Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 85 · ólavsøkan 2013 2 VIKUSKIFTI Henda ársins tíð bara so fantastisk við øllum sínum tilboðum: tónleikafestivalar, báta­festivalar, útoyggjastevna, serligir bygdar­dagar, siðbundnar stevnur við kappróðri, barnafagnaður, familjudagar á skótadeplinum, útferðir í haga og á sjógvi og nú byrjar ólavsøkan. Allir føroyingar eiga ólavsøkuna. Runt landið sita seymikonurnar og kýta seg at gera seinastu búnarnar lidnar. Tjóðarbúnin er betur umtóktur nú enn nakrantíð. Og tað hevur koyrt undir hugflogið, so í dag sær mann spennandi samansetingar av pløggum hjá kvinnum og monnum. Og hetta skal vísast fram á ólavsøku! Tí ólavsøkan er størsta veitslan. Mín og tín veitsla, ólavsøkan, er eisini besta dømið um samanhald og samleika. Onki er óført. Ongin er gloymdur. Og einki verður spart. Tjóðin er samlað. Næsta­ kærleikin blómar. Og mong vinaløg og hjúna­bond eru komin í lag á ólavsøku. Tá tað aftur er gerandisdagur hevði eg ynskt, at samanhaldið varir við og vit síggja lítla land okkara sum eina eind, sum vit kunnu gera størri við at binda saman við m.a. undirsjóvartunlum. At fólk í Vágum, Norðoyggjum og øllum hinum oyggjunum fyrsta hugsa um, hvat er best fyri Føroyar og vilja gjalda fyri tað. Undirsjóvartunlarnir hava gjørt tað so lætt at at búgva og arbeiða, har tú vilt í einum stórum parti av landinum. Eg haldi hetta eru nóg góð dømi til at halda fram við útbyggingum. Og halda uppat at tosa um at koyra frítt, tá tunlarnir eru útgoldnir, men seta okkara land fremst. Og finna upp á nýggjar mátar at gjalda fyri bæði tunlar og brýr. Las nú ein dagin, at í onkrari bygd í Sandoynni er fólkatalið minkað við heilum 5 prosentum eftir einum ári. Tað ljóðar so syrgiligt. Og hvussu kunnu politikarar bara standa og hyggja at? Tað hevði verið deiligt, um teir bara tóku avgerðina, at vilja øllum Føroyum væl, ikki bara teirra heimstaði og granna­bygdum. Halda fram við tunnilsætlanum og soleiðis minka um útjaðaran. Tað er ikki nóg gott bara at tosa um at bremsa fráflytingini. Tí øll vita, hvat í hvussu so er hevði gjørt munin. Frá ALS varð sagt í seinastu viku, at fólk flyta heldur av landinum enn í t.d. aðra oyggj eftir arbeiði. Hetta sigur nakað um, hvussu nógv heimstaðurin hevur at siga fyri tey flestu. Serfrøðingarnir siga at fráflytingin úr Føroyum fer at økjast. So tað er ikki millum oyggjar­nar, at stríðið eigur at standa. Ólavsøka og tunlavónir Simona Weihe Tað er eina­ ferð um árið Nú er tjóðarhátíðin fyri framman. Sunnudagin og mánadagin halda føroyingar ólavsøku, og tá verður høvuðsstaðurin meira enn nakrantíð miðdepilin í landinum. Ólavsøkan byrjar so smátt í dag og í morgin, og so verður hátíðarhaldið í hæddini sunnudagin og mánadagin. Ólavsøka 28/7 og 29/7 Noah á Ó13 Leygarkvøldið verður árliga Ólavsøkukonsertin hildin í Tórsgøtu í Havn. Hesaferð koma gestir úr Danmark at verða við á konsertini, og eisini spæla kendir føroyskir bólkar. Noah og Svenstrup & Vendelbo fara á pallin saman við MC Hár, Swangah, Boys in a Band, Glóð og Páll Finnur Páll Ólavsøkukonsert Tórsgøta í Havn Leygarkvøldið 27/7 kl. 21.00 Stórt ólavsøkutiltak í Vágsbotni Seinastu árini hevur Miðlahúsið boðið fólk Í Vágsbotn til stórt ólavsøkutiltak. Soleiðis verður aftur í ár, tí ólavsøkukvøld kl. 22.00 bjóðar Rás2 livandi tónleik og undirhald av pallinum uttan fyri studio hjá Rás2. Í ár fara bispur og Torbjørn Jacobsen at halda alternativa ólavsøkurøðu, og Eyðun & Terji fara at undirhalda við sínum kendu sangum. Ólavsøkutiltak Vágsbotnur í Havn Ólavsøkudag 29/7 kl. 22.00 sendir á ólavsøku Rás2 spílar seg út við ólavsøkuradio alt vikuskiftið. Hita verður upp til ólavsøku longu í dag og í morgin, tá ið millum annað verður sent frá Ólavsøkukonsertini. Allar dagarnar verða gestir í studio, reportarar fara út millum fólk, og kappast verður um góðar vinningar. Eisini bjóðar Rás2 fótbóltsfrásagnir og góðan føroyskan tónleik. Ólavsøkuradio Rás2 26/7-29/7 Vælgerandi list Árliga listaframsýningin hjá Lions Club Tórshavn savnar í ár pengar til sjálvhjálparbólkin Beran, ið hjálpir børnum og ungum, sum hava mist foreldur ella systkin. 130 verk hjá 46 listafólk eru við á framsýningini. Ólavsøkuframsýning Müllers Pakkhús 26/7-29/7 klumma