hósdagur 1. august 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Eins og væntað tók ein breið
ur meiriluti av limalondunum
í ES undir við at seta í verk
handilstiltøk móti Føroyum,
tá málið var fyri í serligu
fiskivinnunevndini hjá ES.
Men enn er eingin dato settur
á, nær tiltøkini koma í gildi.
Ein teknisk gjøgnumskriving
av lógaruppskotinum skal
gerast fyrst.
Men hóast tann gjøgnum
skrivingin kann broyta eitt
sindur, so stendur greitt,
at sild og makrelur úr Før
oyum sleppur ikki inn á
marknaðirnar í ES. Eisini
stongir ES sínar havnir fyri
transit av sild og makreli til
aðrar marknaðir uttanfyri
Evropeiska Samveldið. Tað
kann í sær sjálvum geva
føroyskum útflytarum ein
praktiskan trupulleika, tí
uppsjóvarfiskur, ið verður
seldur til Afrika, verður oftast
umskipaður í hollendskum
havnum.
Hinvegin er líkt til, at
boykottið ikki fer at fevna
um innflutning úr ES til Før
oya av skipum og útgerð til
skip, sum fiska makrel og
sild.
Dagurin
Fleiri hava roknað við, at
tiltøkini
móti
Føroyum
fóru at koma í gildi innan
eina viku eftir samtyktina í
fiskivinnunevndini hjá ES.
Men so verður ikki. Bíðað
verður eftir teknisku gjøg
numskrivingini
av
lógar
heimildini. Sambært lands
stýrinum kunnu tað tí ganga
nakrar vikur, áðrenn ES
Kommissjónin setir tiltøkini
í verk.
– Út frá tí, sum vit hoyra
nú, verða tiltøkini sett í verk
um mánaðarskiftið august-
september, sigur Jacob Vest
ergaard, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum.
Tað gevur landsstýrinum
eina framhaldandi vón um
at
kunna
sleppa
undan
revsitiltøkunum,
vísandi
til samráðningarfund, ið er
avtalaður fyrst í september.
Eisini í donsku stjórnini
gevur aktuella støðan, har
eingin dato framvegis er
settur á sanktiónirnar, eina
spinkla vón um at sleppa
undan.
– Undir øllum umstøðum
tulki eg støðuna soleiðis,
at vit hava fingið eitt eyka
skotbrá. Og tað skotbráið
mugu vit brúka aktivt fyri at
fáa partarnar aftur til sam
ráðingarborðið, sigur Mette
Gjerskov.
Í samrøðu við Rás2 miku
dagin ásannaði danski mat
vøruráðharrin, at vónin um at
finna eina samráðingarloysn
og harvið sleppa undan
sanktiónum er spinklari enn
áðrenn samtyktina í fiski
vinnunevndini í ES.
– Men bara tað at eing
in dato er settur á, nær
sanktiónirnar koma í gildi,
velji eg at tulka sum eitt
signal um, at man er til
reiðar at samráðast. Og tað
haldi eg, at partarnir áttu at
tikið til sín og komið aftur
til samráðingarborðið, sigur
Mette Gjerskov.
Í samrøðuni við Rás2 stað
festi Mette Gjerskov enn
einaferð, at Danmark noyðist
at fylgja meirilutaavgerðini í
ES og áseta somu sanktiónir
móti Føroyum sum hini lond
ini í ES.
Samráðingar
Í kjalarvørrinum á samtyktini
í fiskivinnunevndini hjá ES
sendi Løgmansskrivstovan út
tíðindaskriv, har landsstýrið
fordømdi avgerðina.
Eisini sigur landsstýrið
seg undrast á, at tiltøkini nú
eftir øllum at døma verða
sett í verk, um sama mundið
sum nýggjar samráðingar eru
avtalaðar millum stranda
londini.
– Vit hava avtalað fund
fyrst í september. Og tí er
tað ótrúliga undarligt, at
ES brúkar hetta ólógliga
amboðið, sum handilstiltøkini
eru. Í staðin átti ES at komið
aftur til samráðingar, soleiðis
sum man hevur skyldu til
sambært altjóða lóg. Men tað
fer at síggja meira og meira
undarligt út, at tiltøk verða
sett í verk, kanska dagin fyri
at strandalondini hittast at
umrøða býtið fyri 2014, sigur
Jacob Vestergaard.
Jacob Vestergaard sigur
seg framvegis hava vónir um,
at fundurin millum stranda
londini, sum er avtalaður at
vera fyrst í september, kann
slóða fyri einum nýggjum
og eftir føroyskum tykki
meira rættvísum býti av
uppsjóvarfiskinum í norður
atlantshavi.
Sild og makrelur úr Føroyum sleppur ikki inn á ES-marknaðin
og kann heldur ikki umskipast í havnum í ES. Og uppsjóvarskip
sleppa heldur ikki í ES-havnir. Sanktiónirnar móti Føroyum eru
samtyktar, men enn er eingin dato settur á, nær tær koma í gildi
Jón Brian Hvidtfeldt
Fiskivinukommisser
urin hjá ES, Maria Dama
naki, var nøgd eftir at
greiður meiriluti av fiski
vinnunevndini
hjá
ES
hevði samtykt at seta í
verk handilstiltøk móti
Føroyum.
– Eg fegnist um, at
nevndin stuðlar áheitanini
frá Kommissjónini um at
seta handilstiltøk í verk
móti Føroyum. Havandi
í huga álvaran í málin
um og manglandi sam
starvsviljan hjá føroysku
myndugleikunum høvdu
vit einki val, annað enn
at taka neyðugu stig
ini fyri at tryggja eina
burðardygga veiðu eftir
sild, segði Maria Dama
naki í almennari fráboðan
mikudagin.
Í
fráboðanini
vísir
fiskivinnukommisserurin
enn einaferð á, at Føroyar
hava trífaldað sína kvotu,
og tað gongur út yvir
fiskastovnin.
Samtyktin í fiskivinnu
nevndini hjá ES verður nú
løgd aftur fyri Kommis
sjónina, sum sambært
Damanaki fer at taka
endaliga avgerð seinni í
august.
Avgerðin
hjá
fiski
vinnunevndini
hjá
ES
fellur í góða jørð hjá upp
sjóvarvinnuni í ES, sum
longu er farin at rógva
framundir, at longu sam
tyktu tiltøkini eiga at vera
herd uppaftur meira.
Á hinum bógnum var
landsstýrið
mikudagin
úti við eini fordøming. Í
fráboðan úr Tinganesi
segði løgmaður millum
annað soleiðis:
– Tað er stuttskygd
og illa umhugsað av ES
at taka eitt tílíkt ólóg
ligt
stig
móti
einum
av
sínum
nærmastu,
evropeisku
grannum
og
samstarvsfeløgum.
Føroyar
eru
møguliga
smáar, men vit liggja
strategiskt væl fyri og
eru ein týðandi aktøkur
í samband við uppsjóvar
fiskastovnunum í land
nyrðingspartinum av At
lantshavinum. Eg havi ilt
við at síggja, hvat endamál
hesi tiltøk hava, annað
enn at verja áhugamáliðni
hjá fiskivinnuni í ES.
Reaktiónirnar
Sum vera man eru reaktiónirnar
ymiskar í kjalarvørrinum á
avgerðini í fiskivinnunevndini
hjá ES. Damanaki og uppsjóvar
vinnan í ES eru nøgd, meðan
landsstýrið fordømir avgerðina
Gita nú um dagar
til boykott