týsdagur 23. juli 2013síða 68
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · juli
36
Ólavsøkan 2013
N
eyðugt er helst at seta seg
væl tilrættis og blaða í
ólavsøkuskránni, tí nógv
er at fara til. Men stundir
eru neyvan at fara til alt.
Tó ber til at koma við nøkrum
brellbitum.
Søguligir bátar
Svínaroyarbátar verða sýndir fram í
Tórsgøtu. Hesir eru søguligir og settir
í stand.
Talan er í høvuðsheitum um bátar,
sum feðgarnir Poul Johannes og Pól
í Nornastovu úr Mikladali smíðaðu.
Føroyski báturin er søguliga á leið
400 ára gamal, og bátasmíð gekk ofta
í arv. Faðir lærdi son.
Svínoyarbátarnir eru settir í stand
og verða at síggja í Tórsgøtu. Ólavur
Hátún og onnur slipa fyri.
Dansur og framsýnigar
Nógv av tí, sum er á ólavsøku, eru
afturvendandi tiltøk. Tó eru altíð
smærri broytingar og okkurt legst
afturat.
Dansur er ymsastaðni á ólavsøku,
og sum nakað nýtt verður eisini
dansur hjá Østrøm á Skálatrøð á
ólavsøku.
Perlan verður eisini karmur
um okkurt áhugavert, sum ikki er
lagt í fastar karmar enn, og fleiri
framsýningar eru at leita sær til. Fast
er t.d. árliga ólavsøkuframsýningin
við list í Listaskálanum, men aðrar
sýningar eru eisini.
Ein syning, ið mong leita til, er
kabarettin í Sjónleikarhúsinum. Bert
kvinnur eru á palli í ár, eins og tað er
hent nøkur av undanfarnum árum.
Børnini og tivoli
Seinnu árini hevur stóra tivolitiltakið
verið á Skálatrøð. Tórshavnar býráð
og Tórshavnar Ítróttarráð skipa
fyri.
Og í ár lokka tey við forvitnisligu
Tórsódnini.
Hetta er ein melduródn og ein
aktivitetur, ið er kendur frá flestu
stóru tivoligørðum, og fer hetta uttan
iva at seta lív í Skálatrøð. Meldur
ódnin hevur fingið navnið Tórsódn,
men stóri spurningurin er, torir tú at
royna Tórsódn?
Á Skálatrøð verður sjálvandi eisini
møguleiki at royna nógvar aðrar
aktivitetir, m.a. tombola, hoppiborgir
og skjótibásar.
Sum nakað nýtt verður eisini
møguleiki at royna at ganga á vatn
inum, og fyri tey minstu vera nakrir
nýggir bátar at royna.
Til ber eisini hjá børnum at síggja
leikin veiða Vind, sum Karevella Teatur
sýnir á gamla náttúrugripasavninum
á Debesartrøð.
Fýrverk og annað
Mongu báranir eru aloftast væl vitj
aðir á ólavsøku, um veðrið annars
ikki er ein forðing fyri at spáka í
gøtunum. Básar eru við útskonking,
mati, eydnuspølum, sølu av ymsum
prýðislutum og øðrum, og ikki at
gloyma søla av ballónum, eins og
ymiskt annað er at síggja og óivað
vert at vitja.
Vanligt er at senda fýrverk tann
28. juli og óváttað tíðindi vilja vera
við, at í ár eru ætlanir um at gera
nógv burturúr fýrverkinum á ólav
søku.
Ongum nýtist at ganga svangur
ella tystur á ólavsøku, og ongum
nýtist at keða seg. Bert við at velja
nakrar fáar brellbitar úr skránni, er
skjótt at fáa ein langan lista.
Òlavsøkan 2013 hevur nógv at
bjóða, og ólavsøkuskráin er verd
at lesa. Hon er long og boðar frá
góðum.
Ólavsøkuskráin fyri 2013 er bæði spennandi og drúgv. Har er bæði fyri børn og vaksin, og greitt er, at neyðugt er at velja
burturúr, hvat ein ætlar sær á ólavsøku, tí ætlar ein sær til alt, ið fer fram, kann ólavsøkustrongd skjótt gera seg galdandi
Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo
Brellbitar úr skránni
» Forvitnisliga Tórsódnin
fer uttan iva at seta lív í
Skálatrøð. Melduródnin
hevur fingið navnið Tórsódn,
men stóri spurningurin er,
torir tú at royna Tórsódn?
Veiða Vind verður sýndur á Debesartrøð
Tórsódn
Svínoyarbátar verða í Tórsgøtu á ólavsøku