mikudagur 5. mai 2004síða 1
Tekstur á síðuni
1
– Vit síggja stórar
strukturar í føroysku
undirgrundini, sum
kunnu vera risastór
olju- ella gassfelt.
Hesi seinastu 10 árini
hava gjørt meg meira
bjartskygdan og hava
sannført meg um, at
tað er bæði rætt og
skilagott vilja altjóða
oljufeløg gera fram-
tíðar íløgur í føroysku
undirgrundini sigur
Heri Ziska, jarðalis-
frøðingur á Jarð-
frøðissavninum
OLJUFRAMTÍÐ
Jan Müller
Heri Ziska, sum saman við
Súsonnu Sørensen hevur
lagt stóru oljuráðstevnuna,
sum letur upp í Norður-
landahúsinum í dag, til
rættis, hevur arbeitt á Jarð-
frøðissavninum í skjótt 10
ár og hevur tískil verið við
í nærum allari oljutilgongd-
ini her heima. Hann heldur,
at ráðstevnan kann vera eitt
veruligt vegamót í oljuleit-
ingini við Føroyar, nakað,
sum kann fáa altjóða olju-
heimin av álvara at geva
Føroyum gætur í framtíðar
oljuhøpi.
Sjálvur hevur hann lagt
fyrilestrar og tann fakliga
partin til rættis av ráð-
stevnuni. – Eg haldi vit
hava eina sera spennandi
skrá. Og hon er serliga
spennandi, nú øll oljufeløg-
ini, sum arbeiða í føroyska
økinum, leggja fram nakað
av tí tey hava arbeitt við.
Oftani eru tað bara lærdir
háskúlar og kanningar-
stovnar, sum leggja fram,
og tí er tað ein stór styrki, at
tað í stóran mun eru olju-
feløgini, sum hava fram-
løgur. Sosialurin hevur
eisini skilt á vísindafólki og
serfrøðingum og oljufólki
sum heild, ið koma við til
stevnuna, at tey meta
skránna at vera sera áhuga-
verda, og tey halda, at slík
ráðstevna kann vera við at
seta veruligt fokus á aftur
føroyska landgrunnin.
Vilja skilja
jarðfrøðina betur
Men hvat er tað, sum ger, at
útlendskir oljuserfrøðingar
í stórum tali leita til Føroya
til slíka ráðstevnu, nú Før-
oyaøkið ikki júst verður
raðfest fremst í altjóða
oljuheiminum, spurdu vit
Hera Ziska!
– Tað er fyri at fáa eitt
betri forstáilsi av jarðfrøð-
ini í Føroyum. Øll geva eitt
sindur av tí tey vita, men øll
fáa eisini eitt sindur av tí øll
hini vita. Man styrkir saml-
að sæð sína egnu vitan
nógv við at koma á slíka
ráðstevnu og við at leggja
nakað fram, tí tá fær ein
viðmerkingar aftur, sum
kunnu gera, at man fær
gongd í nakrar nýggjar
tankar. Vónandi verða tað
mong kontroversiell hug-
skot, sum verða løgd fram,
og sum so verða loftað ella
skotin til botns.
– Hvørji svar er tú sum
jarðalisfrøðingur
mest
spentur um, fara at vera
givin á ráðstevnuni?
– Tað hevur verið eitt
sindur av svartskygni um
tað føroyska økið eftir tær
fýra fyrstu boringarnar. Eitt
av
høvuðsendamálunum
við hesi ráðstevnu er tí at
seta fokus á alt tað, sum
ikki er roynt og allar teir
møguleikarnar, sum eru
eftir - hvussu vit kunnu fáa
eygað á teir. Tað skal tó sig-
ast, at tað eru ikki øll olju-
feløg, sum eru svartskygd.
Vónandi fáa vit so tann
boðskapin til hesi feløg, at
tað er eingin orsøk til
svartskygni, tí her er so
nógv eftir at royna sigur
Heri Ziska og vísir á, at vit
nettupp mugu taka svart-
skygni fram og finna út av,
hvat tað byggir á. Byggir
tað á nakað reelt, so má
man loysa trupulleikarnar.
Um tað byggir meira á
psykologi enn fakta, so er
sera umráðandi, at man fær
víst á, hvat tað er, sum
stýrir tí.
Postiva ávirkan
– Kann úrslitið av eini
slíkari ráðstevnu koma at
hava stóra ávirkan á kom-
andi útbjóðing, ringa ella
góða?
– Ja, og helst fyrst og
fremst positiva. Tí tað er so
lítið tilfar um tað føroyska
økið í umfari í oljuídnaðin-
um. Og nú kemur sera nógv
tilfar av tøkniligum slag
fram og stórt sæð um allar
spurningar av jarðfrøðini,
um oljuleiting, um at
hyggja gjøgnum basalt osfr.
Tað vera nokk nógv, sum
kanska fyri fyrstu ferð
finna út av, hvussu nógvar
fasettir veruliga eru í lagi.
Tað einasta, sum ger okk-
um eitt sindur svartskygd,
er basaltið. Tað ger alt eitt
sindur trupulari, men tað
ger ikki møguleikarnar
færri, og so er tað eisini
meira avbjóðandi.
– So hóast føroyska økið
verður endavent, so vita vit
ikki, hvat goymir seg undir
basaltinum!
– Vit vita, at har eru
sedimentir, og spurningurin
er tá, hvat fyri sedimentir.
Eg skal sjálvur halda fyri-
lestur um tað málið. Vit
mugu spyrja, hvat kann
vera undir basaltinum, og
hvørjar møguleikar eru
fyri, at einki er, sum vit
hava vónað.
– Tá nú so mong onnur
øki í heiminum eru meira
áhugaverd, spennandi og
lættari at fara eftir, hví skal
tað so vera eitt gott hugskot
hjá oljufeløgunum at brúka
pengar uppá leiting í einum
so óvissum og váðiligum
øki sum okkara?
– At her eru stabil polit-
isk viðurskifti hevur nakað
at siga. Men tað, sum hevur
serstakan áhuga og sum
hugt verður eftir á Føroya-
økinum í dag, eru risastórir
strukturar, og um so er, at
teir rigga, tvs. um allar
fortreytirnar eru tilsteðar at
goyma olju ella gass, so er
tað "jackpot". Sjálvandi
kann tað kiksa, og váðin er
stórur vita vit. Men teir
møguleikar, sum eru, eru so
stórir, at man má royna teir.
– Men hvussu kunnu tit
koma til slíka niðurstøðu,
tá tað er so torført at síggja
gjøgnum basaltið?
– Vit hava kortlagt struk-
turar í undirgrundini. Vit
vita ikki, um reservoir, tvs.
goymslur eru har. Og um
tær eru, hvussu tær síggja
út.
High risk – high
reward
Heri Ziska sigur, at fyri
oljufeløg, sum arbeiða út
frá málsetninginum: "High
risk – high reward" tvs.
høgan váða gevur høgan
vinning, er føroyski land-
grunnurin eitt sera upplagt
øki at leita í.
Hann vísir á, at Føroya-
økið kanska dregur nógv
feløg at sær, nú mong
halda, at tíðin, tá tey stóru
fundini vórðu gjørd í
Norðsjónum og eisini vest-
an fyri Hetland, er farin. –
Eg veit um okkurt felag,
sum heldur, at man hevur
troytt tað mesta vestan fyri
Hetland, tvs. soleiðis at
man ikkki heldur, at har
verða gjørd risastór fund. Í
Føroyum er so lítið kannað,
so her er møguleikin fyri
stórum fundum framvegis
tilsteðar.
Bjartskygdur
Heri Ziska er útbúgving
jarðalisfrøðingur.
Hann
byrjaði á Jarðfrøðissavn-
inum í 94, tá tey fyrstu
jarðfrøðiligu dataini vórðu
viðgjørd.
– Eg eri minst líka
bjartskygdur sum eg var
fyri 10 árum síðani. Eg eri í
eini sera hepnari støðu, nú
eg síggi alt, sum feløgini
gera. Nakað er positivt og
nakað negativt. Man fær so
eitt sera gott innlit í, hvussu
feløgini arbeiða og hugsa,
umframt at vit sjálvi hava
sera góðan møguleika fyri
at gera okkara egna arbeiði
og harvið kunnu sammeta
við teirra.
Eitt stórt arbeiði við
tulking av kanningum er
gjørt á Jarðfrøðissavninum
øll hesi árini Tvs. at Heri
Ziska hevur innlit í øll tey
úrslit av kanningunum, sum
oljufeløg hava gjørt við
Føroyar. Tað er sum so ein
stór styrki at hava, tá sam-
ráðast skal við tey ymsu
feløgini.
Men er ikki vandi fyri at
fara undir eina 2. útbjóð-
Oljufeløg, ið vilja váða nakað:
Kunnu fáa jackpot á Føroyaøkinum
Heri Ziska frá Jarðfrøðissavninum bjóðar í dag meira enn 100 serfrøðingum í aljtóða oljuvinnuni vælkomnum í
Norðurlandahúsið, sum í tveir dagar verður karmurin um føroysku undirgrundina og framtíðar oljuleiting við Føroyar
Mynd Álvur Haraldsen
Framhald á síðu 3