mikudagur 5. mai 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 84 - 4. mai 2004
Nr. 84 - 4. mai 2004
15
Vinarbýa samstarvið
millum Tórshavn og
Stavanger skal við
oljumessuna í august
hesuferð gagnnýtast í
navninum hjá øllum
Føroyum – við hjálp
av Eivør Pálsdóttir og
øðrum góðum
MARKNAÐARFØRIN
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Vit eru komin fram á eitt
smash hitt tá tað ræður um
at fáa uppmerksemi kring
alt sum føroyskt er mitt í
norska oljuvinnu høvuðs-
staðnum, nevniliga gjøg-
num vinarbýa samstarvið
millum Havnina og Stavan-
ger. Her hava fyriskipar-
arnir av ONS Festivalini tey
seinastu fýra árini havt
fragd av at bjóða sendi-
nevndum av Klettunum við
til at vísa upp serføroyska
list og góðbitar av ymiskum
slag.
Og tað hevur riggað væl,
skilst. ONS Festivalin, sum
verður hildin í sambandi
við tað stóra altjóða Off-
shore Northern Seas fram-
sýningar og ráðstevnu til-
takið annaðhvørt ár, kann
reypa av einum exotiskum
innslagi úr Tórshavn sum
fær fólk at tysja til í tús-
undatali.
Afturfyri fáa føroyingar
sum vera man eisini nakað
burturúr. Stavanger býur
bjóðar upp á tjaldið og ein
ein part av kostnaðinum og
tað er uttan iva hugaligt at
kunna spreiða út føroyska
reklamu
til
høgru
og
vinstru. Og, ikki at for-
gloyma, nógv fólk av tí
frægara slagnum leita fram-
við eisini, og fyri eina spír-
andi føroyksa ferðavinnu
kann tílíkt neyvan vera
annað enn gott.
Yvirskriftin hjá føroying-
unum verður tó meira enn
‘Tórshavn’ á hesum sinni.
Tað skal breiðkast til allar
Føroyar, og so við Runavík
undir liðini á Havnini.
»Vit fara í ár at presen-
tera okkum undir hattinum
‘Føroyar: Tórshavn-Runa-
vík’,« upplýsti kommunu-
stjórin í Havn, Jens Marius
Poulsen.
»Vit arbeiða saman við
Ferðaráð Føroya, Vinnu-
húsinum, Atlantic Airways,
Smyril Line og øðrum fyri
at fáa í lag ein góðan før-
oyskan bás aftur í ár.«
Ingrediensirnir byggja á
vinnandi uppskriftir frá
fyrr: sluppin Johanna við
bryggju beint við tað før-
oyska tjaldið, Birgir Enni
sum chef kokkur við øðu,
fiskasúpan og føroyskum
øli afturvið; síðani standa
glarlist av Eiði og ullvørur
frá Dianu Borgnyardóttir
eisini ovarliga á menuini
saman við grótlist av
Strondum; og tá hava oyr-
uni ikki fingið sítt - tey fáa
mettuna frá ongum minni
enn Eivør Pálsdóttir um-
framt einum ensemble und-
ir leiðslu av Kristiani Blak.
Sum skilst skal Eivør eisini
framføra á tí stóra pallin-
um.
Síðani koma vit ikki utt-
an um tann føroyska listar-
mannin í Stavanger, Helga
Joensen, sum eisini verður
til staðar í tí føroyska tjald-
inum. Helgi Joensen er væl
etableraður í Noreg og
aðrastaðni við; hann ar-
beiðir við einari serligari
tøkni har tilfarið fyrst og
fremst er tin.
»Tá eg fyrr í tíðini ar-
beiddi sum verkfrøðingur
gjørdist eg varugur við hes-
ar litríku og spennandi
virknaðirnar
sum
upp-
standa tá tin fær eitt sindur
av viðgerð,« segði Helgi
Joensen tá vit vitjaðu hann í
Stavanger.
»Tin hevur jú langa tradi-
tión í Noreg bæði í brúks-
og í prýðislutum. Í leitan
eftir einum persónligum út-
trykki havi eg ment ein
nýggjan teknikk ið ger meg
føran fyri at skapa frían
form og abstrakt mynstur
við einum serligum ele-
menti av liti. Textururin er
gjørdur við hond meðan
metallið er partvís smeltað,
uttan brúk av stoypiform-
um, og litirnir verða skap-
aðir gjøgnum eina oxi-
deringar prosess. Hvørt
stykki verður bygt í einum
dynamiskum
samspæli
millum tað litaða, texturella
umráðið og tann glitruta
partin av tilfarinum. Uttan
mun til um endamálið er
funktionelt
ella
reint
skulpturelt, so er hvørt verk
heilt sítt egið.«
Selja Føroyar í oljuvinnu
høvuðsstaðnum
Aase Tendenes, samskipari av ONS Festivalini, gleðir seg ikki minst til at hoyra Eivør Pálsdóttir.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Tann væl umtókti listarmaðurin Helgi Joensen, ættaður úr
Føroyum.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Føroyar: Føroya Kolvetni P/F · Bryggjubakki 22 · P.O. Box 1098 · FO-110 Tórshavn · Faroe Islands
Tel: +298 320 450 · Fax: +298 320 451
Bretland: Faroe Petroleum plc · 24 Carden Place · Aberdeen · AB10 1UQ
Tel: +44 1224 652 810 (switchboard) · Fax: +44 1224 643 243
e-mail: faroe-petroleum@faroe-petroleum.com · www.faroe-petroleum.com
C
M
Y
K
15
14