Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 80
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 80

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · juli 48 Ólavsøkan 2013 S einastu árini hevur Miðla­ húsið boðið fólki til ókeypis tiltak í Vágsbotni á ólavsøku. Tiltakið er ólavsøkukvøld og bjóðar undirhald og tónleik. Tiltakið hevur undanfarin ár savnað eina stóra mannfjøld við túsundtals fólki, sum hava lurtað, sungið við og flent í trý korter. Aftur í ár verður tiltakið hjá Miðla­húsinum í Vágsbotni, og í ár verð­ur aftur gott føroyskt undirhald og góður føroyskur tónleikur á skránni. Ein serligur pallur verður riggað­ ur til uttan fyri studio hjá Rás2 í Miðlahúsinum, og hesin pallur vendur ímóti torginum, har standmyndin av Nólsoyar Páll stendur. Av hesum palli nakrar metrar uppi í luftini verður so spælt og undirhildið. Tónleikur Í ár fara Eyðun Nolsøe og Terji Ras­ mussen at syngja nakrar av sang­ unum, sum teir hava skrivað gjøgnum árini. Eyðun & Terji hava framført nógv saman gjøgnum árini, og teir hava eisini givið fløgu út saman. Mill­um sangirnar, teir kunnu tríva í, eru Eros, 80’ini, Mítt Land, Nummar, Tú og fleiri. Eyðun og Terji hava skrivað sangir til egnar útgávur og út­gávur hjá eitt nú Frændum, Moirae og Føstufressum. Umframt Eyðun & Terja verður eis­ini framførsla við øðrum før­oysk­ um tónleikara – hetta verður meira at frætta um seinni. Undirhald Gott føroyskt undirhald er eisini partur av tiltakinum í Vágsbotni, og undanfarin ár hava Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale undirhaldið saman og hvør sær. Aftur í ár verður okkurt at flenna at, og meira verður at frætta um tað komandi dagarnar. Tiltakið hjá Miðlahúsinum verður í Vágsbotni ólavsøkukvøld 29. Juli kl. 22.00. Tiltakið varðar í umleið trý korter. Øll eru væl komin í Vágsbotn – og tiltakið er ókeypis. Ólavsøkudag verður stóra tiltakið hjá Miðlahúsinum við tónleiki og undirhaldi. Tiltakið savnar túsundtals fólk í Vágsbotni Eyðun Klakstein, eydun@sosialurin.fo Miðlahúsið bjóðar undirhald í Vágsbotni