Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Hon byrjaði so smátt at rógva 14-15 ára gomul, men fyrsta árið var tað mest bara til stuttleikar. – Men í 2004 vóru vit veru­liga við í kappingini við Firvaldi, og tá eydnaðist okk­um at gerast nummar trý, greið­ir Ingibjørg Thomsen frá. Eftir hetta legði hon kapp­ rógvingina á hill­ina, meðan hon tók stu­dents­prógv. – Eg gjørdi mær tann ómak at kanna eftir, hvørjir møguleikarnir vóru fyri at íðka rógving í Aberdeen, tí eg hevði sett mær fyri, at íðka rógving á motiónsstigi, tá eg fór til Aberdeen at lesa, sigur Ingibjørg Thomsen. Hon hevur nú lisið í Aber­deen í fimm ár, og er útbúgvin innan politikk og altjóða viðurskifti. - Eg geri nú eina serritgerð í altjóða viðurskiftum, og skal tí vera í Aberdeen í eitt ár aftrat, sigur Ingibjørg Thom­sen. Hon fór beinanvegin und­ ir at íðka rógving, tá hon kom til Aberdeen. – Hetta vant upp á seg við tíðini, men fyri einm ári síðani fekk eg ein blóðtøpp í beini, og tá mátti eg gevast at íðka rógving í einar tveir mánaðir, sigur Ingibjørg Thom­sen. Men eftir einum tveimum mánaðum fór hon undir at venja aftur, enn meira seri­ øst. – Hetta førdi við sær, at eg kom inn í myndina til skotska landsliðið, greiðir Ingibjørg Thomsen frá. Umframt innføddar skot­ ar eru fýra krøv, ið skulu røkk­ast fyri at fáa sæti á ein­ um skotskum landsliði. – Har var eitt av krøv­ un­um, at tú skal hava búð í Skotlandi seks mánaðir inn­ an fyri seinasta árið, og tað kravið uppfylti eg jú, sigur Ingi­bjørg Thomsen. Venja hart Hon hevði bílagt sær ferða­ seðil heim til Føroya 24. juni, men tá hoyrdist, at út­ tøkukapping skuldi vera til skotska landsliðið, og tí varð alt pakkað út aftur. ­– Eg var so við til úttøku kapp­ingina, og fyri umleið trim­um vikum síðani fekk eg so - óalment - at vita, at eg skuldi rógva saman við einari aðrari í doublesculler, sigur Ingibjørg Thomsen. Kappingin, sum Ingibjørg skal luttaka í, eitur Home­ countries Cup, og har luttaka Ongland, Skotland, Írland og Wales. – Kappingin fer fram í Nottingham leygardagin 27. juli. Eg fekk alment at vita fyri einari viku síðani, at eg skuldi vera við. Kappast verður í fýra bátastøddum fyri bæði kvinnur og menn, sigur Ingibjørg Thomsen. Kappast verður í single­ sculler, doublesculler, fýra rógvarum og átta rógvarum. – Vit venja rættiliga hart í løtuni. Vit eru fýra ferðir á ánni um vikuna, og venja so í venjingarhølum aðrar seks ferðir, so vit tilsamans venja 10 ferðir um vikuna, sigur Ingi­bjørg Thomsen. Hon heldur, at støðið í skotskari rógving er rættiliga høgt. – Ongland hevur stórar traditiónir innan rógving, og mugu roknast sum favorittar. Eg dugi tíverri ikki at siga, hvar Írland og Wales liggja, sjálvt um vit royna at skeita eftir tíðunum hjá teimum, sigur Ingibjørg Thomsen. Hon heldur, at støðið í skotskari rógving liggur á nøkurlunda sama støði, sum í Danmark. Heim at ferðast Hon venur dagliga í Aberdeen Boat­club, ið telur einar 150 limir. – Tað er sjálvandi eitt sindur ymiskt, hvussu lim­ ir­nir venja, men hetta er so størsta róðrarfelag í Aber­deen, sigur Ingibjørg Thomsen. Hon er rættiliga bitin av rógving. – Eg verið verandi her í eitt ár aftrat, so fær man at síggja, sigur Ingibjørg Thom­ sen. Tað eru fleiri róðrar­ kappingar, bæði í Skotlandi og Onglandi um árið. – Tað eru skotsku meist­ ara­heitini, ið eisini eru eitt slag av úttøkukapping til lands­liðini, og tað finnast eisini fleiri desideraðar uni­ versitetskappingar, bæði í Onglandi og Skotlandi, sigur Ingibjørg Thomsen. Kappingin leygardagin hevur so gjørt, at summar­ frí­tíðin í Føroyum ikki gjørdist so long sum annars ætlað. – Nú fari eg so heim, tá kappiingin hevur verið leygar­dagin at slappa av nakrar vikur saman við familju og sjeikinum, sigur Ingi­bjørg Thomsen. Hon er sera takksom mót­ vegis Frobiar Sóknar Róð­rar­ felag. – Eg má takka teimum fyri at sleppa innar har at venja, tá eg eri heima. Tað hevur ogvuliga nógv at siga fyri meg, og teir eiga eina tøkk uppiborna, sigur Ingibjørg Thomsen, sum altso skal rógva fyri skotska landsliðið í Nott­ingham í morgin, leyg­ ar­dag. Ingibjørg úttikin til skotska landsliðið 25 ára gamla Ingibjørg Thomsen úr Sandvík uppfylti eitt av fýra krøvum fyri at sleppa á skotska landsliðið, og leygardagin skal hon kappast í »double sculler« móti hinum trimum bretsku londunum Ingibjørg er sera glað fyri tolsemið, sum hennara familja sýnir henni, tá hon er heima og ferðast. Eg brúki nógva tíð at venja, og tað skilir familjan væl, og tað fegnist eg um, sigur Ingibjørg Thomsen Mynd: Iain Weir Saman við einari skotskari kvinnu vann Ingibjørg Thomsen kappingina í double sculler og skal tí umboða skotska landsliðið í hesum bólki Mynd: David Nolan