hósdagur 1. august 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GULLBERG SOKKIN
Lagt til rættis: Rógvi Nybo
Rógvi Nybo
Hetta var ein góður kjansur
at fáa hjá bert 20 ára gamla
Robert Andreasen úr Vest
manna. Fyri einum góðum
mánaði síðani fekk hann
prógv sum ein tann yngsti
maskinmeistarin
nakran
tíð í Føroyum, og fyri eini
viku síðani mynstraði hann
sum
maskinmaður
um
borð á Gullbergi. Men túr
urin til makrelfiskiskap við
Gullbergi skuldi vísa seg
at fáa ein heilt øðrvísi og
meira dramatiskan enda,
enn nakar yvirhøvur kundi
ímyndað sær.
Um klokkan 8 miku
morgunin fer ein alarmur í
gongd á Gullbergi, sum ger
manningini greitt, at okkurt
er áfatt í maskinrúminum. Tá
alarmurin fer í gongd stendur
maskinmaðurin Robert og
hjálpir til á fabrikkini, har
teir júst eru byrjaðir at hag
reiða makrelin, teir lítlan
tíma áðrenn høvdu fingið
umborð.
- Eg hoyri, at alarmurin
fer í gongd. Men eg hugsi ikki
stórvegis meira um hetta, tí
alarmurin fer javnan í gongd
fyri maskinrúmið umborð
á einum slíkum skipi, og eg
visti at meistarin var har
og fór oman í maskinrúmið.
Alarmurin koyrir í eini 10 til
15 sekund, so sløknar hann
aftur. Men so gongur ein
lítil løta og alarmurin fer í
gongd aftur, og tá leyp eg
so niður í maskinrúmið. Tá
kemur meistarin ímóti mær,
og sigur við meg, at her var
alvorligt.
Sjógvurin fossar inn
Tað gerst skjótt greitt fyri
meistaranum
og
20
ára
gamla
maskinmanninum
Robert, at støðan er rættiliga
alvorlig. Sjógvur fossar inn í
maskinrúmið á Gullbergi, og
longu tá Robert kemur niður
í maskinrúmið, er tað við at
fyllast.
- Vit royna so beinanveg
in at fáa koblað neyðgenera
torin til, soleiðis at skipið ikki
verður myrkt og pumpurnar
ikki ganga fyri. Men vit fáa
ikki gongd í neyðgeneratorin
beinanvegin, greiðir Robert
frá.
Tað eydnast teimum tó at
fáa gongd á neyðgeneratorin
eftir einari løtu. Men sjógv
urin fossar samstundis inn í
maskinrúmið, og tað er bein
anvegin so mikið djúpt, at
tað er ógjørligt hjá teimum
at fara niður at finna og bøta
um lekan.
Skalkaðu av
- Eg fór so í gongd við at
skalka allar hurðarnar til
maskinrúmið av, soleiðis at
ikki øll reyvin á skipinum,
har maskinrúmið er, skuldi
fyllast
við
sjógvi,
sigur
Robert.
Á henda hátt kundu teir
royna at vinna sær nakrar,
skuldi tað vísa seg dýrar
barar, minuttir, har skipið
enn flýtur. Hetta er vanlig
mannagongd, tá so illa stend
ur til, at maskinrúmið er við
at fyllast í sjógvi.
- Eg fór so í kontrolrúmið
at skalka av, men tá fáa vit
svart skip, og vit fáa ikki
neyðgeneratorin inn aftur,
greiðir Robert frá.
Hetta kann ikki henda
Tað eru ikki nógvir tankar,
ið streyma gjøgnum høvdið
á unga vestmenninginum,
meðan teir stríðast við at
skalka av og bjarga skipinum.
Hann hevur júst fingið sítt
prógv sum maskinmeistari,
tó at hann enn manglar
siglingstíðina – nakað hann
skuldi fáa sær millum annað
við avloysarakjansinum um
borð á Gullbergi. Við síni út
búgving og teimum skeiðum,
ið hartil hoyra, veit hann,
hvat gerast skal, og so er bara
at fáa tað gjørt sum skjótast.
- Tað einasta, eg faktisk
hugsaði, var, at hetta kann
ikki henda. Tað hugsar mann,
tá mann fer út við einum
skipi, at sovorið kann als ikki
henda, sigur Robert Andrea
sen.
Stríddist til tað síðsta
Av góðum grundum veit Ro
bert ikki at siga, hvussu hini
umborð hava reagerað upp
á støðuna. Sjálvur stríddist
hann, saman við maskin
meistaranum, til tað allar
síðsta við at royna at halda
skipinum lens og so at skalka
allar hurðar til maskinrúmið
av.
- Til síðst fór eg fram
í fabrikkina at skalka ta
seinastu hurðina niður til
maskinrúmið av. Áðrenn eg
skalkaði hana, vendi eg mær
líka við, fyri at tryggja mær,
at einki fólk var eftir aftan
fyri meg. Men har var einki
fólk, og so fór eg sum tann
síðsti upp úr maskinrúmi
num og so upp á brúnna.
Tá Robert kom upp á
brúnna, hevði skiparin longu
givið hinum í manningini
boð um at lata seg í yvir
livilsisdraktirnar.
Tá
var
greitt, at skipið mátti rýmast.
Fyrsti men ikki
seinasti túrurin
Á veg inn til lands aftur við
Sjagakletti, sum manningin
varð
bjargað
umborð
á,
gekk alt róliga fyri seg, og
manningin fekk prátað eitt
sindur um tað, sum farið
var fram. Og hendingin við
Gullbergi, sum sakk undan
bert 20 ára gamla Robert á
hansara fyrsta túri, hevur
ikki tikið mótið frá unga
vestmenninginum.
- Nei, tað haldi eg ikki at
tað hevur. Onkur kjansur fer
sikkurt at koma aftur, og eg
ætli mær nokk út aftur at
sigla, sigur Robert Andrea
sen.
Sum ein tann yngsti,
ið nakrantíð er útbúgvin
maskinmeistari,
er
hetta
neyvan tann byrjan, hann
hevði ynskt sær, men honum
munnu standa nógv góð ár
fyri framman enn.
rogvi@sos.fo
Fyrsti túrurin
Yngstur umborð 20 ára gamli og nýútbúni maskinmeistarin Robert Andreasen var síðsti
maður úr maskinrúminum á Gullberg, áðrenn hann sakk. Hetta var hansara fyrsti túrur eftir
lokna útbúgving, men túrurin fekk ein bráan enda eftir bert einari viku í fiskiskapi
Tíðarrøðin
Kl. 0800 (umleið)
Alarmurin í maskin
rúminum á Gullberg fer
í gongd
Kl. 08.15
MRCC-Tórshavn fær boð
frá alarmcentralinum
um, at trolarin Niels
Pauli hevði boðað frá, at
trolarin Gullberg hevði
brúk fyri pumpum, tí
hann lak illa í maskin
rúminum. Tyrlan og
Brimil fingu boð um at
fara til hjálpar. Tvær
pumpur blivu fluttar
umborð á Gullberg, ein
frá Niels Paula og ein
frá Atlantic Orion, sum
vóru staddir á leiðini.
Kl. 08.41
Niels Pauli boðar frá,
at nú eru bert trý av
manningini eftir umborð
á Gullberi, sum nú flýtur
tungt í sjónum og hevur
stóra slagsíðu.
Kl. 08.53
Niels Pauli boðar frá,
at øll manningin á
Gullbergi, níggju í tali,
er bjargað umborð á
Sjagaklett. Gullberg
hevur nú 70 stig
slagsíðu, og hekkan er
um at fara undir.
Kl. 09.01
Niels Pauli boðar frá
at Gullberg er sokkin
á positión 63º30,5 N
007º15,7 V.