Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. juli 2013 · Nr. 84 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen Nú skal friðingin av villgásini takast av. Tað ætlar Jacob Vester­ gaard, lands­stýris­maður, sum umsitur veiðilógina. Hann sigur, at avgerð er nú tikin um at broyta veiði­ lóg­ina, so at bøndur sleppa at skjóta villgás. Bøndur kring landið eru rætti­liga illa plágaðir av vill­ gás. Ser­liga á Sand, men eisi­ ni ymsa­staðni inni á megin­ landi­num, er tað rætti­liga van­ligt at síggja bøin av­takl­ aða­n við villgás. Samstundis hevur Bún­að­ ar­stovan leysliga roknað seg fram til, at nógvastaðni, har villgásin er, etur hon næst­ an helvtina av grøðini, um­ framt at hon dálkar gras og bø rættiliga illa. Hetta er ein svárur missur hjá bóndum tí tilsamans et­ ur villgásin gras fyri eina milliónaupphædd, sum bønd­ur­nir tískil mugu keypa aðra­stað­ni frá. Skilir bøndur Bøndurnar standa sum er maktar­leysir, tí villgásin er friðað og tískil fáa teir einki gjørt fyri at bjarga grøð­ini. Men nú sigur Jacob Vester­ gaard, at hann er sinnaður at avtaka friðingina av vill­ gás­ini, í hvussu so er partvís. - Eg skilji bøndurnir øgi­ liga væl, at teir vilja sleppa undan hesi pláguni, sum vill­gás­in er. Bøndur liva av tí, sum jørðin gevur og tað, sum gásin etur, mugu teir tískil keypa og tað tyng­ir rakst­ur­ in, sigur lands­stýris­mað­urin. Tí hevur hann nú sett gongd á arbeiðið í Fiski­mála­ ráð­num at orða eitt lógar­ upp­skot sum avtekur frið­ ing­ina av villgásini. Hann sigur, at enn dugir hann ikki at siga, hvussu um­ fat­andi skjótingin verður. Men hann hugsar sær, at bøndur sleppa at skjóta gæs innangarðs fyri at halda hava burtur frá grasi og velt­um. Hetta er í samsvari við tað, Búnaðarstovan hevur skot­ið upp. Men hinvegin skulu atlit eisini takast fyri stovninum, tí skjótingin má ikki verða so um­fatandi, at gásin verður oydd. Landsstýrismaðurin dug­ ir ikki at siga, nær frið­ing­in verð­ur avtikin. Men upp­skot­ ið stendur á skrá fyri næstu ting­setu, so hann vænt­ar, at upp­skotið verður veru­leiki eina­ferð í heyst. Áki Bertholdsen 70 prosent av øllum húsa­ handl­um hjá fyritøkuni Skyn eru í Havn. Tað er ikki tí, at einki útboð er, tí tað eru heilt nógv hús til sølu kring land­ið, men tað eru keyparar, sum mangla. Jón Simonsen, stjóri í Skyn, heldur, at alt prátið hjá Bú­støð­um um bíligar íbúð­ir, kann hava sett ferð á út­boð­ið. - Tað kann hava fingið fólk, sum eiga hús, og sum eru komin upp í árini, at fram­skunda eina sølu fyri at fáa betri prís fyri húsini, held­u­r hann. Hinvegin hava tey í Skyn eisi­ni ein varhuga av, at rákið er, at tilkomin fólk á bygd, hava lyndi at leita sær inn til Havn­ina. - Ein støða, sum vit ofta koma í, eru tilkomin foreldur á bygd, sum eiga børn, ið eru flutt til Havnar at búgva, eisi­ ni vilja sleppa til Havnar at vera, fyri at vera nærri børn­ um og barnabørnum, sigur hann. Seta seg í skuld Umstøðurnar at selja á bygd og keypa í Havn eru ikki góð­ar, tí prísurin fyri hús á bygd er lítil, og prísurin fyri bústað í Havn er dýrur, so fólk noyðast at seta seg í skuld, sum ofta er stór. Spurningurin er so, hvat ætlan­in hjá Bústøðum at bygg­ja íbúðir í hópatali í Havn, sum skulu vera so bílig­ar at leiga, sum gjørligt, fer at føra við sær í tí sam­ bandi. Sjálvur væntar Jón Simon­sen, at hetta fer at fáa nógv fleiri fólk at flyta til Havn­ar, fyri at hava betri sam­band við børn og barna­ børn. - Nú fáa tey kanska møgu­ leikan at útvega sær ein bú­ stað í Havn, sum er minni og betri hóskandi til tey, og sam­ stund­is væl bíligari, enn tað ber til í dag. Hinvegin síggja tey í Skyn ikki nógv til, at fólk í Havn selja húsini og keypa eini bíligari hús ymsastaðni á bygd og fáa hampiligan vinn­ ing burturúr tí. Áki Bertholdsen Uttanflokka­tingmaðurin Janus Rein, sum varð valdur til løgtingið á listanum hjá Framsókn, hevur gjørt upp við seg sjálvan, at hann skal stilla upp aftur á næs­ta løgtingsvali, tí hann hev­ur stóran áhugað fyri poli­ tikki. Hann sigur við tíðinda­ síðu­na in.fo, at hann hev­ ur trivist væl sum uttan­ flokka­ting­maður, síðani hann fór úr Framsókn, sum hann er valdur inn fyri. Hann tekur tað ikki so tungt um hann er í sam­ gon­gu ella í andstøðu, tí hann heldur, at hann hevur megn­að at havt ávirkan. Men hann ásannar, at skal hann hava nakran møgu­leika í politikki, má hann stilla upp fyri ein flokk. Tí fer hann skjótt at gera upp við seg sjálvan, hvagar hann skal fara. Hann ásannar, at val verð­ur í seinasta lagi í 2015. - Sostatt havi eg ongan skund, leggur hann afturat. Men mangt kann henda í poli­tikki, sum fram­skund­ ar eitt val. - Tað er sjálvandi ein møgu­leiki, og so havi eg ikki so góðar stundir, tí tað nytt­ar ikki nógv at fara í ein flokk beint uppundir valið, sig­ur hann. Tríggir møguleikar Janus Rein hevur sæð fyri sær, at heystið gongur, áðr­ enn hann tekur eina avgerð. Spurningurin er so, hvønn flokk, hann fer upp í. - Tað er slett eingin av­ gerð tikin um tað, staðfestir hann. Einaferð varð Janus Rein paraður saman við Fólka­flokkinum, men sjálv­ ur veit hann ikki, hvaðani tað stavaði. - Tað eru onnur, sum hava sett meg í bás, tí tað kom ikki frá mær, tí eingin av­gerð er tikin. Janus Rein kemur úr tí sjálvstýrissinnaða Fram­ sókn, og hann dylir heldur ikki fyri, at hann er meiri sjálv­stýrissinnaður. Og hóast hann einki vil siga sjálvur, skal ikki nógv høvuðrokngin til at finna útav, at so eru møgu­leik­ ar­nir avmarkaðir og at fer valið at standa ímill­um Fólka­flokk­in, Sjálv­stýris­ flokk­in ella Tjóðveldi. Fer skjótt at finna sær ein flokk Janus Rein verður ikki uttanflokkatingmaður leingi afturat Bøndur sleppa at skjóta villgæs Bygdafólk vilja sleppa til Havnar at búgva - Vit merkja meiri og meiri til, at fólk kring landið, vilja sleppa til Havnar at búgva, sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn, sum keypur og selir hús og aðrar fastar ognir fyri fólk