hósdagur 1. august 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Til 125 ára dagin hjá Nólsoy
ar kirkju var eitt kór sett á
stovn, sum var við til at há
tíðarhalda dagin. Eisini er
komin ein bók út um kirkj
una, Kirkjan á Tanganum, í tí
sambandi.
Hesaferð
hevur
tóna
skaldið, Leif Hansen, gjørt
eina kantatu eftir yrking hjá
Johannu Mariu Skylv Han
sen, sum verður frumfram
førd á hátíðar gudstænastuni,
sum verður nú sunnudagin 4.
august.
Fróðarmaðurin,
Egon
Hansen, skrivar soleiðis í
sambandi við 150 ára dagin
hjá kirkjuni:
»Tað var 2. august 1863, at
Andreas Djurhuus táverandi
Føroya próstur, vígdi Nóls
oyar kirkju, Kirkjuna á Tang
anum, sum Hans A. Djurhuus
skald so vakurt nevnir hana í
yrkingini við sama navni.
Tann hvítmálaða Nólsoy
ar kirkja, stendur dygst niðri
við sjóvarmálan. Á Kirkju
tanganum, ið staðið eitur. Har
sjógvurin á sumri á stórari
fjørðu, kínir tann tara og
slýggjvaksna Kirkjutangan,
og so um veturin tá land
synningsaldan brýtur um
tangan og inn á víkina. Tá
koma skaldaorðini hjá Tróndi
á Malarenda fram fyri ein: Tá
kundi ei orð eg mæla«.
Tað er júst Egon Hansen,
ið er høvundurin til bókina,
Kirkjan á Tanganum, sum
kom út fyri 25 árum síðani,
og hann veit nógv at siga frá
um Nólsoyar kirkju.
Hann heldur fram:
»Tað menn vita um, hava
allar kirkjur í Nólsoy undan
hesari staðið á Kirkjutang
anum. Tó sigur søgnin, at
í katólskari tíð skuldi eitt
bønhús standa í Eyggjagerði,
hóast eingin farvegur er
eftir tí har, ella nakar kann
ávísa, hvar tað hevur staðið.
Heldur ikki er nakar grevstur
aðrastaðni í Nólsoy enn í
gamla
kirkjugarðinum
á
Kirkjutanganum.
Í 1916 varð eitt Skírnarkar
funnið undir grevstri í kirkju
garðinum á Kirkjutanganum,
og sum er til skjals á Forn
minnissavninum. Hesin forn
lutur stuðlar eisini uppundir,
at kirkjurnar hava staðið
her. Sverri Dahl sáli metir,
at skírnarkørini, sum eru av
norskum uppruna, ivaleyst
eru komin til Føroyar í tíðar
skeiðnum millum 1100 og
1250«.
Hátíðarhalda dagin
Kórið, ið var sett á stovn til
125 ára dagin, var blandað kór,
ið helt fram við at liva í eini
15 ár, áðrenn tað hoyknaði og
gavst. Síðani hevur bygdin
fingið eitt manskór, sum nú
hevur hálvtannað ár á baki,
og tað er partur av nýggju
kantatuni, sum verður fram
førd komandi sunnudag.
Kantatukórið er rættiliga
stórt fyri eina so lítla bygd, tí
útvið 40 sangarar verða við
til at framføra nýggju kan
tatuna sunnudagin.
Hátíðardagurin
verður
sum nevnt 4. august við bispi
á odda, og eftir gudstænast
una verður ein døgurði fyri
bygdarfólki og gestum.
Um kirkjuna sjálva heldur
Egon Hansen fram:
»Í Nólsoyar kirkju eru
nakrir sera sjáldsamir altar
lutir. Kalikurin og diskurin
eru nevniliga keyptir frá
niðurlagda Argja hospitali
í 1804. Altarkannan, ið nú
stendur í sýnisskápi, er úr
glasi við etsingum og brýn
ingum á síðunum. Lokið á
kannuni er úr silvuri við árs
talinum 1709 íristum. Hetta er
elsta silvursmíð í Føroyum.
Á altarinum eru fýra
stakar. Tveir stórir, ið eru
keyptir fyri kirkjutíggjund
og tveir smærri, ið eru
givnir av H.A.Djurhuus og
M.A.Jacobsen í samsýning
fyri umrødda skírnarkarið,
ið Fornminnissavnið fekk í
varðveiðslu.
Á altarinum stendur eisini
ein kristusmynd, ið Poul
í Búð (1791 – 1857) í Nólsoy
hevur skorið út. Poul í Búð
var ein av føroyingunum,
sum í 1839 var kanningarferð
við Pløyen, amtmanni í Het
landi«.
Hátíðargudstænastan
verður í kirkjuni nú sunnu
dagin klokkan 12.
Nólsoyar kirkja 150 ár
Sunnudagin hátíðarhalda nólsoyingar, at kirkja teirra, Kirkjan á Tanganum, fyllir 150 ár við gudstænastu,
har ein spildurnýggj kantata eftir Leif Hansen, Kirkja á tanga, verður framførd á fyrsta sinni
Leif Hansen hevur skrivað kantatuna, og verður eisini dirigentur til frumframførsluna
Mynd: Evy Toftegaard Nielsen
Nólsoyar kirkja fyllir 150 ár í dag, 2. august
Mynd: Leo Poulsen
Ein partur av kórinum, frá vinstru Jeanne L. Holm, Elsa Johannesen, Anna Marna Hansen, Anna
Thomsen, Elsa Poulsen, Una Hansen, Sigrid Thomsen, Malan Hansen og aftast av monnunum
síggjast Jákup av Skarði, Jógvan Thomsen, Jóannes Jacobsen og Sune Hansen
Mynd: Evy Toftegaard Nielsen