Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Sjúrður Skaale Tíðargrein síða 25 Skulu øll ganga strekk­ marsj? Marita rasmussen viðmerking síða 27 Fylgið lív­frøð­i­ ligu ráð­ gev­ing­ini Tað er at fegnast um, at Bjørn Kalsø og um­sitingin í Mentamálaráðnum um­síðir hava funnið útav, at pol­it­iska semjan frá 2007 um Kringvarp Før­oya skal haldast. Tá var gjørt av politiskt at lýs­ing­ar í Kringvarpinum skuldu nið­ur­lag­ast og vera burtur púrasta í 2012. Men hendan semjan helt ikki. Skift­andi lands­stýr­is­fólk í ment­a­mál­um hava ikki megn­að at liv­að upp til hetta lyftið, sum hevur so stór­an týdn­ing fyri allar føroyskar miðl­ar. Tað er so lætt at fara um, har garð­ur­in er lægstur, og tað hava allir ment­a­mál­a­ ráð­harr­ar gjørt síð­ani 2007, tá tað snýr seg um at út­vega Kring­varpi Før­oya sømu­lig kor – og so sanniliga eisini hin­um miðl­u­num, sum Kringvarp Før­oya og Ment­a­málaráðið mið­víst hava nið­ur­pínt við at lata ta grovu kapp­ing­ar­av­lag­ing fara fram – sum við sein­asta stunt­i­num hjá kring­ varps­leiðsl­uni og kring­varps­stýr­ inum púrasta er farin yvir gevind. Fólk hava nú gloymt, at vit eina­ ferð høvdu eitt føroyskt sjónvarp. Út­varp­ið er bara eitt poppradio, har tann hand­ils­mað­ur, sum be­tal­ir best, fær mest, og so verða send­ing­ar­nar l­agdar tilrættis har eft­ir. Leiðsl­an hevur sjálv boðað frá, sendi­flat­an verður gjørd eftir ynski frá spons­or­ unum. Eingin politikari við ábyrgd hev­ur hig­ar­til megn­að at skor­ið í­gjøgn­um og sagt, hvat vit skulu hava fyri tað, sum vit gjalda fyri. Væl vita vit, at tað kostar nógva at reka eitt kringvarp. Men kringvarpsleiðslan veit, tá árið byrj­ ar, hvussu nógvir pengar eru, og so er bara at virka út frá tí. Tað skal ikki verða upp til handilsmenn at gera av, hvat innihaldið í Kringvarpinum skal vera! Í blaðnum fríggjadagin setti Bjørn Kalsø orð á boð­skapin í ól­av­s­øku­røðu løgmans um at tryggja Kring­varp­ i­num ein effektivan rakst­ur, sam­ stund­is sum privatu miðl­arnir eisini skulu hava um­støð­ur at virka. At frítaka kringvarpsgjaldið fyri MVG er ein gongd leið. Hetta gev­ur stovn­inum 25 prosent meira í kring­ varps­gjaldi, meðan hyggjarin og lurt­ a­rin ikki skal gjalda meira. Men kravið er sjálvandi, at ongar lýs­ingar eru í Kringvarpinum. Alt­ ern­a­tivið er, at kringvarpsgjaldið verð­ur avtikið – ella býtt millum all­ar miðlar. Okkara vón er tó, at tað eisini klárnar hjá Kalsø, tá hugs­að verður um útnbreiðslu av bløð­um. Um hann ikki ger, sum øll onn­ur lond, har postverkið verður stuðlað, so fólk kunnu fáa bløð fyri ein rímu­ lig­an prís, so verður hann tann menta­ mál­a­ráð­harrin, ið sat við ábyrgd, tá grund­ar­lagið fór undan bløðunum. Og tað er ikki serliga mentað. Nú klárnar hjá Bjørn kalsø – Vit hava ongantíð fingið høvi at diskutera býtið av sild. Og vit gera ikki annað enn at krevja okkara rætt. Tað segði ein vælupplagdur Jacob Vestergaard, tá hann var gest­ur í Deadline á DR2 í gjárkvøldið. Evnið var aktuella sild­a­ stríð­ið millum ES og Føroyar, sum í vikuni førdi við sær, at fisk­i­vinnunevndin hjá ES sam­tykti at seta í gildi hand­ il­s­til­tøk móti Føroyum. Landsstýrismaðurin í fisk­ i­vinn­u­málum segði seg fara koma við prógvum, ið stuðla und­ir føroyska kravið um størri part av sildastovninum í Norð­ur­at­l­ants­havi. – Men tað fara vit at gera, tá vit sleppa aftur til sam­ráð­ ing­ar­borð­ið, segði Jacob Vest­ e­rgaard. Hann vildi ikki gera málið til ein spurning millum Før­ oy­ar og Danmark. – Aggresivi holdningurin og pol­i­tikk­urin úr Brússel hev­ur ført okkum higar. Eg skilji væl, at Danmark er í einari støðu, har landið ikki fær gjørt so nógv. Danmark hev­ur roynt sítt, hevur roynt at fáa ein dialog í lag við fisk­ i­vinn­u­komm­is­s­er­in hjá ES, men til fánýtis, segði Jacob Vest­er­gaard. Lands­stýrismaðurin í fiski­vinn­u­málum vísti á, at hó­ast Før­oyar og Danmark eru í rík­is­felagsskapi, so hava Før­oyar ikki fyri neyð­ini at rætta seg eftir tí fiski­vinn­ u­pol­i­tikki, sum Danmark er noytt til at føra. – Føroyar hevur valt at hava okkara egna fiski­vinn­u­ pol­i­tikk. Tað valið tóku vit, tá Dan­mark fór inn í ES á sinni, og Føroyar valdu at standa uttan­fyri, segði Jacob Vest­ er­gaard. Vestergaard í Deadline: Vit krevja okkara rætt Summar Festivalurin bjóð­ ar komandi vikuskiftið fram­førslu við við einari týsk­ari og einari føroyskari song­kvinnu. Onnur er úr Stuttgart, hin er úr Klaksvík, men á Summ­ar Festivalinum ber til at hoyra tær framføra sam­an. Asta Højgaard, sum er kend­ur úr Faroe5, og eisini hev­ur sungið í bólkinum Quart­er To Three, hevur búð eina tíð í Týsklandi, og tað var har, hon hitti 27 ára gomlu Lisu Kaisinger, sum um­framt at syngja eisini spæl­ir gittar og klaver. Tær báðar fóru veruliga á bylgju­longd tónleikaliga og hava arbeitt nógv saman um tón­leik seinastu tíðina. Tær hava havt onkrar fram­førslur í Týsklandi, og nú ber til at uppliva tær á før­oysk­um palli fyri fyrstu ferð. Tað verður fríggja­kvøld­ ið kl. 19.00, at tær hava fram­førslu á Torginum. Týskt-føroyskt samstarv Neyvan vil Kalsø vera tann, sum kvaldi privatu miðlarnar...