týsdagur 30. juli 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Nú Vilhjálmur fórst í hesi
syndarligu vanlukku, sum
hevur skelkað og nomið so
sáran við hvørt mansbarn í
landi okkara, eru her nøkur
fátak minningarorð, skrivað
við sera tungum sinni.
Vilhjálmur varð úr góðum
bergi brotin. Langabbin í
móðirlegg var hin skilvísi
og kendi Vilhelm Mohr, ið
búði á Skansagarði í Havn,
har Vilhjálmur eisini búði
og vaks upp síni fyrstu
barnaár. Abbin var Gunnar
Mohr býráðsskrivari. Hin
langabbin var hin múgvandi
skómakarin, Ísak Joensen,
ættaður úr Mykinesi. Omman
Brynhild andaðist fyri stutt
um, 99 ára gomul.
Langabbin
í
faðirætt
var
smiðurin
Sigmundur
Arge, ið var yngsti bróður til
Jákup Andrias Arge, Jampan,
ein av gomlu undangongu
monnunum í Havn. Omman
var Olivia, Liffa, úr Søljuni,
og har var Vilhjálmur ofta á
gátt sum smádrongur.
Hin langabbin var Jákup
Pauli uppi í Trøð í Kvívík,
og Magnus Gregoriussen
var abbi Vilhjálms. Skaldið
og fosturlandsvinurin Joan
Petur uppi í Trøð var lang
abbabeiggi Vilhjálms. Orðini
hjá Joan Peturi uppi í Trøð:
Líða vit Gud og lóg og rætt,
og dyrka vit vísdómsond, tá
birtist hjá føroyingum ljós
ari tíð at skína frá strond til
strond, verða sett her, Vil
hjálmi til minnis og heiður.
Umframt at vaksa upp
úti á Skansagarði, vóru Vil
hjálmur og bróðurin Gunnar
fleiri ár úti í Skúgvoy hjá
fólkunum á Skipagøtu. Har
fingu teir gott í beinini.
Komin til mans fór Vil
hjálmur til skips við “Fame”
við gitna skiparanum John
Dam sála. Tað er mær sagt,
at John var sera fegin um,
hvussu
væl
Vilhjálmur
royndist og hvussu skarst.
Eftir lokna skipsføraraút
búgving starvaðist Vilhjálmur
í fleiri ár sum ráðgevi í sjó
vinnuútbúgvingini í Menta
málaráðnum.
Men
Vil
hjálmur vildi náa longri, fór
at lesa víðari. Umframt at
vera skipsførari, nam hann
sær fleiri hægri útbúgvingar
innan KT, búskap og leiðslu.
Hann bleiv stjóri á Skipa
eftirlitinum og nú fyri ári
síðan tilnevndur stjóri á
Vinnuháskúlanum.
Hann
gleddi seg nógv til at fremja
hesa fyri samfelag okkara
so týðandi uppgávu, og før
leikan hevði hann góðan.
Hann varð ryktur úr hesum
heimi meðan lív og virki
hansara var í størsta blóma. –
Men, sum sagt verður, maður
kemur í mans stað, lat okkum
vóna, at so verður.
Við hesum fáu orðum
fari eg at senda tykkum,
Súsan, Andrias, Grimhild,
Gunnari, Angeliu, Anniku
og familjum tykkara boð um
djúpastu samkenslu. Gott
fylgi tykkum øllum.
Tá ið soleiðis er við andlát,
at orð ikki røkka ella hava
nakran veruligan ugga við
sær, ber til at bera ørindini
hjá stórskaldi okkara, Janusi,
Vilhjálmi til áminningar:
Ungur fórst tú felagsbróðir
Tú var drongur aðalgóður
og
Har ljós brenna fá undir
lágari lon,
sæst gjølla, tá eitt av teim
slóknar –
Tá maður verður fúkandi
fon,
hitt fámenta liðið hoknar.
–––
Vinir vit vóru tey farnu ár –
– vinir koma og fara –
ei sømir monnum at fella
tár,
tá ið tynnist í vinarskara.
Farbróðir tín Palli
Vilhjálmur Gregoriussen
Minningarorð
Til Høgna
eg hómi teg kámt í regninum -
í gráum jakka, gráum waders....og keppi.....
yvuri á Ritukletti, sjálvandi
tú stendur á lítlakletti og kastar langt!
Og út móti brotinum í Tjørnuvík -
eyguni kannandi allatíð...hvar springa síl?
Tá flóðin kom inn, vóru tey har
ein løta í tigandi kappfisking!
Uppi undir Stígum -
sveittin lak av okkum.... lýggja og góðveður
tey vørraðu yvir tað heila
men tað kvøldið tóku tey ikki!
Á Nesi í Hvalba -
í skýming tá sílini komu
eg fekk tey flestu
men tú fekst tað størsta!
Í stovuni í Saksun -
við eini kaldari....tú smílist
sigur: hvat er lívið ikki herligt, Jensurin
er hetta ikki akkurát tað?
Eg hómi teg allastaðni, Høgni -
í hvørjum lukti, hvørjum liti, hvørjum lagi
tú vart umleið alt fyri meg
og nú ert tú ikki meira!
Nú veit eg onki, Høgni -
nú kenni eg meg einsamallan
og hann sigur frá regni í nátt
áarføri í Saksun...uttan teg!
---- -- ---- -- ---- -- ---- --
á góðasti Høgni -
Eg hómi teg kámt í regninum -
nú vendir tú rygg
og so knappliga.... ert tú ikki har meira
áarføri í Saksun, men tú ert farin!
Jens Christian