týsdagur 23. juli 2013síða 70
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · juli
38
Ólavsøkan 2013
T
að er formansskapurin í
Løgtinginum, ið skipar fyri,
tá politiakarar og prestar
ganga skrúðgongu úr løg
tinginum í Dómkirkjuna á ólavsøku.
Hetta er sambært stýrisskipanarlógini
frá 1995, tá hetta eisini merkti skrúð
gonguna við boytingum.
Vanliga eru tó ikki tær stóru
broytingarnar.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsfor
maður, hevur ikki ætlanir um nakrar
broytingar í so máta í ár.
Sum vanligt
– Tað verður sum vanligt. Tað er
tað sama á skránni, og eftir sama
leisti, sum í fjør. Tað stendur í stýris
skipanarlógini, hvussu farast skal
fram, og í ár eru ikki ætlanir um
broytingar í mun til undanfarin ár,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Og heldur ikki viðvíkjandi ting
arbeiðinum, tingsetanini og ólav
søkurøðu løgmans eru stórvegis
broytingar í væntu.
– Løgmansrøðan er á skránni á
ólavsøku, sum vanligt er. So vænti eg
vit byrja mikudag ella hósdag at við
gera løgmansrøðuna. Tað tekur van
liga á leið tveir dagar, sigur Jógvan
á Lakjuni.
Tunnlar kunnu
skapa broyting
– Og síðani eru tað fiskidagarnir, ið
koma til viðgerar og skulu avgreiðast.
Eg havi ikki hoyrt um annað, ið
ger nakra broyting í hesa vanligu
mannagongd. Men tað eri heldur ikki
eg, ið geri av, hvørji mál landsstýris
fólk leggja fyri tingið, sigur Jógvan
á Lakjuni.
Og sostatt ber til, at okkurt óvænt
að stingur seg upp, sum tingformað
urin ikki er vitandi um enn. Og hetta
er tingformaðurin greiður yvir.
– Nú er tað so, at ymiskt annað
er á politisku skránni, fleiri stórmál,
eittnú fleiri tunnlar, og júst nær hesi
mál verða løgd fyri tingið veit eg ikki,
sigur tingformaðurin.
– Vanligt er ikki at leggja mál fyri
tingið á ólavsøku, tó fiskidagarnir
undantiknir. Teir skulu avgreiðast.
Stóru málini koma ikki fyri fyrr
enn í september ella oktober, eittnú
fíggjarlógin, ið kemur fyri tá, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Sambært løgtingsformanninum Jógvan
á Lakjuni, verða ikki frávik frá vanligari
mannagongd í samband við tingarbeiðið og
skrúðgongu á ólavsøku. Tó er tingformaðurin
greiður yvir, at eittnú mál um tunnlar kunnu
skapa broytingar í vanligu mannagongdina
Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo
Ongar stórvegis
broytingar í skrúðgonguni