Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juli 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt Á Varðanum Pelagic á Tvør­ oyri missa tey ikki svøvnin av hóttanini frá ES um boykott av føroyskum makreli og sild, umframt havnastongsul. Í staðin telja tey dagarnar, til nýggja frystigoymslan verður liðug, hálvan august. – Vandin fyri ES-boykotti hevur ligið har, onkustaðni í bakhøvdinum, líka síðani virkið byrjaði. Og vit hava alla tíðina lagt okkum mest eftir at selja til Russlands og Nigeria, sigur Bogi Jacobsen, stjóri. Okkurt um 80 prosent av fiskinum, ið Varðin Pelagic tekur ímóti, fer til hesar báð­ ar marknaðirnar. Meðan rávøran til Russ­ lands fer beinleiðis eystur til St. Pætursborg, so verður rávøran til Nigeria fyri tað mesta umskipað í Hollandi. Og tað kann gerast ein prakt­iskur trupulleiki, tá ES stongir sínar havnir fyri makreli og sild úr Føroyum, ásannar stjórin á Varðin Pelagic. – Ja, tað fer so ikki at bera til meira. Men so mugu vit í staðin fáa vøruna flutta beinleiðis niður til Nigeria. Tað krevur so aftur, at vit savna saman størri nøgdir at avskipa, sigur Bogi Jacob­ sen. Frystingin Í løtuni kann Varðin Pelagic goyma umleið 6000 tons av rávøru í senn. Men tá nýggja frystigoymslan verður tikin í nýtslu hálvan august, kann virkið goyma eini 12-14.000 tons. – Tað verður ein stórur fyri­munur fyri okkum, tí tá kunnu vit leggja arbeiðið betri til rættis, sigur Bogi Jacobsen, og vísir á, at stórur frystikapasitetur hevur alla tíðina verið ein fortreyt fyri virkinum á Tvøroyri, og tí er nýggja goymslan kærkomin. Gongd í Meðan aðrir partar av land­ in­um hava ligið mest sum lamnir um ólavsøkuna, so hev­ur verið fult trýst á maskin­unum á Tvøroyri. Bæði Jupiter og Saksaberg hava landað um ólavsøkuna, og týsmorgunin kom Trónd­ ur í Gøtu inn við 1300 tonsum. Tilsamans hevur Varðin Pela­ gic tikið ímóti umleið 9000 tonsum í juli mánað. Fyrr í summar var nógv av sild blandað upp í makrelin, men nú er minni av tí. Eitt nú er umleið 70 prosent av lastini hjá Tróndi í Gøtu makrelur, meðan restin er sild. Eingin kollvelting fyri okkum Varðin Pelagic hevur lagt seg eftir marknaðum uttan fyri ES. Nógv tann størsti parturin fer til Russlandi og Nigeria. Tí rakar eitt ES-boykott ikki so meint hjá virkinum á Tvøroyri Jón Brian Hvidtfeldt Tilsamans avskipaði reiðaríið hjá Norðborg og Christiani í Grótinum 80 bingjur við sild og makreli, ið alt fer inn á ES-marknaðin. Fiskurin fór av Klaksvík við Godafoss seinnapartin leygardagin. – Ja, vit valdu at fáa alt avstað. Vit fáa ikki fyrihildið okkum til annað, enn at ES- boykottið kemur. Og so mugu vit handla út frá tí, sigur Pól Huus Sólstein, sølustjóri hjá Norðborg og Christiani í Grót­inum. – Í rundari vekt selja vit sildina fyri 6-7 krónur kilo, meðan makrelurin fer fyri góðar 9 krónur kilo. Og tá skal tú hava í huga, at enn eru vit tíðliga í vertíðini, so allarhelst verður prísurin hægri í heyst, sigur Pól Huus Sólstein. Seinasta lastin Tað er tó við sorgblídni, at reiðaríið sendi tær 80 bingj­ urnar avstað. Tí hetta kann væl vera seinasta lastin inn í ES á hesum sinni. – Hetta er djúpt frustrer­ andi. Síðstu árini hava vit lagt okkum eftir at fáa besta prísin fyri okkara rávøru, og í dag er Norð­borg tað skipið í uppsjóvar­flotanum, ið fær mest burtur úr hvørjum kilo av rávøru. Nú verður alt okkara arbeiði skúgvað til viks, fullkomuliga gjørt til einkis. Og tað er ein syrgi­lig støða, sigur Pól Huus Sól­ stein. Hann vísir á áralangt ar­beiði at byggja upp góð viður­skifti við kundar í ES, sum nú er í vanda. – Jú, vit hava góð viður­ skifti við kundarnar. Men forrætning er forrætning. Og klára vit ikki at veita vøruna, so keypa kundarnir onkra aðrastaðni. So einfalt er tað, sigur Pól Huus Sólstein. Nýggir marknaðir Hóast ES stongir sínar havn­ ir og sín marknað fyri før­ oyskari sild og makreli, so ber væl til at sleppa av við rá­vøruna. – Jú, tað er eingin trupul­ leiki. Vit kunnu saktans selja alla okkara vøru til Russlands og Nigeria, men tað verður also fyri ein heilt annan prís, sammett við í dag. Tað kostar okkum fleiri krónur fyri hvørt einasta kilo av rávøru, sigur Pól Huus Sólstein. Hóast goymslurnar hjá Norðborg og Christiani í Grót­inum eru tómar í løt­ uni, so verður ikki leingi, til reiðaríið aftur má senda rávøru avstað. – Vit fáa goymt eini 5000 tons, og tí noyðast vit at av­skipa vøruna, hóast ES- boykottið verður veruleiki. Men tá verður tað sum nevnt til aðrar marknaðir, sum langt frá gjalda sama prís, sigur Pól Huus Sólstein. Djúpt frustrerandi Leygardagin vórðu 1700 tons av sild og makreli avskipað av Klaksvík, og goymslurnar hjá Norðborg og Christiani í Grótinum eru nú tómar. Alt mátti avstað, áðrenn ES stongir sínar havnir fyri innflutningi úr Føroyum Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Han­ us Hansen, stjóra á Faroe Pelagic, til hetta blaðið. Heldur ikki bar til at fáa fatur á nevnd­ ar­formanninum, Dirk- Jan Parlevliet. Faroe Pelagic Hjá Varðanum Pelagic fer mesta rávøran til Russlands og Nigeria, og tí ávirkar eitt ES-boykott ikki virkið stórvegis Leygardagin fóru 80 bingjur við sild og makreli frá Norðborg og Christiani í Grótinum við Godafossi niður á ES-marknaðin. Talan er um seinastu lastina, áðrenn ES stongir sín marknað fyri sild og makreli úr Føroyum Mynd: Dávur Winther