Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Í frágreiðing løgmans á ólavsøku kom Kaj Leo Holm Johannesen heilt stutt inn á støðuna hjá fjølmiðlunum. Hann staðfesti, at virk­sem­ið hjá Kringvarpi Før­oya nú er savnað undir somu lon, og at ein skrá er gjørd til útbygg­ ingina í Sortudíki, ið skal bøta um arbeiðs­um­støður­ nar í stovni­num. Og so segði løg­maður eisini: »Til tess at tryggja Kring­ varpi­num ein effektivan rakst­ur, samstundis sum privatu miðlarnir eisini skulu hava umstøður at virka, verður fíggjarliga grund­ar­ lagið endurskoðað«. Bjørn Kalsø, lands­stýris­ maður við mentamálum, vátt­ar, at hetta er nak­að, tey ar­beiða við í Menta­mála­ráð­ num. - Vit tosa millum annað um í hvønn mun tað er rætt, at Kringvarpið skal fíggjast við hjálp frá lýsingum. Lýs­ ing­ar­nar eru ein partur av inntøkugrundarlagnum hjá Kringvarpinum, og har mugu vit finna ein loysn, sum kann kompensera fyri mistu lýsingarinntøkurnar, um hesar hvørva partvíst ella heilt. Men vit mugu eisini tosa um lýsingarnar kunnu hvørva fult og heilt úr Kringvarpinum, tí vit hava bara eina sjón­varps­rás, sum kann hýsa sjón­varps­lýsing­ unum, sum verða gjørdar, sigur Bjørn Kalsø. MVG-frítikið gjald Ein av møguleikunum, sum Bjørn Kalsø nevnir, ið kann tryggja Kringvarpinum fleiri peng­ar, um lýsingarinntøkur stovn­ins minka munandi, er at frítaka Kringvarpsgjaldið fyri meirvegisgjald. Hetta er einki ókent fyribrigdi í før­ oyska fjølmiðlaheiminum, tí í dag eru avísir og bløð – og bøk­ ur eisini – frítikin fyri MVG. Sum er enda 25 prosent av Kringvarpsgjaldinum í landskassanum. Við at frí­ taka Kringvarpsgjaldið fyri MVG, so verða inn­tøkur­nar til Kringvarpið øktar sam­ svar­andi, um Kring­varps­ gjald­ið ikki lækkar. Og hetta sær Bjørn Kalsø sum eina møgu­leika. Eingin útber­ ingarstuðul Tað er ein royndur lutur, at føroysku fjølmiðlarnir hava ógvu­liga truplar um­støður at virka und­ir. Hetta hava ábyrg­d­ar­blað­stjórn­ar­n­ir á stóru bløð­unum báðum, Eirik­ur Linden­skov og Árni Greger­sen, víst á í fleiri við­ tal­um og oddagreinum sein­ astu árini. Í londunum kring okkum eru stuðulsskipanir til pri­ vatu miðlarnar púra van­ lig­ar. Hesar skulu javnseta pr­i­vatu og public service mið­l­ar­nar. Ein skipan er út­ ber­ing­ar­stuðul, har stuðul verð­ur latin til teirra, sum hal­da bløð. - Um henda skipanin varð galdandi í Føroyum, so merkti tað millióna sparingar til bæði tey stóru bløðini, Sosialin og Dimmalætting, hevur Eirikur Lindenskov, ábyrgd­arblaðstjóri í Sosiali­ num, áður víst á. Men Bjørn Kalsø heldur ikki, at beinleiðis stuðul til privatu miðlarnir er nak­ að gott hugskot. Hann sær heldur, at teir fáa betri um­ støð­ur at kappast um lýs­ ingar­nar – og at inn­tøk­urnar sum Kringvarp Føroya í dag vinn­ur í beinleiðis kapping við privatu miðlarnar koma inn á annan hátt. Tað er hetta, sum tey gera eitt upplegg um í Menta­ mála­ráð­num í løtuni – og sum síðani verður tikið upp í breið­um politiskum høpi, har and­støð­an eisini verður hoyrd, sigur Bjørn Kalsø. rolant@sos.fo Einki MVG á Kringvarpið fjølmiðlar Er tað rætt, at Kringvarpið rúmar lýsingum og kann ein møgulig MVG- avtøka av Kringvarpsgjaldinum kompensera fyri mistar lýsingarinntøkur? Hetta verður umrøtt í einum uppleggi, sum arbeitt verður við í Mentamálaráðnum júst nú Til tess at tryggja Kring­varpi­num ein effektivan rakst­ur, samstundis sum privatu miðlarnir eisini skulu hava umstøður at virka, verður fíggjarliga grund­ar­lagið endurskoðað løgmaður í ólavsøkurøðuni Við at frí­taka Kringvarpsgjaldið fyri MVG, so verða inn­tøkur­nar øktar sam­svar­andi, um ­gjald­ið ikki lækkar. Tað er ein møguleiki fyri fleiri inntøkum til Kringvarpið Bjørn kalsø