Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juli 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Sera væl gekst hjá føroysku oyggj­a­leikaskjúttunum á Ber­muda. Tvey av tíggju gull­heið­urs­merkjum vóru vunn­in av skjúttunum. Føroysku skeet-skjútt­ar­ nir vunnu Føroyum fyrsta gullheiðursmerkið á leik­ u­num. Hetta var í kapp­ ing­ini fyri lið. Føroysku trap-skjúttarnir vunnu brons­u­heiðursmerki dag­in eftir, somuleiðis í lið­kapp­ ing­ini. Men hetta var ikki alt, Marius Joensen megn­aði at vinna gull í ein­stak­l­ing­ a­kapp­ingini í skeet-skjót­ ing. Hann vann eina sera spennandi kapping við ein­ um stigi framman fyri nr. 2. Tá skjótilandsliðið kom aft­ur, var stórfingin móttøka í Eydnuni á Oyrarbakka, sum Sunda Byrsufelag og Sunda Kommuna skipaðu fyri. Á mót­tøk­uni vóru fleiri heið­urs­røð­ur m. a. vóru at hoyra forkvinnan í ment­an­ar­nevnd­ini í Sunda Komm­unu Thordis Dahl Han­sen, fyrrverandi løg­ mað­ur Edmund Jo­en­sen og formaðurin í skjóti­sam­band­ i­num Jon­hard Klettheyggj. Oygg jaleikaskúttarnir vóru í skeet Sámal Debes og Mari­us Joensen báðir úr Sunda Skjótifelag. Skjúttarnir í trap vóru Esmar Andreasen úr Veið­i­fel­ag­num Byrsumúla og Ragnar Streym úr Sunda Byrsu­fel­ag. Ólavsøkudag hoyrdu vit løgmann seta út í kortið politikkin hjá lands­ stýrinum fyri næsta árið. Røðan er prentað her í blaðnum. Ólav­søk­u­ røðan er kumpassið, sum stýrast skal eftir í hesi tingsetu. Her verða stóru linjurnar teknaðar og und­ir­ bygdar við einum løglista, sum ger pol­i­tikkin ítøkiligan við neyðugu lóg­ar­upp­skotunum. Ein uppteljing av løglistanum frá ólavsøku í fjør vísir, at bara triðja hvørt lógaruppskot, sum varð frá­boðað á ólavsøku í fjør, er komin í­gjøgnum løgtingið. Hvat skulu vit so halda um løglistan í ár? Ólavsøkurøðan er besta am­ boðið hjá løgmanni at seta síni fingr­a­merki. Hetta er pallurin, har løg­maður tosar beinleiðis til fólk­ ið um tær avbjóðingar og mál, ið standa fyri framman. Tí kunnu vit eisini krevja, at vit fáa politikk ser­ v­e­r­aðan, tá løgmaður tekur orðið á ólav­søku. Og tí var tað hugstoytt at hoyra løg­mann tosa um frágreiðingar, sum eru komnar á borðið hjá lands­ stýr­is­fólkum farna árið – uttan at ítøkiliggera, hvat hesar skulu brúk­ ast til. Løgmaður sigur, at hann í fjør vildi hava ein arbeiðsbólk at skriva frágreiðing um fólkaflyting og fólk­ a­vøkstur. Frágreiðingina fingu hann og landsstýrið 5. apríl. Og tí er tað ikki í lagi, at løgmaður á ólav­søku í ár ikki kann stórt meira enn at kvitta fyri móttøku og annars for­ telja føroya fólki, at nøkur átøk eru sett í verk og onnur eru í umbúna. Í eini setanarrøðu frá løgmanni vænta vit meira. Um fiskivinnuna sigur løgmaður seg vilja hava eina breiða semju um, hvussu vit nýskipa okkara høv­uðs­vinnu. Og so letur hann okk­um vita, at lógaruppskot um fiski­vinnunýskipan verður latið løg­tinginum í hesi tingsetu. Eisini her vænta vit okkum meira av eini set­an­ar­røðu. Ólavsøkurøðan hevði ver­ið eitt gott stað at fortalt føroya fólki, hvat løgmaður ætlar við fisk­ i­vinn­uni. Og tá løgmaður í síni ól­av­søku­ røðu velur at tosa um tilfeingisgjøld í fiski- og alivinnuni, so má hann eft­ir­hondini vera meira ítøkiligur enn bara at siga, at uppskot um slík gjøld eftir ætlan verða løgt fram í heyst. Tá løgmaður enntá sjálvur í út­ varps­sam­røðu staðfestir, at hann við síni fimtu ólavsøkurøðu nú ikki long­ur kann sigast at vera við fyri at læra – ja, so mugu vit eisini vænta okk­um politikk frá løgmanni. Tað kann vera mikið hugnaligt at hoyra løgmann greiða frá, at Før­oy­ ar eru eitt deiligt land við deiligum menn­iskj­um og at tað annars gong­ur væl í okkara samfelag. Men lands­ins leiðari er settur at leiða, og tað má hann eisini viðhvørt fortelja fólk­i­num, hvat hann ætlar. Og tað knípti ólavsøkudag. Ólavsøkurøða løgmans manglaði politikk Hugnaløta í løgtinginum Stórfingin móttøka fyri oyggjaleikaskjúttunum Um­ vend Rob­ in Hood søga Levi Mørk kjak á síðu 22 Tunn­ ils­prát... Jákup Mikkelsen kjak á síðu 22 Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! “Vit fingu grind og spik til døg­urð­a”, siga nógv. Eisini stendur at lesa í tilmæli frá einum stovni, at vaksin fólk í mesta lagi skulu eta grind og spik til døg­urða 1-2 ferðir um mánaðin. – Hetta er ikki røtt orðing, tí orð­ið “grind” merkir “tvøst og spik”. Tískil er rætta orðingin: “Vit fingu grind til døgurða” og “eta grind til døgurða 1-2 ferð­ir um mánaðin”. Eisini ber til at siga “tvøst og spik”. Her kann verða trivið í reglu í yrk­ing eftir Rasmus Effersøe: “Gev mær bara tvøst og spik og seið”. Orðið “grind” er at finna í nógv­um samansettum orðum. Best kenda orðið man vera “grinda­boð”, ið er tað at boða frá, at grind er funnin. Fyrr var van­ligt at rópa grindaboð. Runn­ið varð millum bygdir við grind­a­boð­um ella kundi verða glað­að. “Hann leyp avstað sum við grind­a­boðum” verður sagt um ein, ið fer stórleypandi av­ stað. Sagt kann verða “tað fór sum grinda­boð um alt landið” um eitt­hvørt, ið frættist skjótt, fer sum rótasúpan. Eitt annað orð er grindatrøll; tað verður sagt um ein, ið er prestur ella sýsl­u­mað­ur í tíðarskeiði, tá ið ong­a­r grindir koma. Flogkyktið grinda­lokkur kenna vit øll; navn­ið stavar frá, at fólk áður hild­u, at hann boðaði frá grind. Grind kann eisini merkja “flokk­ur av grindahvølum”, t.d. ein stór grind legði beinini. Eitt tiltak er: her er roykur og eing­ in grind; tað verður sagt, tá ið nógv hóvasták er av ongum. Har­umframt kann orðið grind merkja “tað at reka og drepa grind”, t.d. ber til at fara í grind ella at koma úr grind. “At rógva sum í grind” verður sagt um at rógva sera hart. Spik er sum kunnugt lag­ ið av fiti, ið er undir húð ella hvølju á t.d. hvali og kópi. Spikið verður alt etið – uttan kúlu­spikið. Hart og seigt spik, t. d. av rust á grindahvali, verður nevnt sigg. Grind - tvøst Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum Marius Joensen, Ragnar við Streym, Sámal Debes, Esmar Andreasen og Johnhard Klettheyggj