hósdagur 1. august 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Eyðgunn Samuelsen
kjak síða 17
Hvussu
nógv taka
yrkissút
búgving
Úr Bret
landi at
fylla 90
Vit kunnu vera samd ella ikki um,
hvussu skilagott tað er av okkara
lítla landi soleiðis at leggja seg út í
stríð við ES um makrel og sild. Men
føroyska tjóðin stendur saman um,
at Føroya eiga munandi størri part
av bæði makrel- og sildakvotum,
enn hini vilja tilluta okkum.
Tað er áhugavert at síggja, at
danska stjórin sigur seg stuðla før
oyska kravinum um at fáa ES og hini
londini aftur til samráðingarborðið.
Men løgið, at ES velur at seta so
strong tiltøk í verk bert eftir eitt
samráðingarumfar.
Veruleikin er uttan iva tann, at
tað eru heilt onnur áhugamál, ið
stýra. Tað eru stór virði, sum standa
upp á spæl, og tað er so lætt hjá tí
stóra at knúska tann lítla. Vit hava
sæð føroyskar reiðarar í Hirts
hals, sum eitt nú Gullak Madsen,
sum persónliga hevur møtt upp á
Christiansborg fyri at fáa donsku
stjórnina at knúska Føroyar. Ótrúliga
djarvt, fyri ikki at siga arrogant, at
slíkir menn hava so stór handilslig
áhugamál í Føroyum, at teir eiga í
meginpartinum av handilslívinum í
Havnini – og leiga út skrivstovur til
sjálvan fiskimálaráðharran.
Formaður
Fólkafloksins
var
frammi um at skapa samstarv við
aðrar konservativar flokkar í Evropa
– eitt nú bretska konservativa
flokkin. Jú slíkt samstarv er skilag
ott. Allir flokkar eiga at luttaka í slík
um politiskum samstørvum. Men tá
vit hoyrdu fyrrverandi forkvinnuna
í danska systirflokkinum hjá Jørgen
Niclasen – Lene Espersen í TV-
avísini, so kunnu vit bara fegnast
um, at Danmark ikki verður stýrt
av slíkum hástórum og arrogantum
politikarum. Hon er beinleis Føroya-
fíggindalig og til óbótaligan skaða
fyri føroysku tjóðina. Og vit tora
at pástanda, at hennara persónligu
áhugamál í familjureiðarínum í
Hirtshals kemur fram um politisku
hugsjónina. Slíkir politikarar eru
sera vandamiklir, og í hesum føri
ein beinleiðis hóttan ímóti ríkisfel
agsskapinum.
Stjórnarpolitikararnir látast duga
betur. Men ríkisfelagsskapurin skal
nú standa sína roynd. Hetta stríðið
er størsta hóttanin ímóti ríkisfelags
skapinum nakrantíð. Vit síggja nú,
hvørjar fíggindar vit eiga í Danmark,
bæði millum politikarar og okkara
egnu landsmenn, sum mest og best
hugsa um bankabókina.
Men stóri trupulleikin er, at vit
ikki duga nóg væl at tala okkara
søk í Danmark og als ikki vinna ljóð í
ES. Eingin annar ger tað fyri okkum.
Vit verða tí traðkað niður fyrst og
fremst av kapitalinum – og síðani
teimum, sum ikki hoyra okkum og
tí ikki duga at skilja okkara støðu.
Tá pengarnir hava valdið
Tinglimir og almenningur
fáa ikki at vita, hvat stendur í
avtaluni um at fíggja, byggja
og reka Eysturoyartunnilin.
Tað staðfestir Kári P. Høj
gaard, landsstýrismaður í
innlendismálum enn eina
ferð, nú Løgtingið viðgerð
ólavsøkuørøðu løgmans.
Nú skal Løgtingið viðgera
spurningin í næstu viku, men
landsstýrismaðurin
hevur
áður ført fram, at tinglimir,
og almenningur, fáa ikki
innlit í avtaluna við privata
felagið.
Í morgun spurdi Janus
Rein, uttanflokkatingmaður,
landsstýrismannin um hann
framvegis meinar tað í full
um álvara, at avtalan um
størstu útbygging í Føroya
søgu, skal vera loynilig.
Hann staðfesti eisini, at
eftir tí, hann hevur fingið
upplýst, er avtalan so góð fyri
privata felagið, at hann hev
ur kenslu av, at felagið hev
ur sitið báðu megin borðið í
samráðingunum.
Aksel V. Johannesen tók
táttin upp og helt, at opin
leiki er grundleggjandi fyri
fólkaræðið og verður tunn
ilin verandi loyniligur, kann
Løgtingið ikki viðgera málið
og almenningurin fær heldur
ikki kjakast um hann.
Kári P. Højgaard sigur, at
tað er rætt, at avtalan er í
trúnaði.
Og hann staðfestir som
uleiðis, at at avtalan verður
verðandi í trúnaði og tað
heldur hann eisini, at tað er
í lagi.
Onnur
landsstýrisfólk
samráðast um fiskivinnumál
og oljumál og har eru eisini
partar í sáttmálunum loyni
ligir.
- Og tað haldi er eg rætt,
staðfestir hann.
Annars avsannar hann,
at privata felagið hevur sit
ið báðu megin borðið, tí ser
frøðingar frá báðum pørtum
hava verið við.
Og hann heldur, at landið
hevur fingið eina góða avtalu,
leggur hann afturat.
Aksel V. Johannesen sigur,
at orsøkin til, at slíkar avtalur
eru í trúnaði, er í teimum
førum, har áhugamálini hjá
landinum eru í vanda.
Eitt nú ber tað ikki til, at
føroyski taktikkin í fjølmiðl
unum í sambandi við sam
ráðingar við onnur lond um
fiskirættindi, verður kunn
gjørdur í miðlunum framm
anundan.
- Men hvørji áhugamál
hjá
landinum
eru
í
vanda
í
sambandi
við
Eysturoyartunnilin, spurdi
Aksel V. Johannesen.
Kári P. Højgaard skilti
rætt og slætt ikki spurningin,
tí hann vísti á, at miðlarnir
høvdu
verið
fullur
av
upplýsingum um málið, so
hann helt ikki, at nøkur sam
ráðing í trúnaði hevur verið
so almenn, sum hendan.
Avtalan skal vera loynilig
– Í Føroyum mugu vit ansa
eftir at vit ikki útbúgva okk
um ov nógv og ov skeivt.
Tað heldur Elsebeth Mer
cedis Gunnleygsdóttir, ting
kvinna fyri Fólkaflokkin og
forkvinna í Rættarnevndini
hjá Løgtinginum.
Hon spyr, um tað er
rúmd fyri í føroyska sam
felagnum at útbúgva løg
frøðingar, stjórnmálafrøð
ingar og søgufrøðingar í
hópatali.
– Hvar í Føroyum
skulu tey fáa arbeiði eftir
loknan
lestur,
spurdi
hon, tá Løgtingið í gjár
umrøddi ólavsøkurøðuna
hjá løgmanni.
– Ella mugu tey verða
verandi
uttanlands.
Tað er ein spurningur,
vit eiga at seta okkum
sjálvum, legði hon aft
urat.
Tí fegnast hon um ætl
anina hjá samgonguni
at taka upp samstarv
við vinnuna at útgreina,
hvørjum útbúgvingum
tørvur er á í Føroyum.
– Vit eiga at ansa
eftir, at vit ikki brúka
nógvar pengar og ov
langa tíð upp á at yvirút
búgva fólk. Vit skulu heldur
útbúgva fólkið
til tað,
vit
liva
a v ,
heldur
hon.
Ov nógvir akadem
ikarar í Føroyum...
Hví eru vit, sum fiska
prosentini oman fyri 100...?
Lene Espersen er størsta hóttanin móti
føroysku tjóðini...