týsdagur 23. juli 2013síða 72
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · juli
40
Ólavsøkan 2013
E
in tann tignarligasta løtan
á árinum man tað fyri
mong kennast at vera, tá
ið politiski, umsitingarligi
og kirkjuligi myndugleikin ganga
í skrúðgongu úr dómkirkjuni og
aftur á tinghúsvøllin, har stóra
ólavsøkukórið tekur ímóti og saman
við mannfjøldini á Vaglinum syrgir
fyri verdugum inngangi, áðrenn tað
í tingsalinum verður farið undir
politiska nýggjárið.
Soleiðis hevur tað verið í mong
ár, og ár um ár líkist skrúðgongan
sær sjálvari, burtursæð frá teimum
tillagingum, sum eru, tá ið nýggir
politikarar verða valdir, og tá ið tað
av nátúrligum orsøkum verður skift
út í kirkjuliga myndugleikanum og
millum fáu oddafiskarnar í umsiting
ingini, sum fáa tann heiður at vera
partur av skrúðgonguni.
Hjún í skrúðgonguni
Fyri 25 árum síðani – í 1988 – gingu
eini hjún lið um lið í ólavsøku
skrúðgonguni. Tað vóru Karolina og
Peter Petersen.
Neyvan var tað komið fyri áður,
at eini hjún høvdu gingið í somu
ólavsøkuskrúðgongu, og síðani eru
tað bara eini hjún, sum hava verið
í skrúðgonguni í senn. Marjus Dam
varð 30. apríl í 1998 valdur á ting
sum umboð fyri sambandsflokkin í
Vága valdømi, og hann var mest sum
fastur partur av skrúðgonguni fram
til í 2011, tá ið hann gavst í lands
politikki.
Inga Poulsen Dam hevur nógvu
tey seinastu árini verið í prestarøðini
á ólavsøku. Inga og Marjus eru
hjún, og tey bæði hava ofta verið í
skrúðgonguni í senn. Men tey halda
seg ikki hava gingið undir liðini á
hvørjum øðrum.
– Tað eri eg vísur í, at vit ikki
hava. Biskupur skipar prestarøðina,
og løgtingsmenn fáa frá løgtings
skrivstovuni at vita, hvørjari røð
teir skulu ganga. Tað er eftir ávísari
mannagongd, at skrúðgongan er
skipað, og tað hevur ongantíð lagað
seg soleiðis, at Inga og eg havi gingið
undir liðini á hvørjum øðrum, sigur
Marjus Dam.
Skipanin
Inntil galdandi stýrisskipanarlóg
varð samtykt í 1994, var tað soleiðis,
at løgmaður og ríkisumboðsmaðurin
gingu fremstir í skrúðgonguni, og
aftanfyri teir báðar gingu løgtings
formaðurin og varabispurin. Fremstir
eftir varabispin vóru fútin og sorin
skrivarin og síðani prestarnir.
Fremstir eftir løgtingsformannin
landsstýrismenninir og síðani løg
tingsmenninir.
Í stýrisskipanarlógar álitinum
stendur, at tað er løgtingsformaðurin,
sum hevur hægstu tignina í Føroyum.
Marita Petersen var tingformaður,
og við ásetingini í stýrisskipanini
staðfesti hon, at løgtingsformaðurin
skuldi vera fremstur í skrúðgonguni.
Í nøkur ár var ikki frítt av turbolensi
um, hvussu skrúðgongan skuldi skip
ast, og Jógvan I. Olsen, sum á ólav
søku í 1995 tók við sum formaður
eftir Maritu Petersen, setti nevnd
at gera tilmæli hesum viðvíkjandi.
Tilmælið, sum varð skrivað, sæst á
heimasíðuni hjá løgtinginum.
Eftir løgtingsvalið 30. apríl 1998
og eftir at fullveldislandsstýrið
varð skipað, varð Finnbogi Ísakson
tingformaður. Hann gjørdi av, at
skrúðgongan skuldi vera í trimum
røðum, og at løgtingsformaðurin
skuldi ganga fremstur í miðjuni, og
at undir liðini á honum skuldi øðru
megin ganga løgmaður og hinumegin
biskupur. Og soleiðis hevur tað verið
síðani.
Aftaná løgtingsformannin ganga
næstformenninir og síðani løgtings
menninir við tí, sum hevur sitið longst
á tingi fremstum. Í prestarøðini er
dómprósturin næstur biskupi, so er
presturin, sum prædikar – hesa ferð er
tað Hanus á Gørðum – og so prestar
nir eftir starvsaldri. Síðstu ólavsøku
var David Johannesen presturin við
hægsta starvsaldrinum. Hann er nú
farin úr embæti og verður saman
við eitt nú Niels Paula Danielsen
og Bjarna Bæk aftast í prestarøðini.
Presturin við hægsta starvsaldrinum
nú er Jónsvein Bech, og honum
næstir eru Jákup Reinert Hansen,
Emil Olsen og Heri Joensen.
Aftanfyri løgmann gongur Annika
Olsen, varaløgmaður, og síðani
landsstýrismenninir eftir starvsaldri:
Jørgen Niclasen, Karsten Hansen,
Johan Dahl, Jacob Vestergaard, Bjørn
Kalsø og Kári P. Højgaard. Næstu í
hesi røðini eru ríkisumboðsmaðurin,
sorinskrivarin, politimeistarin, stjórin
á løgtingsskrivstovuni, løgtingsins
umboðsmaður, landsgrannskoðarin,
løgmansstjórin og síðani tingmenn.
Fyri 25 árum síðani
Í skrúðgonguni í 1988 vóru tað Atli
P. Dam, løgmaður, og Bent Klinte,
ríkisumboðsmaður – í eyðkenda
amtmansbúnanum – sum gingu
fremstir.
Aftari í røðini gingu prestahjúnini
á Gjarðanesi – Peter og Karolina
Petersen – undir liðini á hvørjum
øðrum. Peter Petersen var mest sum
á hvørjum ári í skrúðgonguni frá tí,
at hann var settur í kallið sum prestur
í Norstreymoy við bústaði í Hvalvík
20. apríl 1953, og hann var prestur og
harvið við í ólavsøkuskrúðgonguni
til hann legði prestastarvið frá sær í
1991. Tá hevði hann í ellivu ár verið
prestur í Sjóvar sókn við bústaði á
Gjarðanesi.
Karolina Petersen var bara við
í skrúðgonguni í 1988. Hon vígdi
sítt lív í ALV og í øðrum høpum at
hjálpa teimum, sum ikki vóru so væl
fyri í samfelagnum. Tá ið Kristiligi
fólkaflokkurin á vári í 1988 fór úr
samgonguni, umskipaði Atli Dam
samgonguna soleiðis, at Framsóknar
flokkurin hjá Adolf Hansen varð
partur av samgonguni. Tá var Karolina
Petersen fyri Framsóknarflokkin vald
í landsstýrið, har hon umsat almanna
mál og kommunumál. Karolina var
í landsstýrinum frá 5. apríl 1988 og
fram til 18. januar 1989.
Kári Petersen, sonur Karolinu og
Peter Petersen, minnist sjálvandi væl
ólavsøkuna fyri 25 árum síðani, tá ið
foreldrini bæði gingu í skrúðgongu.
– Sjálvandi kendist tað sum ein
stór løta fyri okkum øll. At tey gingu
undir liðini á hvørjum øðrum var
næstan tilvildarligt, men ikki heilt.
Pápi flutti eitt pláss aftur fyri at
hava mammu undir liðini, ella var
tað kanska mamma, sum flutti eitt
pláss fram, sigur Kári Petersen.
25 ára minni: Neyvan er tað komið fyri áður ella síðani, sum tað var í 1988, tá ið
hjúnini Karolina og Peter Petersen gingu lið um lið í skrúðgonguni á ólavsøku
Kona og maður lið
um lið í skrúðgonguni
Jóannes Hansen, joannes@sosialurin.fo
Í 1988 gingu Atli P. Dam, løgmaður,
og Bent Klinte, ríkisumboðsmaður,
fremstir í skrúðgonguni á ólavsøku
prestahjúnini á
Gjarðanesi, Peter og
Karolina Petersen