Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GULLBERG SOKKIN Manningin á Gullberg kom í land í Vestmanna um klokk­an 19 mikukvøldið, tá Sjagaklettur legði at brygg­ ju. Vit vóru á staðnum og tóku ímóti teimum. Tumm­ a­s Christophersen, reið­ari, tók sjálvur móti enda­num, tá Sjagaberg legði at, og var millum teir fyrs­tu umborð at taka ímóti manningini. Eisini Mikk­jal Hammer, reiðari, tók ímóti mann­ing­ini í Vest­man­ na. Syrgt var fyri, at kreppu­ hjálp stóð teim­um í boði, tá tey komu at landi. Fólk á bryggjuni í Vest­ man­na vóru sjónliga ávirkað av hendingini. Manningin á Gull­bergi, sum taldi átta mans og eina kvinnu – her­ímill­ um dóttir reiðaran Tumm­as Christop­her­sen, Durita, sum var stýri­mað­ur, tókt­ist tó vera rólig og í rímu­liga góðum lag eftir um­støðu­num, tá tey komu í land. Onkur av teimum nær­ma­ s­tu vóru komin at taka ímóti, eitt nú við skóm og øðrum til manningina, so­leið­is at tey ikki noyddust í land í inniskóm. Skógvar og aðrir lutir eru stundir og umstøður sjálvsagt ikki til at taka við, tá mann­ing­ in noydd­ist í yvir­livilsis­drakt­ ir­nar og síðani umborð á mob- bátarnar. Tað var beint eftir klokk­ an 8 mikumorgunin, at boðað var frá, at Gullberg tók nógvan sjógv inn í maskin­rúmið og at teir høvdu brúk fyri pumpum. So nógvur sjógvur kom tó inn, at tað skjótt gjørdist mann­ ingini greitt, at tey ikki fóru at megna at halda lens. Bert ein góðan tíma sein­ni, beint eftir klokkan 9, sakk Gullberg, okkurt um 90 fjóðr­ingar norðanfyri Før­oy­ar. Lagt til rættis: Rógvi Nybo Tá Gullberg Skiparin á Gullberg, John Martin Poulsen, fer sum síðsti maður niður gjøgnum leytaran síðsti maður