týsdagur 23. juli 2013síða 62
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · juli
30
Ólavsøkan 2013
Skalt tú halda eina traditionella ólavsøku,
er hetta tað, tú í skalt fara til og uppliva
Soleiðis heldur tú ólavsøku
Spáka í býnum
Hygg eftir kappróðri
Drekk ein
lunkaðan
akvavit
Føroysk klæði
Ólavsøka snýr seg um at hitta
fólk – bæði tey, tú vanliga hittir
í gerandisdegnum, og tey, tú ikki
hevur sæð í langa tíð. Eisini ber til
– um lagið er gott – at heilsa upp á
fólk, tú í grundini ikki kennir. Best
hátturin at gera tað er at spáka
ein túr omaneftir og niðaneftir og
hava eitt opið sinni og smílast.
Á ólavsøku er fríggingarmyrkt,
og ert tú ein leysur kroppur,
kundi høvi verið at farið aftur
undir ein húsavegg og fingið eitt
ólavsøkufríggj. Nógv eru tey, ið
hava roynt tað, og hjá summum
hevur verið fast fyri lívið. Skuldi
tað ikki komið so vítt, hevur tú í
øllum føru eitt minni fyri lívið.
Endabresturin í kappróðrarárinum
er á ólavsøku, og líkamikið um av
gerðin er fallin í onkrum róðri, hev
ur tað stóran týnding at vinna ársins
seinasta róður. Tað er sannur hátíðar
dámur á kaiøkinum, tá ið róðurin fer
fram, og umframt at síggja spennandi
kappróður, ber eisini til at njóta
samveruna við øll hini.
Tá ið tú spákar
á havnargøtum,
kemur tað meira
enn so fyri, at
tú fært boðið ein
lítlan at styrkja teg
við. Hevur tú eina
lummafløsku uppi
á tær, ræður um at
deila hana við teimum,
tú hittir. Og hevur tú
ikki roynt ein lunkaðan
Akvavit á ólavsøku, manglar
ein uppliving.
Føroyski tjóðarbúnin hevur altíð
spælt ein leiklut á ólavsøku, og hesin
leikluturin verður bara styrktur, nú
alt fleiri fólk ganga í føroyskum
klæðum – og móti á ein hátt eisini
er komin í klæðini. Eigur tú føroysk
klæði – ella hevur atgongd til tey –
far so í tey á ólavsøku.
Mest hátíðarligi dagurin í
politiska umhvørvinum í
Føroyum er ólavsøkudag, tá
ið politikarar, embætisfólk,
prestar og onnur fara til
gudstænastu í Havnar kirkju.
Skrúðgongan í sambandi við
kirkjugongdina og setanina
av løgtinginum er ein vøkur
løta, sum tú kanst uppliva –
vónandi í góðveðri.
Fólk eru gestablíð á ólavsøku,
og hevur tú hug at vitja onkran
kenning í høvuðsstaðnum, er
ólavsøka eitt gott høvi. Nógv
fólk eru til reiðar at taka ímóti
gestum, og tú ert væl komin
alla staðir, har tú fert. Skuldi
tað hent, at tú endaði inni hjá
fólki, tú ikki kennir serliga væl,
so ert tú eisini væl komin har.
Far til
skúðgongu
Dett inn á
gólvið hjá
onkrum
Helst størsta mannamúgvan,
sum savnast her á landi, savnast
á Vaglinum ólavsøkudag, tá ið
midnáttarsangurin er. Trivið
verður í góðar føroyskar sangir,
og ta løtuna standa øll lið um lið
sum føroyingar. Og skuldi onkur
útlendingur vilst seg upp í rúgvuna,
so ræður um at fáa tey við í sangin.
Eftir sangin verður kvøtt, og tá
ber til at taka eina løtu við okkara
mergjaða kvæðaarvi.
Syng
Fá eitt fríggj