Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · juli 2 Ólavsøkan 2013 Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Samskipari: Dagfinn Olsen Blaðfólk: Dagfinn Olsen, Eyðun Klakstein, Rógvi Nybo, Leo Poulsen, Theodor E.D. Olsen, Simona Weihe, Jóannes Hansen Myndir: Álvur Haraldsen, Dagfinn Olsen, Ólavur Hansen o.o. Framleiðsla: Miðlahúsið Prent: Prentmiðstøðin P oul F. skrivaði ólavsøku­yrk­ ingina yvir øllum – yrking­ ina »Tórshavn«, har hann hugleiðir um høvuðsstaðin senastu túsund árini. Hóast tað seinnu árini hevur ver­ ið roynt at tjóvstartað ólavsøkuna alsamt fyrr við ymsum tiltøkum, so byrjar ólavsøkan ikki rættiliga, fyrr enn hon verður sett á Vaglinum ólav­ søku­aftan, tá fólk í skrúð og stási eru búgvin at fara til kappróður, sum eis­ ini er sereyðkenni fyri ólav­søkuna. Ólavsøkan er eisini søga – upp­ runin er jú at minnast Ólav kong, sum fall á Stiklastøðum í 1030. Tí nertir ólavsøkan eisini við okkara upp­runa og okkara samleika – og okk­ara kristna kjølfesti. Ólasøkuaftan setur ítrótturin rætt­iliga dám á ólavsøkuna, fyrst og fremst við kappróðrinum, har ársins vinnarar verða funnir. Stór er há­ tíðar­løtan, tá ítróttarfólkini ganga skrúð­gongu í sambandi við setanina, sum er beint áðrenn kappróðurin. Ólavsøkudagurin byrjar so há­ tíðar­liga við kirkjugongd og við skrúð­gonguni, tá umboð fyri politisku skipanina og prestar fara úr Ting­húsinum í kirkjuna. Tá løgmaður hevur hildið sína ólav­søkurøðu, so fer politiska skipan­ in aftur til arbeiðis, og eitt nýtt tingár byrjar. Og røða løgmans er ikki ein tilvildarlig røða, sum so mangar aðrar. Tí hendan dagin leggur løgmaður fyri dagin tann politikk, sum rekast skal næsta árið. Hann ger kunnugt, hvørji lógaruppskot, samgongan fer at leggja fyri tingið. Ítøkiliga leggur hann fram tann politikk, sum skal merkja samfelagið næsta árið. Tað er ein vøkur sjón at síggja prestar og løgtings- og landsstýrisfólk fara í og úr kirkju, og ikki minni hugna­lig er løtan á Vaglinum við sangi og røðu, áðrenn tingfundurin verð­ur settur. Um dagarnar sendi borgarstjórin í Havn út áheitan á foreldur. Hann vísir á slagorðini hjá SSP, sum er sam­starv ímillum skúla, sosialar myndug­leikar og politi: »Savna góð minn­ir saman«. Og rætt hevur hann í tí, at góður veitslusiður eigur at valda hjá øllum ættarliðum á ólavsøku. Hann vísir á, at ein partur av arbeiðnum hjá SSP er at fyribyrgja, og at tey ungu verða eggjað at velja eitt ungdómslív uttan rús­drekka og rúsevni. Borgarstjórin vísir á, at í hesum sambandi hava foreldrini eisini ábyrgd. – Foreldrini og avvarðandi mugu gera sítt til at leiðbeina børnini og tey ungu, so at tey eru fyrivarin bæði um seg sjálvi og teimum, tey eru saman við, sigur hann. Sum nevnt omanfyri, so er ólav­ søkan eisini søga, og á ólavsøku, so verður mangan trivið í bókmentirnar. Pól F. er fastur fúsur á ólavsøku við »Tórshavn tú Føroyalands miðstøða er«, men eins fastur táttur er Kári Jacobsen vorðin við sanginum »Tað er einaferð um árið, at ólavsøka er«, og vísir hetta kanska best, hvussu gomul og nýggj mentan finna saman um ólavsøkuna. Vit kundu eisini trivið í William Heinesen og gamlar havnarmyndir ella áarstovubrøðurnar Janus og Hans Andreas. Tann fyri við mergjað­um yrkingum og týðingini av Illionskvænum hjá Homer, meðan vit kenna tann seinna sum barnavinin við Barna­rím­unum – ella »Kistuni av kamfertræ«. Hans Andreas hevur nú eina stand­ mynd í hvørjum enda á ólavsøkuni, um vit so kunnu siga. Onnur stendur oman fyri Sjónleikarhúsið – skamt frá heimi hansara undir Pisuvarða, hinumegin Havnará. Hin stendur nú á Áarstovugrund, har barnaheim hans­ara stóð. Har stendur hann saman við bróðrinum Janusi. Veðrið hevur sjálvandi alt at siga á ólavsøku. Er gott veður, ja so leita øll sær oman í býin, men regnar – og regn­ar illa, so kann tað gerast rætt­ iliga fólkatómt – og tá er gott at sita fjálgt við búgvið borð hjá frægum fólki. Við takkarorðunum hjá Pól F. Joensen heilsa vit í Miðlahúsinum øll­um góða ólavsøku: Tøkk fái Havnin og fólkið, har býr, fyri góð minnir og gleim, sum hon á Ólavs halgaðu tíð gav til hvørt Føroyalands heim. Tí ólavsøkan skal øld eftir øld reka burtur klandur og sorg. Veri, so leingi sum føroyingur er, Tórshavn vár miðstøð og borg. Eirikur Lindenskov blaðstjóri Ólavsøkan er tjóðarhátíðin hjá øllum føroyingum. Hóast havnarfólk kenna seg at eiga meira í ólavsøkuni – so er hon nakað serligt, sum vit øll í Føroyum eiga. Øll eiga ólavsøkuna