týsdagur 23. juli 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. juli 2013 · Nr. 84
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Man United v. Arsenal
travel
Tað var við spenningi, at
farið varð yvir um hav at
fylgja ítróttarfólkum okk
ara á Bermuda á 15. oyggja-
leikunum.
Longu frá fyrsta kapp
ingardegi sást, at dugur var
í føroyskum íðkarum, sum
saman við venjarum, leið
arum og fyriskiparum bóru
Merkið høgt og umboðaðu
okkum væl. Ikki minst tí øll
høvdu fyrireikað seg væl til
ferðina og kappingarnar.
Vit vóru sera stolt av flottu
føroysku avrikunum.
Tað var tí ein errin og
væl nøgdur hópur, sum
sunnumorgunin lendi aftur
í Vágum eftir hendingaríku
og væleydnaðu leikirnar.
Tá fólk smátt um smátt
bóðu hvør øðrum farvæl og
fóru hvør til sítt, var tað við
gleði um tíðina, vit høvdu
havt saman.
Sigursmóttøkur
vóru
fyriskipaðar av teimum, sum
spent høvdu fylgt leikunum
heimanífrá
og
sum
nú
ynsktu at heiðra íðkarum,
sum komu heimaftur við
heiðursmerkjum.
Men brádliga varð alt
øðrvísi, tá ferðsluvanlukkan
hendi á Sandavágshálsi, og
tveir av okkara ítróttar
leiðarum og hýrivognsførari
teirra lótu lív. Gleði broyttist
til svára óskiljandi sorg, sum
hevur rakt okkum øll.
Orð eru fátøk í slíkari
sorgarstund.
Føroyski ítróttaheimurin
hevur mist og allar Føroyar
eru í sorg. Men størst er
sorgin hjá teimum nærm
astu, sum hava mist ein av
sínum kæru. Má Harrin
styrkja tykkum í sorgini og
signa tykkum frameftir á
lívsleiðini.
Minnini
um
Høgna
Carlsson og Vilhjálm Gre
goriussen, sum fyrimyndar
liga gingu á odda sum
fyriskiparar innan badmin
tonítróttin, fara at liva víðari
innan
føroyska
ítrótta
heimin. Alt tað góða teir
gjørdu á ferðini á Bermuda.
Teirra stóra arbeiði innan
ítróttin sum heild og teirra
nærlagni og avrik í dagliga
yrki og í lívi er dýrgripur, vit
fara at minnast.
Gævi vit kunnu koma
styrkt úr sorgini og megna
at byggja víðari á teirra
dygdir, hugburð og avrik!
Við hesum fáu orðum fari
eg sum landsstýrismaður í
mentamálum og varðandi
av ítróttinum, vegna Føroya
Landsstýri at lýsa frið yvir
minni um teir, sum farnir
eru.
Við djúpastu samkenslu
Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður
í mentamálum
Tórshavn, 23. juli 2013
Sorgarboð eftir oyggjaleikirnar
Handilin Marjun Heimá sum
í næstan 50 ár hevur verið í
C. Pløjensgøtu í Havn, er nú
fluttur oman í sjálvan miðbýin,
har sum Hjalmar Jacobsens
bókahandil fyrr helt til.
Marjun Heimá er eitt kent
navn í samband við handilin
við Bernina-seymimaskinum,
lýnlásum, knappum o.l.
Søgan um handilin byrjar í
1959, tá Marjun Heimá byrjaði
við egnum handli, sum seldi alt
innan seyming og tilskering av
klæðum, lynlás, knappar o.l.
Handilin helt til á Abbatrøð
í Havn, har Marjun eisini rak
seymistovuna Eva.
Tann 1. mars 1960 gjørdu
tey so sáttmála um at verða
einaumboð fyri Bernina í Før
oyum. Handilin vaks skjótt,
og Marjun seldi nógvar Ber
nina seymimaskinur. Í 1965
flutti fyritøkan av Abbatrøð
til C. Pløjensgøtu, har handilin
hevur verið, til hann nú flutti
oman í miðbýin.
Í dag er tað Majbritt Ja
kobsen, sum eigur og rekur
fyritøkuna, sum verður rikin
eftir sama konsepti men er
farin frá at selja mótastoff til
at selja alt til føroyska búnan.
Marjun Heimá í miðbýnum
er bæði handil og skraddara
stova. Fyri trimum árum
síðan varð skraddarastovan
hjá Beintu Vilhelmsen løgd
saman við Marjun Heimá, sum
nú hevur 7 fólk í starvi.
Majbritt Jakobsen ivast ikki
í, at tað var ein røtt avgerð at
flyta oman í miðbýin. Fólk hava
tikið sera væl í móti handlinum.
- Øll eru vælkomin inn í hand
ilin at síggja okkara stóra vøru
úrval. Hóast vit hava alt til
føroyska búnan, selja vit fram
vegis Bernina seymimaskinur
eins og lynlás, knappar og alt
sum har til hoyrir.
Marjun Heimá í miðbýnum