? Nú nærkast ólavsøka, og tá eru reiðfólk vanliga at síggja í sambandi við skrúð­gongu og kappríðing. Tí hósk­ar tað væl at nema við orð­ ini ross og hestur. – Nøkur dømi av al­netinum: “Her verða bæði skótar, ítrótta­ fólk og hestar”. “Nú verð­ur bíligari at fáa hestar gjøg­ num BIP-støð­ina, sig­ur for­ maðurin í vinnu­nevnd­ini”. “Endamálið við tiltakinum er fyrst og fremst at lata børn síggja tey mongu djór­ini í Havnar­dali, hestar, lomb, kálvar, hunda­hvølpar, ...”. Hestur er á føroyskum “ross av kallkyni”, og ryssa er “ross av kvennkyni”. Orðið “ross” er tískil felagsheiti fyri hest og ryssu. Tað nevnist á donskum “hest”, og tað man vera har, ið orsøkin til fløkj­ una er at finna. Tí nú verður sum oftast tosað um “hestar”. Men tað ber bara til at nýta orðið hestur, um hesi kríatúr eru av kallkyni. Er tað ikki greitt, er tað rætta at siga “ross”, og tí eigur tað at vera “ross” í dømunum omanfyri. Hetta dømið av einum por­tali sýnir sera væl, hvussu stór fløkjan er – her verða bæði orðini nýtt til skiftis: “Tað var eitt ynski frá hesta­ eigarum í Føroyum at kunna flyta ross beinleiðis úr Íslandi til Føroya. Men hetta læt seg ikki gera, og máttu hestarnir tí fyrst flytast til Danmarkar fyri síðan at verða sendir aft­ ur til Føroya”. – Her skal tað eyðsæð vera “ross” og “rossa­ eig­arar”. Orðið ross kemur fyri í yms­um máliskum; “standa sum bitið ross” verður nýtt um ein, ið stendur nipin ella ráðaleysur. Og “standa sum ryssa uppi yvir deyðum fyli” kann eisini verða nýtt um ein, ið stendur ráðaleysur. Hestur – ross Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum Lions stuðlar Beranum