hósdagur 25. juli 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagin 22. juli vóru tað 50
ár síðani, at Rakul og Niklas
Foldbo á Toftum góvu hvørt
øðrum sítt ja í Havnar kirkju.
Gullbrúdleypið halda tey í
óføru samkomuhølunum í
kjallaranum í Fríðrikskirkjuni
í dag, fríggjadagin 26. juli, har
øll eru hjartaliga væl komin
frá klokkan 18.30 at fegnast
saman við teimum báðum og
døtrunum og øllum teirra.
Rakul er fødd 19. oktober
1938 og ættað av Hellunum.
Foreldur hennara vóru Helga
og Símun Johannesen. Hon
var úr Leirvík og hann av
Hellunum. Tey fingu seks
børn, og Rakul var teirra fyrst
fødda. Hini eru Hansina,
sum býr á Hellunum, Jenny
í Stavanger, Kristina í Havn,
Atli á Hellunum og Gunvør
á Skála.
Niklas er føddur 8. mars
1937. Foreldur hansara vóru
Inga og Óli Foldbo. Hon var
ættað av Nesi, og hann við
Rætt á Toftum. Inga sat
einkja við trimum børnum,
tá ið tey funnu saman. Hon
hevði verið gift við Sofusi,
sum var beiggi Óla. Sofus
fórst við Annu, sum 4. apríl
1924 fór á land uttanfyri
Grindavík í Íslandi. 17 mans
sjólótust, og átta av teimum
vóru av Toftum. Tá sat Inga
eftir
við
Jóhonnu,
sum
seinni giftist inn í Heiðar,
og Katrinu, sum giftist til
Vestmanna. Tá ið sorgin rakti,
bar Inga gentubarn, sum varð
uppkallað eftir pápan. Sofía
ella Fía, sum hon varð nevnd,
giftist á Toftum.
Inga og Óli fingu fýra
børn – Sofus, sum giftist til
Leirvíkar, Jovinu, sum giftist
á Toftum, Jóhan Christian,
sum giftist til Leirvikar og so
Niklas. Eftir á lívi av teimum
sjey systkjunum eru Sofus
og Niklas.
Rakul lærdi til sjúkrasystir
á Landssjúkrahúsinum, og
áðrenn tey bæði giftust á
sumri í 1964 hevði hon verið í
Danmark og supplerað, sum
tað varð nevnt.
Niklas lærdi til snikkara
hjá Jákupi á verkstaðnum
inni á Glyvrum, og so hevði
hann hug at læra meiri. Í
1960 fór hann niður, og tað
var í Horsens, at hann nam
sær útbúgving sum verk
frøðingur.
Eftir at tey eitt stutt skifti
høvdu búð í Keypmannahavn,
har Niklas arbeiddi, fluttu tey
heim aftur á klettarnar. Fyrst
var tað í høvuðsstaðnum,
har Niklas var í starvi hjá
Landsbyggifelagnum. Í 1970
fluttu tey inn aftur á Skála
fjørðin. Tá hevði Niklas
fingið starv hjá Phil & Søn,
sum um hetta mundið fór
undir stóru útbyggingina
av havnarlagnum í Runavík.
Niklas hevði ábyrgdina av
hesi verkætlanini.
Tá ið Niels Pauli Hansen
á Glyvrum var farin úr
starvinum sum leiðari hjá
Landsverki í Eysturoy, varð
Niklas Foldbo settur í starv
ið, og tað røkti hann fyri
myndarliga øll árini, inntil
hann legði frá sær fyri aldur.
Tíðarskeiðið
var
eyðkent
av stóru samferðsluútbygg
ingunum, sum eru grundar
lagið undir, at oyggin fór frá
at vera avbyrgdar bygdir og
til at vera samanhangandi
región við margfaldum vinnu
ligum,
útbúgvingarligum
og øðrum mentanarligum
møguleikum.
Seinastu stóru avbjóðing
arnar á professionellu yrkis
leiðini vóru, tá ið Vágatunnilin
og Norðoyatunnilin vórðu
gjørdir.
Royndirnar
frá
tunnilsarbeiðunum eitt nú
í Kalsoy komu væl við, og
fyri partafeløgini bæði røkti
Niklas avbjóðingarnar við
stórum nærlagni og yvirskot
inum, sum er neyðugt hjá
honum, ið tekur so stórar
uppgávur á seg.
Rakul og Niklas eiga
tríggjar
døtur:
Inga
(16.10.1964), Helga (13.12.1966)
og Óluva (15.03.1970). Helga
býr við Norðskála, og Inga og
Óluva í Havn. Barnabørnini
eru trý, og tey eiga sjálvsagt
sera stórt pláss hjá ommuni
og abbanum.
Tá ið genturnar vóru smá
ar, var Rakul heimaarbeið
andi. Í 1984 varð Eysturoyar
Ellis- og Røktarheim tikið
í nýtslu. Tá fór Rakul at ar
beiða har, og ta uppgávuna
røkti hon fyrimyndarliga,
inntil hon 62 ára gomul fór
úr starvi.
Gullbrúdleyp boðar frá,
at talan er ikki um unglingar,
hóast tey bæði bera seg sera
væl. Tey eru framvegis virkin.
Rakul hevur gott hugflog
og hegni til handarbeiði, og
tað er framvegis nógv, sum
hon leggur úr hondum, og
henni dámar væl at koma í
tilhaldið. Snøggu húsini eru
karmur um hugnaligt heim,
har gestablídnið er stórt.
Niklas hevur verið uppi í
so nógvum í frítíðini. Hann
var bygdarráðslimur í Nes
kommunu í átta ár og næst
formaður annað skeiðið. Tá
ið farið varð undir arbeiðið
at fyrireika ellisheimið, varð
Niklas valdur at vera for
maður í bygginevndini. Tað
er tiltikið, hvussu væl bygg
ingin hepnaðist.
Sum blaðungur var Niklas
í 1957 við til at stovna NSÍ,
har hann var fyrsti formaður
í felagnum, sum tá hevði
hondbólt og kappróður á
dagsskrá. Í áttati árunum var
hann millum álitismenninar,
tá ið Tofta Ítróttarfelag fyrst
gjørdi ein fótbóltsvøll, so
øki til frælsan ítrótt, so tað
bar til at hava oyggjaleikir í
Føroyum í 1989, og síðani ein
fótbóltsvøll aftrat, so tað bar
til at spæla altjóða fótbólt
í Føroyum. Í øllum hesum
var Niklas fremsti tekniski
og fíggjarligi ráðgevi hjá
nevndini, sum hann okkurt
skifti eisini var partur av.
Útbyggingarnar á Svanga
skarði vóru ikki meiri enn
lidnar, tá ið tað var farið undir
arbeiðið at byggja nýggja
kirkju á Toftum. Niklas var
formaður í kirkjuráðnum.
Toftamenn stóðu sjálvir fyri
arbeiðnum. At tað bar til,
mundi ikki minst komast
av, at formaðurin hevði før
leikan og royndirnar. Seinni
hevur Niklas verið millum
teir, sum hava verið við til at
leggja tilrættis bygging og
útbygging av leguhúsinum í
Nesvík.
At tað eisini hevur verið
yvirskot til Lions arbeiði og
í tí sambandinum fyrireiking
av kappsiglingum og lista
framsýningum og í mong ár
nevndarsess í Menningar
grunninum boðar frá, at bak
landið hevur bakkað upp, at
tað ikki hevur skortað við
arbeiðsevnum, og at hegnið
at leggja til rættis hava verið
framúr.
Millum
frítíðarítrivini,
sum tað nú verður gingið
høgt uppí, eru sangkórið í
Fríðrikskirkjuni, Undirhús
ið á Toftum og so fyrireik
ingarnar til at skriva søguna
hjá bygdunum og fólkinum í
Nes kommunu. Tað kennist
vera so sjálvsagt, at bygdar
ráðið heitti á Niklas um at
vera í arbeiðsbólkinum, tí
har, sum hann er, hanga
eingir lepar við.
Hjartaliga til lukku á stóra
degnum!
Jóannes Hansen
nøvn
Rakul og Niklas hava gullbrúdleyp
Hesa vikuna hava o.u. 50
børn úr øllum landinum vant
ein sangleik við heitinum:
“Hvør
er
sannleikans
Gud?”. Leikurin fer fram
í gamla Ísrael, tá Elia varð
kallaður til profet. Drama
tikkurin er stórur tá Báal og
Gud Ísrales skulu vísa hvør
er sterkari.
Børnini hava vant 12
sangir og nakað av leiki.
Hartil fáa tey hjálp frá góðum
tónleikarum. Fyrireikararnir
eru væl nøgdir og vænta eina
sera áhugaverda og spenn
andi framførslu.
Leikurin verður framførd
ur í Nesvík fríggjakvøldið 26.
juli kl 19. Sýningin er almenn
og ókeypis.
Sangleikur í Nesvík