Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. juli 2013 · Nr. 84 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Tað er við tungum hjarta, at vit í føroysku ítróttar­rørsl­ uni drýpa høvur, nú tveir av okkara fremstu ítrótt­ar­ leiðarum mistu lívið í skelk­ andi og syrgiligu ferðslu­van­ lukkuni í gjár. Høgni Carlsson og Vil­ hjálmur Gregoriussen vóru á veg heim eftir Oyggja­leik­ ir­nar á Bermuda, har teir høvdu verið leiðarar hjá bad­ mintonlandsliðinum. Lítið grunaðu vit, at sorg­ in bíðaði okkum øllum, tá vit glað komu heim frá oyggja­ leikunum, sum ann­ars høvdu verið so sera minni­ligir við upplivingum fyri lívið. Høgni og Vilhjálmur vóru alt tað, sum vit ynskja frá okkara ítróttarleiðarum. Teir vóru nærlagdir í síni tænastu fyri ítróttin her heima, og tá okkara ítróttarfólk kappast úti í heimi. Hesa vikuna á Bermuda vóru teir støðugt í bad­min­ ton­høllini, har teir, alt teir vóru mentir, stuðlaðu okkara badmintonspælarum, so tey kundu nýta alla sína orku til sínar kappingar. Teir syrgdu eisini fyri, at tey við áhuga fyri badminton kundu fylgja við á netinum, uttan mun til hvar í heim­in­ um tey vóru stadd. Badmintonítróttin og før­ oyska ítróttarrørslan sum heild hava mist tveir av sínum fremstu ítróttarleiðarum. Vit skylda teimum at halda fram við sama góða arbeiði, sum teir vóru so glaðir fyri. Men størsta tapið er tað hjá tykkum, ið varða av teim­ um, sum fóru í ferðslu­van­ lukkuni. Í løtuni ráða sorgin og vónloysið. Vit ynskja tykkum øllum, ið varða av, Harrans styrk í hesum og komandi døgum. Vegna Ítróttasamband Føroya Petur Elias Petersen, forseti Sorgarboð