týsdagur 23. juli 2013síða 76
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · juli
44
Ólavsøkan 2013
T
að var á aðalfundinum hjá
Ítróttarsambandi Føroya í
1963, at tað varð samtykt,
at nú skuldi farast undir
kappingar um FM í kappróðri.
Fundurin varð hildin á Hotel
Hafnia 30. november, og tá varð sam
tykt, at tað ein sunnudag eftir ólav
søku skuldi kappast um FM heitið.
Talan var bara um fýra kappingar::5-
mannafør við dreingjum, 5-mannafør
við kvinnum, 8-mannafør og
10-mannafør.
Kappingin varð fyriskipað ein
sunnudag um miðjan august, og tað
var ÍSF, sum fyriskipaði kappingina,
sum var sonn finala, eftir at allir hinir
róðrarnir høvdu verið frá norðoya
stevnu av og fram til á ólavsøku.
Fyrrapartin av seksti árunum vóru
ofta nógvir luttakarar í róðrunum.
Treytin fyri at luttaka í sjálvum FM
róðrinum var, at bátur skuldi hava
luttikið í minst trimum stevnum og
ikki hava verið aftari enn nummar
fýra í miðal.
Tað vil við øðrum orðum siga, at
tað skuldi ikki bera til hjá báti bara
at dúva upp á FM finaluróðurin. Allir
luttakararnir í FM róðrinum skuldu
hava tikið lut í róðrunum fyrr á
sumrinum.
Dentur varð lagdur á, at FM
róðurin skuldi vera fyriskipaður, har
tað var streymloysi.
FM kappingar av hesum slagnum
vóru í níggju ár – frá 1964 og fram
til 1972, tá ið tað varð avrátt, at nú
skuldu allir róðrarnir telja við í FM
kappingini. Tann skipanin hevur
verið galdandi síðani 1973.
Hesi níggju árini varð fleiri ferðir
kappast á Skála, og FM kappingar
vóru eisini aðra staðni, eitt nú í
Sørvági, Fuglafirði og á Trongisvági,
har tað varð róð innast av vánni og
úteftir – sum á jóansøku í ár.
Yvirlitið yvir FM vinnarar hesi
níggju árini vísir, at bygdir og øki
hava verið frammarlaga í kappróðri,
sum ikki longur taka lut. Eitt nú
vann Skálabáturin kappingina mill
um 10-mannaførini í fýra ár á rað,
Árnfirðingur vann kappingina
millum 8-mannaførini tríggjar ferðir
á rað, og Dúgvan úr Sørvági vann
kappingina millum 5-mannaførini
við dreingjum tríggjar ferðir á rað.
Nú er langt síðani, at gøtumenn
vóru við í kappróðri. Áðrenn GÍ
rættuliga fór at gera um seg í fótbólti,
vóru bæði 5-mannafarið Skurin og
8-mannafarið Gøtu Tróndur millum
FM vinnararnar. Tað eru eisini nógv
ár síðani, at toftamenn luttóku í
kappróðri. Áðrenn B68 rættuliga fór
at gera um seg í fótbólti, vóru bæði
5-mannafarið Ternan og 8-manna
farið Toftabáturin millum FM vinn
ararnar.
Miðskeiðis í seksti árunum vóru
manningarnar á Fípuni Føgru við
kvinnum og Tjaldrinum við dreingj
um tiltiknar og stinnar.
Serligan ans vakti tað, tá ið smá
plássini rættuliga gjørdu um seg.
Árnfirðingur og Árnafjørður vóru
nógv umrødd í seksti árunum, og
Kvívík og Kvívíkingur og Oyndri og
Oyndarfjørður komu rættuliga fram
í sjeyti árunum.
Tað vakti ikki minni ans, tá ið
Sumbingur vann FM í kappingini
millum 10-mannaførini í 1964, og tá
ið Norðingur hjá teimum í Hvanna
sundi og Norðdepli vann somu kapp
ing bæði í 1965 og 1966!
Fípan Fagra, Dúgvan, Árnfirðingur og Skálabáturin vunnu flest FM tey níggju
árini, tá ið tað bara var í einum róðri, at FM kappingin varð avgjørd
Jóannes Hansen, joannes@sosialurin.fo
Fyrstu fetini
í FM kappingini
1964
Erla Kongsdóttir
Fípan Fagra
Sølmundur
Sumbingur
1965
Fípan Fagra
Tjaldrið
Miðvingur
Norðingur
1966
Fípan Fagra
Tjaldrið
Árnfirðingur
Norðingur
1967
Fípan Fagra
Havfrúgvin
Árnfirðingur
Havnarbáturin
1968
Ternan
Tjaldrið
Árnfirðingur
Fuglfirðingur
1969
Fípan Fagra
Dúgvan
Kvívíkingur
Skálabáturin
1970
Royndin Fríða
Dúgvan
Sørvingur
Skálabáturin
1971
Dúgvan
Toftabáturin
Skálabáturin
1972
Tjaldrið
Skurin
Gøtu Tróndur
Skálabáturin
5-mannafør kvinnur
5-mannafør dr.
8-mannafør
10-mannafør
FM vinnarar 1964-1972
» Tað skuldi ikki bera til
hjá báti bara at dúva upp
á FM finaluróðurin. Allir
luttakararnir í FM róðrinum
skuldu hava tikið lut í
róðrunum fyrr á sumrinum