Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 50

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · juli 18 Ólavsøkan 2013 Jórunn Dánialsdóttir hevur fram­ sýning við sínum sermerktu hand­ broderaðu kompositiónum á vadmal og myndum úr ymsum tilfari, eini 20 verk tilsamans umframt annað listahandverk. Jórunn hevur lænt ta kommu­ nalu miðlonina í gamla Komm­unu­ skúlagarði við Vaglið í Tórshavn til sýningina. Fernisering er longu fríggjadagin, 26. juli, kl.17, har Rannvá Jacobsen syngur og spælir. Framsýningin er opin allan juli mánað, hesar tíðir: Leygardagin 27. juli kl. 14- 20, ólavsøkuaftan og ólav­ søkudag frá kl. 15- 20 og týsdagin 30. og mikudagin 31. juli frá 14- 18. Jórunn Dánialsdóttir hevur framsýning í miðlonini í gamla Kommunuskúlagarði Tað eru nógvir møguleikar at síggja og uppliva list í høvuðsstaðnum, nú ólavsøkan verður hildin. Fleiri afturvendandi framsýningar verða hildnar á føstum støðum, og aðrar framsýningar verða gjørdar til ólavsøku. Listaskálin hevur aftur í ár sína árligu ólavsøkuframsýning, og hon letur upp ólavsøkuaftan kl. 14.00. Hendan framsýning hongur uppi til 25. august. Í Norðurlandahúsinum let­ur summarframsýning upp ólav­søku­ aftan kl. 14.00. Kári Svensson hevur seinnu árini havt framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, og listamaðurin og hansara verk verða aftur at hitta har hesa ólav­søkuna. Listagluggin sýnir fram verk hjá eitt nú Steffan Danielsen, Torbjørn Olsen, Zacharias Heinesen, Eyðuni av Reyni, Tróndi Patursson og Ingálvi av Reyni. Í Listahøllini á Rundingi í grøna bygninginum hjá Skipasmiðjuni verður summarframsýningin hjá Heystbólkinum. Lions Club hevur listaframsýning í Müllers Pakkhúsi, í Steinprenti verður framsýning við nýggjum málningum eftir Tórodd Poulsen. Amariel Norðoy hevur framsýning í Galerie Focus. Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 15.00. Á framsýningini verða at síggja máln­ ingar, litografiir og innrammaðar akvarellir. Í ólavsøkuskránni ber til at síggja, nær hesar og aðrar framsýningar hava opið á ólavsøku. Nógv list á ólavsøku Nýggj og eldri listarverk kunnu upplivast á ymsum framsýningum á ólavsøku Framsýning í gamla Kommunuskúlagarði Amariel Norðoy hevur framsýning í Galerie Focus Kári Svensson hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík