Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 66

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · juli 34 Ólavsøkan 2013 H etta er fimta ólav­søku­ røðan hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni. Eg havi skrivað eina kladdu, men sseinasta hondin verður ikki løgd á verkið, fyrr enn ein ella tveir dagar undan ólavsøkuni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Ólavsøkurøðan er meira politisk enn eitt nú nýggjársrøðan. Vit hyggja eftir høvuðs avbjóð­ ing­unum, ið liggja fyri framman. Vit hyggja eftir teimum málum, ið ymsu ráðini arbeiða við, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann heldur ikki, at nøkur bumba verður slept í ólavsøkurøðuni. Eg sá heldur ikki málið um ein ríkja­felagsskap vera eina bumbu, men tað verður helst okkurt yvir- raskilsi fyri onkran í ólavsøku- røðuni í ár, sigur Kaj Leo Johannesen. Tað hendir so nógv á politiska økinum í løtuni. Eg haldi, at tað var júst Sosialurin, sum í einari oddagrein sló fast, at landsstýrið kann í hvussu er ikki ákærast fyri at liggja á teirri latu síðuni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Annars verður løgmansrøðan á ólavsøku eitt fram eftir lítandi røða, ið sigur, hvønn veg tað gongur hjá landsstýrinum. Eg fari helst at nema eitt sindur við møguleikan, at danir fara at útihýsa føroyskum skipum frá donskum havnum. Tað verður møguliga okkurt nevnt um sild og makrel. Og hvat rørist í politiska landslagnum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Sum nevnt verður seinasta hondin ikki løgd á røðuna fyrr enn beint framman undan ólavsøkuni. Eg havi altíð bíða við at leggja seinastu hond á, í fall okkurt hendir beint undan ólavøskuni. So skal tað fáa loyvi at verða við í røðuni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann heldur annars, at røðan fer at vera øðrum ólavsøkurøðum lík. Tað verður tað vanliga um, hvat ymsu ráðini takast við, hvørji uppskot eru og verða løgd fyri tingið, og í heila tikið hvør politiska støðan í landinum er, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Fyribils liggur so ein kladda á borðinum, sum tó lættliga kann verða broytt, um okkurt nýtt stingur seg upp. Ríkjafelagsskapurin hjá løgmanni í ólavsøkurøðuni í fjør sá Kaj Leo Holm Johannesen als ikki sum ta bumbu, sum hon gjørdist. Men løgmaður heldur, at okkurt yvirraskilsi verður í ársins ólavsøkurøðu Ein frameftir lítandi røða Leo Poulsen, leo@sosialurin.fo Stýrisskipanarlógin ásetur hetta um setanina av løgtinginum: § 10 Løgtingssetan byrjar ólavsøkudag og heldur á til ólavsøkudag árið eftir. Stk. 2 Ólavsøkudag ganga løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður, lands­ stýris­menn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har gudstænasta verður hildin, og síðan aftur í tingið. Løgtingsformaðurin ger av, hvørjir embætismenn eru við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað. Stk. 3 Løgtingið verður sett aftur ólavsøkudag kl. 13.00. § 11 Samkomustaður løgtingsins er Tórshavn. Í serstøkum føri kann løgtingið tó koma saman til fundar á øðrum staði í landinum. § 12. Á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Stk. 2 Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan 6 yrkadagar støðu landsins til umrøðu. Setanin av løgtinginum