týsdagur 23. juli 2013síða 82
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · juli
50
Ólavsøkan 2013
W
anja bindur,
tøvir, litar og
heklar. Við
íblástri úr
náttúruni, gomlum sniðum og
mynstrum evnar hon pløggini
til í einføldum sniði við
víkingakendum dámi. Tógvið
er føroysk ull. Stundum nýtir
hon útlendskt tógv saman við
tí føroyska. Altíð ull ella silki.
Til pløggini ger hon prýðislutir
úr horni, beini o.ø tilfari. Alt
er virkað við hond.
Umframt kjólarnar so
skapar Wanja eisini troyggjur,
vestar, húgvur, hattar, taskur
o. a. til kvinnur og gentur.
Wanja er ikki nakar ársungi,
tá tað kemur til binding.
Hon bant áðrenn hon fór
í skúla. Hon hevði góðar
lærumeistarar. Hon fortelur
um ommuna í Klaksvík, at
hon sat við køksvindeygað
og bant ella stoppaði. Abbin
fekst við bátamotorar.
Omman í Fuglafirði sat við
stovuvindeygað og bant
skipstroyggjur, ið Wanja slapp
at lata inn til Haraldsen. Í
kjallaranum húsaðist abbin,
har hann hevði verkstað.
Har var so ruddiligt, at man
kundi ganga á leistum. So
handverksligu evnini hevur
Wanja í báðar ættir.
Hóast hon sigur seg hava
gingið og gongur í lívsins
skúla, so hevur hon tó verið
á mongum ymiskum lista- og
handverksskeiðum gjøgnum
árini. Og luttikið í nógvum
framsýningum.
Wanja er sera fegin um teir
frálíku karmar, vegleiðing,
kappingar o.a, ið Jónhild
Jóhannesen og Randi S.
Vang hava skipað fyri innan
handverk í fleiri ár. Tað
veri seg: Jólasølur, »Hendur
og Hugflog« 1998–2002,
»Gluggaglæma« 2003-2005 í
Müllers Pakkhúsi. Hetta heldur
Wanja hevur verið ein sonn
klekingarstøð hjá føroyskum
listahandverkarum.
Wanja hevur luttikið
í nógvum tiltøkum, mill
um annað í framsýningini
»UPPRÁK« í Norðurlanda
húsinum 2005, í framsýningini
»Grannagróðu« í Íslandi
í 06, í Gallarí Ribarhúsi í
Fuglafirði saman við øðrum
í 07. Umframt aðrar sølu
framsýningar í Havn bæði
um summarið og um jóltíðir í
Havn.
Í dag, 24. juli, letur hon so
søluframsýning av kjólum
upp í Listastovuni í Áarstovu í
Gongini í Havn.
Spennandi frams
í søguligum umh
Wanja um langabban
í Kollafirði::
– Langabbi mín, Dánjal Jákup á Miðgerði,
var deyður, áðrenn eg var fødd. Tað var
hann, sum laðaði skúlan í Kollafirði í
1889, bert 18 ára gamal. Hann laðaði
Piddasahandil og Ribarhús í Fuglafirði til
beiggja sín Gamla Sámal Petur.
Bergur hjá Pidda hevði eina samrøðu
við Dánjal Jákup, har hann varð spurdur,
um hann ikki gjørdi eina tekning, áðrenn
hann fór í holt við eitthvørt handverk.
»Jú«, segði hann, »hon er boynt her« og
peikaði við fremsta fingri á høvdið.
ORÐ Simona Weihe, simona@sosialurin.fo Myndir Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Ein smílandi Wanja Petersen í Listastovuni
– Ongin av kjólunum, eg geri, er líka, so tað finst bara ein av hvørjum,
sigur Wanja, sum í nógv ár hevur fingist við alskyns hondarbeiði.
Í ólavsøkuskránni í ár er eitt av tiltøkunum søluframsýningin av kjólum
í Listastovuni í Áarstovu í Gongini, sum Wanja Petersen skipar fyri