Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · juli 6 Ólavsøkan 2013 Standmyndir og ólavsøku- vakmyndir í fríggingarmyrkri Ó lavsøkumyndir eru ofta hugnaligar, og hendir tað seg, at onkur heldur óheppin mynd er komin upp í leikin, so eru tey flestu so mikið at sær komin, at hendan stillisliga verður løgd til síðis, ella enntá fyri­ beind, og ikki eru til skjals og til lát­ urs fyri eftirtíðina. Men orsakað av vitjandi stand­ myndum í Havn, sum ikki fáa frið, er gjørt av at seta vakmyndatól upp í Havn. Í øllum førum í summar, ella so longi standmyndirnar standa – ella sita og liggja og hvat tær nú ann­ars gera kring Havnina. Og tí krevst av ólavsøkugestum, at teir eru vaknir, sera hampuligir, og skuldi okkurt par funnið saman og leitað sær burtur frá fólkamongdini eina løtu, so er ikki víst, at tey fyri tað hava leitað sær burtur úr manna­ eygum. Vaknu vakmyndatólini eru á varðhaldi. Og eitt ella annað stað verður tikið upp, hugt og doku­men­ terað. Og um tjóðarhøgtíðina er ikki víst, at tað bert eru lívleysar steinsúlur og faststandandi persónsmyndir, ið eru at síggja í ólavsøkumyrkrinum á Vagl­inum, við tinghúsið, við Sjón­ leikarhúsið og Havnará og í Viðar­ lundini. Tá er tað heldur livandi verur úr øllum krókum í Føroyum, ið leita sær til høvuðsstaðin, finna kanska saman, og leita sær hond í hond mill­ um hús, eitt sindur burtur frá, niðan­ eftir Áar­vegnum og kanska ein túr í Viðar­lundina. Og tá er tað, at landsins ella høvuðs­staðsins vaktarmenn fáa undir­hald á lítlu sjonvarpsrútarnar. Hetta, um teir ikki langt síðani eru givnir at hyggja at fastfrystu mynd­ unum av stand­myndum, ið ikki eru so væl egnaðar til filmslist. Men spurningurin er so, um vak­ myndatólini eru gjørd til føroyska veðurlagið, sirmið og summarið. Og ikki minst fríggingarmyrkrið. Tí hvussu tekur ein upp í myrkrið.? Kanska er onki broytt kortini. Havnin er eina ólavsøkunátt ballað inn í náttarmyrkur, millum manna nevnt fríggingarmyrkur. Og sjálvt nútímans tøkni, ár­vakin vakmyndatól, ja sjálvt ikki borgar­ stjórin í Havn, ið annars tykist duga at vera fleiri støð í senn, og altíð har okkur hendir – sjálvt ikki alt hetta kann broyta náttúrugevnu treytirnar: á ólavsøku er fríggingarmyrkt! Lat so bara myndatólini og reyðu upptøkuperurnar hanga millum trø og á elsteyrum í Havn. Ólavsøka er ólav­søka, fólk hittast, náttarmyrkrið ber boð um lækkandi summarsól, kom­andi heystardagar. Árið fær ein enda, tíðin gongur, nýggir føroy­ ingar síggja dagsins ljós, brátt er aftur óalvsøka. Við ella uttan vak­ mynda­tól. Gamalt er at siga, at fríggingarmyrkt er á ólavsøku. Men ein broyting í ár, í mun til aðrar ólavsøkur er, at nú eru vakmyndatól sett upp, so ólavsøkugestir kunnu ikki kenna seg tryggan í nøkrum skýmaskoti, tí sjálvt í fríggingarmyrkri eru eyguni hjá »Big Brother« vakin Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo » Skuldi okkurt par funnið saman og leitað sær burtur frá fólkamongdini eina løtu, so er ikki víst, at tey fyri tað hava leitað sær burtur úr manna­eygum