Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 87 · 2. august 2013 2 VIKUSKIFTI Lítlu Føroyar og stóra ES bresta nú saman í einum sildakríggi, ið ikki hevur sæð sín líka. Og mitt í rokanum er Danmark, ið hálvhjartað roynir at tæna tveimum harrum, men illa fær gjørt annað enn fylgt ES, sum vil revsa Føroyar. Og kundi eisini Danmark gjørt annað, um føroyskir flytifuglar stóðu fremstir, nú skvettast skal í egið reiður? Mammon er harður harri og bert er bróðurleyst bak… At danskarar nú látast at tala okkara søk, er helst væl í seinna lagi, tí tað vóru danskarar, ið gingu á odda, tá ES í 1996 breyt seg inn í samstarvið um norðhavssildina og av órøttum ásetti sær sína egnu kvotu. Danskarar áttu slett ongan rætt til nakra sum helst sild og ES kanska eitt prosent av kvotuni, so um Føroyar fara allan vegin og royna málið í altjóða rætti, er kanska okkurt at fara eftir. Í øllum førum er ikki lætt at síggja nakað til burðardyggan fiskiskap hjá ES – hvørki tá ella nú. Føroyingar royna at finna sær aðrar marknaðir í Russlandi, Asia og Afrika, og tað er bara skilagott, tí nú hava vit veruliga sæð, hvussu gott tað er at hava vinarlag við ES – og harvið eisini Danmark, tí limaskapurin í ES stýrir í veruleikanum øllum í donskum politikki. Sokallaði ríkisfelagsskapurin er allíkavæl prísgivin, tí danskarar kenna væl til ES, men vita ikki ein lort um Føroyar. Tá vit nú skulu út at finna nýggjar marknaðir til útflutningin, kunnu vit akkurát tað sama eisini finna okkum nýggjar innflutnings­møgu­ leikar. So at siga allur okkara innflutningur er umvegis Danmark, og tað er heldur reglan enn undantakið, at ikki onkur danskari tjenar tjúkt upp á tað, sum kemur hendavegin. Eingin orsøk er til at halda hesum skeiva roknistykki koyrandi í allar ævir, og fáa vit samstundis kappað høvdið av GATT-tollinum, liggur restin av heiminum víðopin fyri okkum. Skuldi einki av hesum borið til, hava vit ein allarseinasta møguleika eftir. Vit kundu í vertíðini fyri sild og makrel innflutt nakrar muhammedanskar imamar, sum vit sendu umborð á skipini at vælsignað fiskin. Um vit teppibumba danska marknaðin við Halal- slaktaðari sild og Halal-slaktaðum makreli, nyttar einki hjá ES at koma við nøkrum boy­ kotti, tí er tað nakað, danskarar ræðast verri, enn at forbróta seg ímóti ES, so er tað at fornerma muslimar. Enn er slagið ikki tapt! Halal-slaktað sild er loysnin! Hilmar Jan Hansen ES boykottar Rituna Sambært størsta tíðindamiðlinum í Danmark, dr.dk, er ferjan Ritan enda mitt í sildastríðnum við ES. Europasamveldið hevur nú samtykt handilstiltøk ímóti Føroyum orsaka av ósemjuni um sildafiskiskapin, og sambært dr.dk verður trolarin Ritan eisini rakt av hesum tiltøkum. Ov nógvir akademikarar? Løgtingskvinnan Elsebeth Mercedis hevði í løgtinginum í vikuni hug at seta spurnartekin við, um føroyingar útbúgva seg og nógv og skeivt. Hon spurdi, um tað er rúmd fyri í føroyska samfelagnum at útbúgva løgfrøðingar, stjórmálafrøðingar og søgufrøðingar í hópatali. – Hvar í Føroyum skulu tey fáa arbeiði eftir loknan lestur, spurdi hon, tá ið Løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni. – Vit eiga at ansa eftir, at vit ikki brúka nógvar pengar og ov langa tíð upp á at yvirútbúgva fólk. Vit skulu heldur útbúgva fólkið til tað, vit liva av, sigur hon. Ársins summar­ rødd finnast Nú kunnu børn í aldrinum frá 7 til 13 ár verða við í nýggjari sangkapping, ið verður á Summarfestivalinum. Kappingin kallast Ársins summarrødd og verður í Silvalandi í ítróttarhallunum í Klaksvík. Talan er um eina sangkapping, har børnini kunnu velja sær ein kendan barnasang at syngja, og síðani verður mett um framførslurnar. Undankapping verður fríggjakvøldið og trý tey bestu koma víðari til finaluna, sum verður leygardagin. Meiri kann lesast um kappingina á heimasíðuni hjá Summar Festivalinum.  Marius í Ribarhúsi Marius Olsen hevur listaframsýning í Ribarhúsi, Fuglafirði, frá 8. august til 3. september. Marius er grafikari, føddur og uppvaksin í Havn. Á framsýningini verða ymisk grafisk verk frá seinastu fýra árunum. Millum annað landsløg í Føroyum, men eisini úr Italiu og úr Finnlandi, ið er vorðið Mariusar annað heimland. Myndirnar av kavaklæddað finska skógarlandslagnum eru, hóast eisini loyndarfullar, lættar at fata. Og somuleiðis er við at kenna varman av Miðalhavinum í myndunum úr Italiu. Myndir hansara lýsa einsemi, longsul og loynur úr mannasálini, eins væl og náttúrunnar duldarmál. Úr Hong Kong á ólavsøku Lem Wah og Ho Cum úr Hong Kong vóru í Havn á ólavsøku. – Eg havi sæð eitt sindur um Føroyar í ferðabókum, og eg gjørdist forvitin um hetta landið, og so fekk eg bara hugin at koma higar, sigur Lem Wah við in.fo. Tað er ein heilt serlig orsøk, at Lem Wah og Ho Cum kenna til Føroya. – Mær dámar øgiliga væl fótbólt, og eg havi fylgt við í kvalifikatiónsdystunum, og so legði eg merki til Føroya, sigur Lem Wah. Lem Wah og Ho Cum vóru í Føroyum í fimm dagar. klumma