týsdagur 23. juli 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · juli
4
Ólavsøkan 2013
T
að er sera hugaligt sum
borgarstjóri í høvuðsstað
num enn eina ferð at kunna
bjóða tær vælkomnum á
ólavsøku, nú vit eftir besta førimuni
hava gjørt høvuðsstaðin kláran at
taka ímóti gestum úr øllum heraðs
hornum.
Skráin er fjølbroyttari enn nakra
ntíð. Vit gleðast um, at vit aftur í ár
hava okkurt til øll, so allir føroyingar
og ólavsøkugestir annars kunnu fáa
sum mest burturúr.
At kalla allur býurin er við í
ólavsøkuni. Her er bæði verðsligt og
andaligt í at velja, tiltøk til gamans
og álvara, uttandura eins væl og
innandura. Hesaferð er meira enn
nakrantíð gjørt burturúr at samskipa
øll tiltøk so væl sum tilber.
Alt, ið hevur eyðkent ólavsøkuna,
er framvegis við, men tey fólk og
feløg, ið varða av ólavsøkuni og
skránni, hava gjørt sítt besta fyri at
endurnýggja seg og tiltøkini, so tað
aftur í ár ber til at uppliva nakað nýtt
og forkunnugt, ið ikki hevur verið
hini árini.
Ólavsøkan er okkara størsta fólka
veitsla, og tí eigur pláss at vera fyri
okkum øllum. Her savnast høgur og
lágur. Vit hittast og vit heilsast og
geva vit okkum stundir til eitt hugna
ligt prát. Soleiðis er ólavsøkan og so
leiðis eigur hon eisini at vera.
Ólavsøkan er høgtíð og tjóðdagur
okkara, men á mangan hátt øðrvísi
og innihaldsríkari enn tjóðardagar í
øðrum londum, tí ólavsøkan er tjóð
dagur føroyinga, men verður bara
hildin í høvuðsstaðnum. Tí eru vit í
Havn fegin um, at vit við gleði kunnu
taka ta ábyrgd at fyriskipa og halda
veitsluhátíð føroyinga.
Summir partar av haldinum er
reinur mentanararvur. Skrúðgongan.
Løgtingið kemur saman. Ólavsøkan
sum keypsstevna og fólkslig veitsla.
Tónleikur og list. Sangurin og tón
leikurin hevur serligan týdning, og í
hesum døgum verður nógv gjørt fyri
at betra um umstøðurnar hjá virkna
tónleikalívinum.
At ólavsøkan eisini er størsta
ítróttarstevnan hevur serligan týdn
ing í hesum døgum, vit bjóða høvuðs
staðin fram til fleirtjóða oyggjaleikir.
Okkara ítróttarlív mennist við rúk
andi ferð og stór framstig eru og
verða gjørd, sum lyfta okkum upp á
eitt støði, sum ger okkum sjálvsøgd
sum vertir fyri altjóða kappingum.
Og tað er ikki meira enn nátúrligt, at
hetta hendir júst í høvuðsstaðnum.
Ólavsøkan er ein verulig fólkslig
veitsla, við øllum tí, ið hartil hoyrir.
Og eisini eitt slag av familjuveitslu.
Tað er ein hjartatáttur at hitta fam
ilju, vinir og kenningar her.
Kommunalpolitiskt eru vit enn
eina ferð í eini rembingartíð. Summar
kommunur fjølgast og víðkast støð
ugt. Fólkatalið og virksemið í øðrum
kommunum minka. Tos um saman
leggingar hoyrist ikki meira fyri
kjakinum um treytirnar fyri, at
kommunurnar skulu yvirtaka máls
øki, sum almennu Føroyar fyrr hava
umsitið.
Sum altíð krevur slíkt nýggjan
hugburð av okkum, sum eru vald at
tæna býi og bygd, men høvuðsmálið
má vera, at allir borgarar, antin teir
búgva uttan um Vaglið ella í út
jaðaranum, skulu hava javnbjóðis
møguleikar fyri trivnaði, - at liva og
virka. Havnin er væl búgvin at taka
avbjóðingarnar.
Nú leggja vit gerandisdagin frá
okkum eina løtu og njóta saman
haldið. Samstundis sum eg vil takka
teimum mongu, sum hava gjørt eitt
stórt sjálvboðið arbeiði fyri at hugna
so væl um okkum hátíðardagarnar,
so fari eg at bjóða øllum føroyingum
hjartaliga vælkomnum á ólavsøku!
Verið fagnað øll tit úr bý og av
bygd og ikki minni tit uttan úr heimi,
ið eru komin higar at halda landsins
tjóðdag her í høvuðsstaðnum, ið vit
øll eru so góð við.
Vælkomin á ólavsøku
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Góði ólavsøkugestur!
Vælkomin á ólavsøku!