Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · juli 16 Ólavsøkan 2013 27. juli fer LGBT aftur at heiðra ymiskleikanum, tá LGBT Føroyar skip­ ar fyri Faroe Pride. Hetta er fjórðu ferð, at Faroe Pride er á skránni í Føroyum. »Pride« er enskt orð, ið merkir at vera errin, og verður altíð brúkt til líknandi tiltøk uttan­lands. Talan er um árligt tiltak har sam­ kynd, tvíkynd, transpersónar og teirra hinkyndu stuðlar, fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar ymisleikan hjá føroyingum og setur fram ynski um líkarætt fyri allar borgarar í Føroyum. Skrúðgonga og konsert Fríggjadagin 27. juli 2013 kl. 16.00 fer stóra almenna Faroe Pride skrúð­ gongan í gongd. Byrja verður við Gundadalshøllina, har hitað verður upp. Síðan verður gingið oman gjøgn­ um miðbýin, har enda verður niðri á Kongabrúnni við stórum ókeypis fam­iljuvinarligum tiltaki. Eins og í fjør, so fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur, og ætlanin er at veruliga seta lit á Havnina henda seinna­partin í juli. Skrúðgongan er ikki einans ætla LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúm­ ligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar. Tey luttakandi á tiltakinum á Konga­brúnni vera: Teitur, Grandma's Basement, Jens Marni, Sakaris, Marius Ziska og fleiri onnur. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentarnar­nevndin hjá Tórshavnar býráð, setur Faroe Pride 2013. Sera stór undirtøk í fjør Tiltakið í fjør fekk sera stóra undir­ tøku og løgreglan metti, at talan var um meira enn 5.000 fólk, sum fyltu Tórsgøtu, meðan konsertin við Eivør, Nalju, 200 og øðrum fór fram. Av­ gjørt er tí at flyta tiltakið oman á Konga­brúnni í ár. Hetta fer at økja um trygdina á tiltakinum og fer sam­ stundis at geva áhoyrarunum betri pláss. Lógaruppskot setur lit á dagin Løgtingið verður setta á Ólavsøku, og í hesi tingsetinum fara Rigmor Dam, Poul Michelsen og Bjørt Samuelsen at leggja uppskot fram um at dagføra hjúnabandslógina, so sam­kynd í Føroyum eisini kunnu vígast borgarligt eins og allir norður­ lendsku grannarnir kunnu. Ein Gallup kanning vísti herfyri, at heili 68% av Føroya fólkið taka undir við lógar­upp­skotinum. Tí er hugs­andi, at bardagin fyri javnrætti í hjúnabands­ lógini eisini fer at seta sín lit á ársins Faroe Pride. LGBT Føroyar, ið er rørsla fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyar, skipar fyri tiltakinum við stuðli frá og í samstarvi við Tórs­ havnar kommunu, umframt stuðli frá Eik Banka og Hotel Føroyum. Stóra Faroe Pride verður hildið 27. juli 2013 við almennari skrúðgongu og konsert í høvuðsstaðnum »lítla Ólavsøkuaftan«. Teitur, Grandma's Basement, Jens Marni, Sakaris, Marius Ziska og fleiri onnur fara at lutaka á tiltakinum í ár. Vegna sera stóra undirtøku í fjør, er tiltakið flutt av Tórsgøtu og oman á Kongabrúnna Kelda: LGBT Faroe Pride á Kongabrúnni Ólavsøkukonsertin verður aftur í Tórsgøtu Í fjør var konsertin í Tórsgøtu, og tað riggaði so mikið væl, at stóra parkeringsøkið í Tórsgøtu fer aftur í ár at vera karmur um tónleika­til­takið. Sambært fyrireikarunum skal ólav­søkukonsertin gerast eins væl­ um­tókt og hon var, tá ólavsøku­kon­ sertin var í hæddini. – Ólavsøkukonsertin var í nógv ár ikki bert óalmenna setanin av ólav­ søkuni, hon var eisini flaggskipið í føroyskum tónleiki. Áðrenn festi­ val­arnir fingur fótafestið, var ólav­ søku­konsertin staðið, har eitt bland av teim bestu nýggju og royndu føroysku bólkunum spældu fyri risa stórum áskoðarafjøldum. So­ leið­is verður aftur í ár, siga fyri­ reik­arar­nir. Skráin er endaliga gjørd, og á stóra konsertkvøldinum verður eitt sindur av hvørjum at hoyra. – Í ár verður talan um eitt bland av tí allar besta, ið vit hava at bjóða í Føroyum, umframt at vit fáa vitjan av kendum donskum bólkum. Fyrsta navnið sum varð avdúkað, er Noah, sum stórhittar í Danmark í løtuni við songunum »Over Byen« og »Det' Okey«, siga fyrireikararnir. Av føroyskum tónleikabólkum verða millum annað MC-Hár og Swangah á ólavsøkukonsertini 2013. Konsertin verður í Tórsgøtu 27. juli frá kl. 20.00 til 04.00. Tórshavnar Ítróttarráð skip­ar aftur í ár fyri ólav­søku­ konsertini. Eins og undan­farin ár verður konsertin 27. juli.