Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · juli 14 Ólavsøkan 2013 Havnin savnar tjóðina á ólavsøku S oleiðis tekur Poul F. í til í kendu kvøðu síni til høvuðs­ staðin, og satt er tað, at ólav­ søkan er hátíðin, ið verður hildin í Havn. Hetta er ikki av tilvild, hóast ólav­ søkan sum so ikki kann sigast at vera nakað serføroyskt fyribrigdi. Sjálvur var eg á ferð á Stiklastøðum í fjør, har eg m.a. var til guðstænastu í tí gomlu miðaldarkirkjuni, ið sigst vera bygd á tí staði, har Ólavur Haralds­son fell árinum 1030. Sjálvur stein­urin, ið hond hansara nart við í sjálvari deyðsstundini, liggur nú aftan fyri altarið, og eg skal viðganga, at tað var ein serlig løta, tá vit gingu fram í kór, fram við altarinum, og løgdu hondina á sjálvan steinin. Kirkjan er lítil og hugnalig. Undir guðstænastuni hetta kvøldið megnaði presturin í hvítum búna at skapa eitt heilt serligt huglag í hesum gamla og sermerkta rúmi. Og tá tað brádliga fór at lýsa úr lógvum hansara, tá hann fór at lesa Orðið, helt eg, at nú hevði máttur hansara fingið megi frá einum undri. Men hóast løtan var hugtakandi, so kom ljósið ikki frá halgum kreftum, men úr hansara nýggja teldli, sum var hent hjálpartól undir liturgiini hetta kvøldið. Pílagrímar, politikarar og prestar Í hesum øki á Stiklastøðum og á Trónd­heimsleiðini sum heild verður á hvørjum ári skipað fyri Olsok – ólav­søku – og streyma bæði píla­ grímar og annað gott fólk til hesar staðir. Men hví er ólavsøkan so blivin tað, vit kunnu kalla føroysk tjóðarhátíð? Og hví verður hon so at siga bara hildin í Havn? Vit kunnu staðfesta, at deyðadagur Ólavs kongs, 29. juli, gjørdist ting­ dagur føroyinga. Føroyingar vóru ein­astu norðurlendingar, sum settu ting á ólavsøku. Ólavsøkan verður hild­in enn í dag í Havn, tá ið tingfólk, prestar og embætisfólk ganga í skrúð­ gongu úr Løgtingshúsinum oman í Dóm­kirkjuna til guðstænastu og niðan aftur í Løgtingið. Tingseta og guðstænasta eru aldagomul fyribrigdi í Føroyum, men frá gamlari tíð hava tey tó verið hildin hvør sær. Frá 1816 til 1852 var einki løgting, men kortini varð guðstænasta hildin allar hesar ólav­ søkur­nar. Ikki fyrr enn í 1869 tykist tað, sum at tað beinleiðis verður mint á, at guðstænastan verður hild­in í »Anledning af Lagtingets Aabning«. Ólavsøkuguðstænastan hevur sín uppruna í tíðini, tá Føroyar vóru katólskt biskupsdømi. Ólavur kongur hin heilagi varð mettur at vera størsta halgimenni í Norðurlondum. Av tí sama varð komið saman til árligar kirkjufundir á deyðadegi hansara. Eftir at Føroyar ikki longur vóru biskupsdømi, helt prósturin – eisini eftir siðaskiftið – fram við at halda árligan fund, og fundarbøkur eru til enn frá hesi tíðini. Frá uml. 1700 verður fundarbókin førd regluliga. Árini eftir hetta verður vanliga hvørt ár nevnt, at fundur og guðstænasta hava verið hildin ólavsøkudag, hvør hevur prædikað, og hvat hevur verið viðgjørt. At siðurin tó helst er eldri, sæst m.a. av, at ofta verður skrivað, at hetta er tann »vanligi fundurin«, sum verður hildin ólavsøkudag. Nøkur ár detta tó burtur ímillum, tá eingin fundur ella guðstænasta er. Eitt nú í 1781 var eingin fundur, tí bæði Havnin og fleiri bygdir vórðu rakt­ar av meslingum. Síðani Løgtingið varð endurreist, hevur skrúðgongan verið fastur táttur og fatað sum ein ímynd av læruni hjá Luther um tey bæði vøldini – tað anda­liga og tað verðsliga – men ongar formligar ásetingar vóru um gong­una. Heldur ikki, tá heima­stýris­ lógin kom í gildi í 1948. Í 1995 fingu Føroyar nýggja stýris­ skipanarlóg, og hetta merkti ikki sørt skrúðgonguna. Nú skuldi tingformaðurin gera av, hvussu skrúðgongan skuldi mann­ ast. Hetta er áhugavert, tí í roynd og veru koma tingfólkini í kirkju – og ikki øvugt, tvs. prestarnir koma ikki í Tingið. Men gamalt er, at í kirkjuni eru vit ikki gestir, tí kirkjan er eitt heim, eitt andaligt heim. Í 1998 varð avgjørt, at ístaðin fyri tvær røðir, skuldi skrúðgongan nú verða í trimum røðum. Kirkjan fekk tá eina røð fyri seg. Men hóast ólavsøkuguðstænastan og tað, at Løgtingið verður sett, sum so einki hava við hvørt annað at gera, so skerst ikki burtur, at prestar eru í Havn á ólavsøku, av tí at teir í meir enn 300 ár hava hildið fund á ólav­ søku. Eisini um einki løgting hevur verið. Hevur tingið verið saman í Havn um sama mundið, hava tingmenn og prestar verið í kirkju saman. Í 1673 greiðir Lucas Debes frá, at prestarnir eru í Havn, so leingi sum tingið situr, at guðstænasta verður hildin hvønn morgun, og at »Geistlige og Verdslige« halda veitslu saman í ting­ húsinum, tá ið setan er av. Men eisini tey tíðar­skeiðini, tá ið einki løgting hevur verið, ella Løgtingið hevur verið sett um heystið, hevur kirkjan hildið sína ólavsøku­gudstænastu. Í skaldsøguni »Barbara« lesa vit m.a., at tað er presturin, »der sidst var kommet til Landet«, sum prædikaði á ólavsøku, og høvundurin Jørgen-Frantz Jacobsen tekur heldur speiskliga til, at »alle var mødt frem for at høre, hvilke formanende Ord han havde at sige til Ting­ mændene«. Jákup Dahl og grund­ tankin í ólavsøkuni Í 1930 skrivar Jákup Dahl í Varðanum, at bert í Føroyum hevur siðurin at halda ólavsøku verið so sterkur og ver­ið varðveittur, sum hann hevur ver­ið fram til okkara tíð. Hann skrivar: »Ólavsøkan í Føroy­ um hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki Ólavs kongs hins heilaga. Hesir báðir høvuðstættirnir eru í Ólavsøku okkara: hon er ein tjóð­skapar­ligur samkomudagur og ein kirkjuligur hátíðardagur. Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur. Fólkið býr spjatt í oyggj­um og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara. Ólavsøkan hevur hildið saman. Frá gamlari tíð eru tey úr øllum bygdum komin til Havnar á Ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og sam­ felagstíð hjá fólki okkara (...) Enn verður hvønn òlavsøkudag hildn guðstænasta í Havnar kirkju, og prestarnir í oyggjunum skiftast um at prædika hvør aftan á annan ár eftir ár sum ein vitnisburður um, at eisini í kirkjuligum týdningi eigur at vera ein heild, ein felagsskapur. Tá ið tað viðhvørt er skotið upp, at Ólavsøkan ikki átti at verið hildin bert í Havn, soleiðis sum siðurin altíð hevur verið, men eisini úti á bygd­ unum, so er hetta ein misfatan av grund­tankanum í Ólavsøkuni; tí at við tað at hon bert verður hildin á ein­um staði, stendur hon sum felags­ merkið og sameiningarfundurin fyri alt fólk okkara bæði kirkjuliga og tjóð­skaparliga«. Nakrar hugleiðingar um, hví ólavsøkan verður hildin í Havn, og hví hon skal vera fyri alt fólkið Theodor E. D. Olsen » Tórshavn, tú Føroyalands miðstøða var, tingstaður øld eftir øld. Ólavs kongs minni í 900 ár higar dró oyggjalands fjøld