Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 74
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 74

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · juli 42 Ólavsøkan 2013 T að verður nógvur fótbóltur á ólavsøku, og tað verður ikki bara í høvuðs­staðnum, at týdningarmiklir fótbólts­ dystir eru á skránni á ólavsøku. Tað er trongt á fótbólts­kalendara­ num, og nú eru nøkur ár síðani, at tað varð kutað burtur av stuttu summar­ frítíðin hjá fótbóltinum, sum plagdi at vera til fyrsta sunnudagin eftir ólavsøku. Fýra lið luttaka í euro­ peisku kappingini, og tann parturin av fótbóltsárinum verður ikki heilt av fyrrenn hósdagin í hesi vikuni. Og tann parturin verður ikki liðugur hósdagin, um tað lítið sannlíka skuldi hent, at Víkingur vinnur saman­taldan sigur ímóti rumenska mótstøðuliðnum, sum hóskvøldið vann 3-0 á heimavølli. Stytta summarfrítíðin ber við sær, at tað nú er landskapping á ólavsøku. Tríggir dystir eru í høvuðsstaðnum hesar dagarnar. Leygardagin 27. juli eigur AB heimavøll ímóti EB/Streymi, og henda sama leygardagin eigur 07Vestur heimavøll ímóti KÍ. Ólav­ søku­aftan verður B36 vertur, tá ið ÍF kemur í Gundadal, og ólavsøkudag fara HB og NSÍ at stríðast um stig á ovara vølli. Merkisvert er tað, at týdningarmikil fótbóltsdystur sjálvan ólavsøkudag verður aðra staðni í landinum enn í høvuðsstaðnum. Sambært skránni fara Víkingur og TB at spæla í Sarpu­ gerði ólavsøkudag. Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, sigur, at fyrsta bríkslið verður klokkan 15. – Dysturin er lagdur at vera ólav­ søkudag. Onkur heldur kanska, at vit áttu at flutt hann fram ella aftur, men tað ber illa til. FSF hevur víst forstáilsi við at flyta landskappingardystin hjá okkum ímóti 07Vestur, sum skuldi havt verið síðsta vikuskifti. Vit fegnast um, at tað harvið eru góðar umstøður at fyrireika seg til europeisku avbjóðingina hósdagin. Tað ber tó ikki til at flyta fleiri dystir, tá ið tað næstu vikurnar eru fleiri týdningarmiklir dystir á skránni – eitt nú skulu vit spæla seinnu hálv­finaluna í steypakappingini ímóti NSÍ – og tí spæla vit ímóti TB ólav­søkudag klokkan 15. Tað er ikki verri enn so, at tey, sum fegin vilja á ólav­søku og eisini síggja dystin hjá okk­um, kunnu fara úr høvuðs­stað­ num klokkan knapt tvey og vera í Havnini klokkan seks, sigur Brandur Jacobsen. Nýtt stev Nú tað er umfar í landskappingini á ólavsøku, tykist tað sum um, at ólav­søku­fótbólturin er komin í fasta legu. AB eigur heimavøll 27. juli, og tey bæði stóru feløgini í Gundadali skiftast um at eiga heimavøll ólav­ søkuaftan og ólavsøkudag. Nógvur ymiskur fótbólur hevur verið á ólavsøku. Tey fyrstu árini, eftir at tað í 1942 varð farið undir lands­kapping, var finalan um FM fleiri ferðir í Gundadali á ólavsøku. Tað er tvær ferðir komið fyri, at Før­oyar hava spælt landsdyst ólav­ søku­dag (4-1 á Hetlandi í 1948 og 2-5 ímóti Íslandi B í 1959). Onkra ferðina í seksti árunum vóru íslendsk og donsk feløg á ólavsøku, og í mong ár varð tað roknað sum stórdystur, tá ið klaks­víkingar í Gundadali tókust við havnar­liðini ella býliðið á ólavsøku. Sum tilboðini øktust, so kend­ust ólavsøkudystirnir keðiligir venj­ ingar­dystir, har tað vóru nógvar útskiftingar og lítið at spæla um. Fyrst í hesi øldini vóru finalur um løg­mans­steypið á ólavsøku, men hesum varð tað gingið frá aftur, og nú eru so landskappingardystir á tjóðar­hátíðini. Soleiðis fer tað ivaleyst at vera næstu árini, um ikki europeiska luttøkan fer at koma upp á tvørs. Tað er komið fyri, at HB á ólav­søku hevur spælt í europeisku kapp­ing­ini á útivølli. Kanska tað eina ferð fer at laga seg soleiðis, at okkurt før­oyskt lið fer at spæla í europeisku kapp­ingini í Gundadali á ólavsøku. Í ár verða tveir dystir ólavsøkudag: í Gundadali og í Sarpugerði! Tríggir landskappingardystir vera í høvuðsstaðnum á ólavsøku. TB og Víkingur fara at spæla um stig í Sarpugerði, lítla løtu eftir at tingið er sett Jóannes Hansen, joannes@sosialurin.fo Tríggir lands­kappingar- ­dystir í høvuðs­staðnum á ólavsøku » Ólav­søku­aftan verður B36 vertur, tá ið ÍF kemur í Gundadal, og ólavsøkudag fara HB og NSÍ at stríðast