týsdagur 30. juli 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eiðasørur løgmaður
Politikkur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður,
megnaði ikki at bera nakað av sínum málum í
Løgtingið farnu tingsetu. Landsstýrismaðurin í
vinnumálum, Johan Dahl, bar flest uppskot í Tingið
Rógvi Nybo
Á ólavsøku legði Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmaður,
ein nýggjan løglista fram. Í
løglistanum, sum løgmaður
leggur fram á ólavsøku, eru
øll tey mál, landsstýrið ætlar
at leggja fram í tingsetuni.
Løglistin er eitt sokallað
arbeiðsprogramm
hjá
landsstýrinum. Men í farnu
tingsetu gekk tó einki serligt
við at leggja tey mál fram,
sum ætlað var.
Uppgerðin á hesu síðu
vísir, at av teimum málum,
landsstýrið ætlaði at leggja
fyri Løgtingið í farnu tingsetu,
átti landsstýrismaðurin í
vinnumálum, Johan Dahl,
tey flestu, meðan løgmaður
sjálvur eingi mál legði fyri
Løgtingið.
Serliga er tað Løgmans
skrivstovan, ið haltar eftir,
tá talan er um at bera mál í
Tingið. Í løglistanum stóðu
ellivu mál, ið Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður, ætlaði
at leggja fyri Løgtingið. Men
einki
av
málunum
kom
vegin fram í farnu tingsetu.
Somuleiðis
ganga
heili
fimm av sjey málum aftur í
nýggja løglistanum, sum løg
maður legði fyri Tingið hesa
tingsetuna.
Fiskimálaráðið frægast
Í farnu tingsetu var tað
bert
landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum, Jacob
Vestergaard, ið megnaði at
leggja øll málini á løglista
num fram. Tó skal sigast, at
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum
bert
hevði
trý mál at leggja fram, og
hesi funnu øll vegin fram í
Løgtingið.
Bjørn Kalsø, landsstýris
maður í mentamálum, legði
fimm av trettan málum í løg
listanum fyri Løgtingið.
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum, Johan Dahl,
legði seks av 16 málum fyri
Tingið, meðan landsstýris
maðurin
í
fíggjarmálum,
Jørgen Niclasen, legði fýra
av 11 málum fram.
Karsten Hansen, sum er
landsstýrismaður í heilsu
málum, legði trý av átta
málum fram, meðan Kári P.
Højgaard, landsstýrismaður
í innlendismálum, legði tvey
lógaruppskot av átta fyri
Tingið.
Annika Olsen, landsstýris
kvinna í Almannamálum,
legði eitt uppskot fyri Løg
tingið av teimum fýra mál
unum, ið vóru fráboðað í
ólavsøkurøðu
løgmans
í
2012.
rogvi@sosialurin.fo
Løgmansskrivstovan (0/11)
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og
málsøkjum (yvirtøka av málsøkjunum útlendingaøki og marknaeftirlit)
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn
landsstýrismanna v.m.
÷ Uppskot til verklagslóg um Stokkastovu
÷ Uppskot til samtyktar um, at Føroyar taka undir við sáttmálanum um
havnatiltøk fyri at fyribyrgja, basa og útiloka ólógligan, ófráboðaðan og
óskipaðan fiskiskap
÷ Uppskot til samtyktar um at gera broytingar í NAFO-sáttmálanum
÷ Uppskot til samtyktar um Norðurlendskan sáttmála um sosiala trygd
÷ Uppskot til samtyktar um Sjálvbodna frumskjalið um barnasølu,
barnaskøkjulevnað og barnapornografi tilhoyrandi Barnarættindasáttmálanum
÷ Uppskot til samtyktar um Sáttmála Sameindu tjóða móti skipaðum brotsverkum
um landamørk
÷ Uppskot til samtyktar um Frumskjalið at fyribyrgja, basa og revsa mannahandli,
serliga handli við kvinnum og børnum, tilhoyrandi Sáttmála Sameindu tjóða
móti skipaðum brotsverkum um landamørk
÷ Uppskot til samtyktar um Sjálvbodna frumskjalið tilhoyrandi Sáttmálanum um
rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek
÷ Aðalorðaskifti um frágreiðing um uttanríkispolitikk
Fíggjarmálaráðið (4/11)
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og
kommunuskatt
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
÷ Uppskot til løgtingslóg um at broyta linkingarhátt frá eksemptión til credit
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arvaavgjald
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald við skráseting av
motorakførum
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld á framleiðslu og
innflutning
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av
motorakførum
÷ Uppskot til løgtingslóg um skatting av eftirlønum
÷ Uppskot til ríkislógartilmæli um fíggjarligt virksemi
Fiskimálaráðið (3/3)
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn
Vinnumálaráðið (6/16)
÷ Uppskot til løgtingslóg um fjarskifti
÷ Uppskot til løgtingslóg um produkttrygd
÷ Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsmarknaðarráð
✔ Uppskot til løgtingslóg um seming í arbeiðsósemjum
÷ Uppskot til løgtingslóg um pakkaferðir, pakkafrítíðir og pakkatúrar
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógini um trygd á sjónum
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sterkstreymsútbúnað
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um elinneleggjarar
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg
(vinnufelagslógin)
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi
÷ Uppskot til ríkislógartilmæli um dagføring av immaterialrættinum
÷ Uppskot til ríkislógartilmæli um sjólógina
✔ Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om luftfart
Mentamálaráðið (5/13)
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlalan
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg: eftirskúlalógin
÷ Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um skúlafyrisiting frá 1978
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útgávu av
undirvísingarmiðlum
✔ Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy
÷ Uppskot til broytingar í løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á
yrkisskúlunum
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til musikkskúlar
✔ Uppskot til løgtingslóg um størv í fólkakirkjuni
✔ Uppskot til løgtingslóg um upphavsrætt
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til mentan og list
v.m. og løgtingslóg um Mentanargrunn Landsins
÷ Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um yrkisskúlar
✔ Uppskot til løgtingslóg um mentanarsøgulig skip
÷ Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um lestrarstuðul
Heilsumálaráðið (3/8)
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir
fyri børn og ung
÷ Uppskot til løgtingslóg um forboð fyri at selja solarium til persónar
yngri enn 18 ár
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd
÷ Uppskot til løgtingslóg um ráðgevandi fosturtøkunevnd
÷ Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar »Lov om autorisation
af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed«
✔ Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar »Lov om
videnskabsetisk behandling af sundhedsvidenskabelige forskningsprojekter«
÷ Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar »Lov om brug m.v. af
radioaktive stoffer«
Almannamálaráðið (1/4)
÷ Uppskot til verklagslóg um ungdómspensjónat
÷ Uppskot til verklagslóg um sambýli til heilaskadd
✔ Aðalorðaskifti um eldrarøkt
÷ Uppskot til lógarbroytingar orsakað av játtanarkarmunum 2013
Innlendismálaráðið (2/8)
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til drekkivørur at
avloysa verandi lóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir
✔ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
✔ Uppskot til løgtingslóg um alment kunngerðablað
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógarkunngerð um ferðslu
÷ Ríkislógartilmæli um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af
udlændingeloven
÷ Ríkislógartilmæli um broyting í Lov om pas til danske statsborgere m.v.
÷ Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um alment innlit
(skjalainnlit í starvsfólkamál)
Løglisti 2012