hósdagur 25. juli 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85
Oddagrein
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
vikuskiftisblaðið
Á ólavsøku er vanligt, at løgmaður
setir út í kortið stóru linjurnar hjá
landsins leiðslu fyri næstu tingsetu.
Í røðuni fáa vit eitt boð uppá, hvørji
stóru málini vera næsta árið.
Í blaðnum í dag hyggja vit eftir
farnu tingsetu. Vit rógva aftur á
nakað av tí, sum løgmaður boðaði
frá í ólavsøkurøðuni seinast, og
samanbera tað við førda politikkin
farna árið.
Samgongan legði harðliga út
eftir løgtingsvalið í oktober 2011. Vit
fingu eina skattakollvelting við flat
skatti og skatting av eftirlønum við
inngjald. Og løgmaður ætlaði í sín
um lagi at fáa ríkisveitingina hækk
aða við fleiri enn 100 milliónum.
Í somáta var farna tingseta eitt
ár, har tingini skuldu stabilisera seg
eftir bragligu byrjanina. Vit fingu
eitt sonevnt arbeiðsár.
Samstundis tykist andstøðan
linkað í kongunum. Hóast vit hava
sæð nakrar royndir hjá andstøðuni
at trekkja felags front, so var
áheitanin hjá Jóannesi Eidesgaard
á andstøðuna um at savna seg í ein
reyðan blokk, eitt reytt alternativ til
borgarligu samgonguna, til fánýtis.
Skotin niður av hansara egnu.
Sett eitt sindur á spíssin, so hev
ur Miðflokkurin í ávísum málum
verið størsta andstøðan hjá sam
gonguni.
Í næstu tingsetu fara vit inn
í seinnu helvt av valskeiðnum.
Longu nú er fráboðað ein skattare
formur. Landsstýrið tvíheldur um
at flyta eldraøkið út til kommun
urnar, sum ikki vilja taka ímóti utt
an hægri blokk enn landið vil lata.
Pensjónsnýskipanin manglar enn
fleiri element, hóast landsstýris
maðurin í fíggjarmálum við lógini
um kravda uppsparing metir seg
hava fingið fundamentið upp á
pláss.
Og so er tað Skálafjarðartunnilin,
ið kann útvikla seg til eitt ideolog
iskt kjak um alment kontra privat.
Alternativini, bæði millum sam
gongu- og andstøðufólk, gerast al
samt fleiri, nú dagarnir til eitt nýtt
arbeiðsár í løgtinginum fækkast.
Í somáta mugu vit reisa spurn
ingin, um landsstýrismaðurin í
innlendismálum yvirlivir enn ein
lúsing, um hesin verður eins stórur
og úrslitið av fólkaatkvøðuni um
kommunusamanlegging á Kross
messu í fjør.
Í samrøðu við Sosialin um
dagarnar vildi løgmaður ikki úti
hýsa, at okkurt yvirraskilsi verður
í ólavsøkurøðuni hesaferð. Um so
verður, fæst sjón fyri søgn, tá okk
ara høga ting savnast eftir ólav
søkuskrúðgonguna.
Hiðani vilja vit ynskja øllum,
høgum og lágum, eina góða ólav
søku.
Farið verður nú inn í
seinnu helvt av valskeiðnum
– Kennir tú fólkini, sum eru
so rólig, at tú blívur óróligur
av teimum?
Amariel Norðoy stendur
í Galerie Focus og prátar -
ikki bara um nýggju fram
sýningina, hann letur upp
har ólavsøkuaftan, men
um alt annað eisini og sam
stundis.
Og hann kann so í øllum
førum ikki leggjast undir at
verða óróliga róligur.
– Læknin hjá mær segði
við meg, at eg eri nógv verri
enn damp, sigur hann við
einum skálkabrosi.
Klaksvíkingurin í Havn
er millum teir heilt virknu
listarmenninar í landinum.
Hann hevur regluliga fram
sýningar heima og burturi,
og hann brúkar nógva tíð til
at skapa nýggj verk.
Myndaevnið er framvegis
í stóran mun pollurin í
Klaksvík, Kunoyarnes, fólk
og deksbáturin Norðan,
men hann hevur eisini
brúkt Havnina í onkrum
nýggjum
málningum.
Amariel er eisini javnan
uttanlands og málar, og har
fær hann eisini íblástur til
síni verk.
Sunnudagin
kl.
15.00
letur nýggja framsýningin
hjá Amariel upp í Galerie
Focus í Lambagerði í Havn.
Lívligur
listamaður
Stabilisering áðrenn endaspurt
Ólavsøkudag verður stóra
tiltakið hjá Miðlahúsinum
við tónleiki og undirhaldi
hildið í Vágsbotni.
Seinastu
árini
hevur
Miðlahúsið boðið fólki til
ókeypis tiltak á ólavsøku.
Tiltakið er ólavsøkukvøld og
bjóðar undirhald og tónleik.
Tiltakið hevur undanfarin ár
savnað eina stóra mannfjøld
við túsundtals fólki, sum
hava lurtað, sungið við og
flent í trý korter.
Aftur í ár verður tiltakið
hjá Miðlahúsinum í Vágs
botni, og í ár verður aftur
gott føroyskt undirhald og
góður føroyskur tónleikur á
skránni.
Ein serligur pallur verður
riggaður til uttan fyri studio
hjá Rás2 í Miðlahúsinum, og
hesin pallur vendur ímóti
torginum, har standmyndin
av Nólsoyar Páll stendur. Av
hesum palli nakrar metrar
uppi í luftini verður so spælt
og undirhildið.
Í ár verður livandi tón
leikur við Eyðuni Nolsøe og
við Jóan Jakku Guttesen og
Sámali Ravnsfjall. Tað legg
ur upp til eina syngið-við
løtu við kendum sangum,
sum hesir hava skrivað og
framført gjøgnum árini.
Gott føroyskt undirhald
er eisini partur av tiltakinum
í Vágsbotni, og hesaferð
fara skemtiligar útgávur av
biskupi og Tobba at halda
alternativar ólavsøkurøður.
Tiltakið hjá Miðlahúsinum
verður í Vágsbotni ólavsøku
kvøld 29. Juli kl. 22.00. Tiltakið
varðar í umleið trý korter. Øll
eru væl komin í Vágsbotn –
og tiltakið er ókeypis.
Undirhald í Vágsbotni
Tí skalt
tú verða
við í Faroe
Pride
Mathew Workman
Kjak á síðu 20
Óhald
bar støða
fyri Før
oyar
Kristina Háfoss
Kjak á síðu 18
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo