Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Soleiðis sum støðan er í dag, so hevur Kári P. Høj­ gaard ikki meiriluta fyri sínari privatu loysn upp á Eysturoyartunnilin. Í morgin skal løgtingið við­gera trý ymisk uppskot, har tað almenna skal gera Eystur­ oyar­tunni­lin – og seinni skal samgongan taka støðu til uppskotið hjá Bjarna Djurholm og Bárði Nielsen, ið er umrøtt aðrastaðni í hesum blaði. Longu nú er tó greitt, at øll andstøðan er fyri onkrum slagi av almennari loysn upp á Eysturoyartunnilin. Tað eru teir báðir samgongulimirnir Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm eisini. Teirra uppskot er somuleiðis nærri lýst aðrastaðni í blaðnum, og longu nú hava teir fingið undirtøku frá minst einum samgongulimi aftrat, tí Brandur Sandoy, fólkaflokstinglimurin úr Sandoynni, sigur seg dáma væl teirra uppskot. - Ja, mín hugsan er tann, at ein almenn loysn er meiri samfelagsgagnlig. Og mær dámar væl uppskotið hjá Bjarna Djurholm og Bárði Nielsen, tí tað eisini fevnir um Sandoyartunnilin, sigur Brandur Sandoy. Avskrivar ikki privata loysn Brandur Sandoy sigur seg ikki hava nakað í móti eini privatari loysn sum so. - Tað kann eisini vera, at eg fari at taka undir við uppskotinum hjá Kára P. Højgaard, tá eg fái nærri innlit í, hvat tað inniber. Men sum støðan er í løtuni, so helli eg til eina almenna loysn, sigur Brandur Sandoy. Sostatt er støðan í dag, at 16 løgtingslimir eru við í einum slagi av almennum uppskoti upp á eina loysn við Eysturoyartunlinum – og í øllum førum ein løgtingslimur sigur seg hella almenna vegin eisini. Harvið hevur Kári P. Højgaard, sum støðan er júst nú, ikki meiriluta fyri síni privatu loysn. Rólant Waag Dam - Eg skilji teir ikki. Tað sig­ ur landsstýrismaðurin í innlendismálum, nú tveir av tungvektarunum í sam­ gonguni koma við ein­ um alternativi til privatu tunnils­loys­nina, sum hann annars hevur arbeitt so hart fyri. Kári P. Højgaard fæst ikki til at siga, at uppskotið hjá Bjarna Djurholm og Bárði Nielsen kann skiljast sum eitt beinleiðis misálit mót­ vegis hansara privatu loysn – ella honum sum lands­ stýris­manni – men hann viðgongur tó, at hetta sum nú hendir ørkyml­ar hann. - Tí tá eitt uppskot sum hetta kemur, so er tað tí, at hild­ið verður, at tað arbeiði, sum landsstýrismaðurin, ið hev­ur ført samráðingarnar, ikki er nóg gott, sigur Kári P. Højgaard. Og hann sigur sjálv­ur síðani, at verður hansara loysn vraka av løg­ tingi­num, so hevur hann ein trupul­leika. Hvat kemur tað at merkja fyri teg sum lands­stýris­ mann? - Eg haldi ikki, at tann spurn­ing­urin kann svarast, fyrr enn løgtingið hevur tikið støðu í málinum, sigur Kári P. Høj­gaard. Aftur til byrjanina Fyrstu ábendingarnar um hvørja støðu løgtingið hev­ur koma í morgin, tá lógar­upp­skotið hjá Kára P. Højgaard um privata Eystur­ oyartunnilin kemur til við­ gerðar í løgtinginum. - Málið hevur verið aktuelt í átta ár, men nú vit hóma tunnilsmunnan, dagin fyri tunnilsaftan, so ynskja nøkur at venda aftur til byrjanina, sigur Kári P. Højgaard og undrast. Fyri hann er málið tó rímiliga greitt. - Hetta snýr seg um vit skulu hava ein tunnil ella ikki. Og verður hann ikki privatur, so verður eingin tunnil, er landsstýrismaðurin við innlendismálum sannførdur um. rolant@sosialurin.fo Meirluti fyri almennari loysn Øll andstøðan er fyri onkrum slagi av almennari loysn upp á Eysturoyartunnilin. Tað sama eru Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm, og Brandur Sandoy sigur seg eisini hella almenna vegin. Sostatt er meirluti fyri, at tað almenna ger Eysturoyartunnilin Eystur­oyar­tunni­lin Misnøgd við mítt arbeiði Tá eitt uppskot sum hetta kemur, so er tað tí, at teir ikki eru nøgdir við tað arbeiði, sum eg havi gjørt. Og um privata loysnin verður vraka av løgtinginum, so havi eg ein trupulleika, sigur Kári P. Højgaard