Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Kravið hjá fyrireikarunum, bólkini Verjið børnini, var einfalt, at tað ongantíð skal vera ov seint at fráboða. Stigtakararnir heita á politikararnar um at broyta lóg­ina og avtaka fyrn­ing­ ar­freistina í sambandi við kyns­ligan ágang. Og tveir politikarar, sum hava beinleiðis ávirkan á, um lógin verður broytt, vóru mill­um røðararnar á Ting­ hús­vøll­ini. Tann fyrra var Annika Olsen, landsstýriskvinna fyri Fólka­flokkin. Hon er ikki í iva um, at fyrningarfreistin – ikki bara skal leingjast, men skal burtur: – Tað er ongin ivi í míni sál um, at vit eiga at taka fyrningarfreistina burtur í samband siðamisbrot og kynsligan harðskap! Tey, sum hava verið fyri teirri vanlagnu, at verða útsett fyri kynsligum harðskapi skulu hava møguleika alt lívið at fáa rættarliga uppreisn og ikki sum í dag, at eitt mál er fyrnað, tá man er vorðin 28 ár, segði landsstýriskvinnan. Hon segði, at hetta eiga vit broyta skjótast gjørligt – og vísti á onnur átøk, sum eisini eru ávegis: – Breið politisk semja er um at gera eina heildarætlan um kynsligan harðskap í Føroy­um. Politiskt er sem­ja tvørt­um floksmørk, at kyns­ lig­ur ágangur skal steðga. Heildar­ætlanin skal viðgera tey átøk sum eru neyðug fyri at fyribyrgja og viðgera sein­árin eftir kynsligan ágang. Her tosa vit um átøk bæði fyri tey misbrúktu og teirra avvarðandi, um­framt viðgerðartilboð fyri skemm­ ar­an og hjálp til familjur teirra. Skjót hjálp Hon vísti á, at seinni í ár letur fyrsta Barnahúsið upp í Før­ oyum. – Heldur enn børn, ið hava verið fyri kynsligan harð­ skap skulu reika ímill­um myndugleikar, frá sálar­frøð­ ingi, til løgreglu, til lækna v. m. so skulu hesir myndug­ leikar koma til barnið og gera tær neyðugu kanningarnar undir barnavinarligum um­ støð­um, segði hon. Hon vísti á, at skipanin við barnahúsum er væl kend í okkara grannalondum og hava øll grannalondini fingið stovn­sett tílíkar skipanir við barnahúsum við góðum úrsli­t­um. – Somuleiðis gera vit ta broyting, at tá barna­vernd­ar­ tæn­astan fær eina fráboðan um til dømis kynsligan ágang, so skulu tey seta kann­ing í verk innan 24 tím­ ar. Hesa broyting gera vit, tí skjót hjálp er góð hjálp. Har­aftr­at verður skipan við barna­um­boði sett á stovn, at tryggja rættindum hjá okkara børnum. Í hesum ligg­ur eisini at styrkja rødd barnanna í almenna rúmi­ num, at geva okkara børnum eitt talirør, so umstøðurnar kunnu gerast betri við barni­ n­um í miðdeplinum, segði Annika Olsen. – Við hesum átøkum vóni eg, at vit koma longur á leið. Við hesum átøkum taka vit størri ábyrgd. Við hesum kunnu vit vera við at bróta tøgnina. Við hesum eru vit eisini við at verja børnini, segði Annika Olsen millum annað í røðu síni á Tinghúsvøllinum í gjár. Leo Poulsen Verjið børnini kravgongan savnaði eitt stað millum 150 og 200 fólk, og tað heldur fyrir­eikarin, Mimmy Vág­ sheyg, er rættiliga gott. - Tað var kalt, og tað regnaði, men eg eri væl nøgd við uppmøtingina og røðurnar, sigur Mimmy Vágs­ hyg. Tað vóru tær báðar, Anniks Olsen og Rigmor Dam, ið hildu politisku røð­ ur­nar. - Báðar talaðu fyri, at fyrn­ing­arfreistin skuldu strikast fyri siðamisbrot móti børnum, spurningurin er so, hvussu tað kann gerast. Men vit fara hilt vist at halda teimum til orðið, sigur Mimmy Vágsheyg. Hon vísir á, at eisini aðrir politikarar vilja, at fyrn­in­g­ ar­freistin skal burtur. - Vit hoyrdu Kára P. Højgaard siga tað fleiri ferðir i útvarpinum, so vit eru positiv, avgjørt, sigur Mimmy Vágs­heyg. Tey merkja eisini stuðul fyri arbeiðinum millum man­ na. - Tað hevur verið rættiliga stutt­ligt at skipa fyri hesari krav­gonguni. Øll hava verið blíð og positiv, sum vit hava heitt á, bæði í Havn, í Suður­ oy og her norðanfyri, sigur Mimmy Vágsheyg. Fólk tóku eisini væl ímóti undir­skrifta innsavningini, ið krevur fyrningarfreistina strik­aða. - Fólk hava verið ógvuliga positiv, tá vit hava gingið runt og savna undirskriftir. Fyrn­ing­arfreistin er eisini rættiliga fløkjaslig og skeivt sett, tá vit tosa um ásettu paragraffirnar, sigur Mimmy Vágsheyg. Danir arbeiða eisini Hvat ætla tey so at gera í sam­bandi við tiltakið, sum var leygardagin. - Tað er ikki heilt avgjørt enn, men vit fara í hvussu er at skriva nakrar greinar, og vit fara at fáa heimasíðuna hjá okkum gjørda lidna. Verjið børnini hevur fingið eina fína heimasíðu, sum ein kvinna, ið lesur niðri hevur gjørt, og vit fara nú at deila søgurnar, sum liggja á Facebook síðuni hjá okk­ u­m inn á heimasíðuna, tí tær hava brúk fyri einum meira virðiligum plássi, sigur Mimmy Vágsheyg. Tey fara eisini at leggja stór­an dent á, hvussu fólk upp­liva fyrningarfreistina. - Vit fara at vísa á, hvussu óheppið tað er. Samstundis frøast vit um, at fyrsta barnahúsið letur upp, tí tað er nakað, sum vit løgdu stóran dent á longu fyri tveim­um árum síðani. Tað hevur stóran týdning, at myndug­leikarnir koma til barnið, og ikki sum nú, at barnið skal koma til myndug­ leik­arnar, sigur Mimmy Vágs- heyg. Men tað verður eisini neyðugt við pengum. - Tað er ógvuliga týdn­ ing­ar­mikið, at økið verður rað­fest, og at tað verða sett­ ir nóg nógvir pengar av á fíggjarløgtingslógini, sigur Mimmy Vágsheyg. Hon er tó minni bjart­ skygd, tá talan er um fyrn­ ingarfreistina. - Tað vænti eg ikki verður i hesum árinum, tí tað er trupult at fáa hana strikaða. Men um vit fáa eina politiska semju og fingu sent eitt skriv niður til Danmarkar við ynski um, at fáa freistina butur, so hevði tað verið ein rætti­liga góð byrjan, sigur Mimmy Vágsheyg. Hon vísir á, at tað var ein kravgonga í Danmark um somu tíð sum í Føroyum. - Tey arbeiða eisini við at fáa fyrningarfreistina strikaða, og tað verður nokk ein skjótari prosess, um danir fáa tað ígjøgnum, heldur enn at vit skulu fáa av­greitt málið, sigur Mimmy Vágs­heyg. Eitt stað millum 150 og 200 fólk vóru til kravgonguna hjá Verjið børnini leygardagin Fyrningarfreistin skal burtur Nakað eftir klokkan 14 í leygardagin fór kravgonga úr Svimjihøllini í Havn oman í býin við kós móti Tinghúsvøllinum Eirikur Lindenskov – Tíbetur standa nógv fólk saman um málið, so persónligi prísurin ikki verður ov høgur fyri hin einstaka. Her mugu vit standa saman sum fólk. Lat meg leggja fyri við at vísa á, at vit í løg­tingi­ num samstarva tvørt­ur um floksmørk við teim­ um tiltøkum, sum eru í um­búnað – líka frá broyt­ ingum viðvíkjandi frá­boð­a­ n­a­rskylduni í barna­vernd­ arlógini til at seta á stovn Barna­hús og at seta í verk heildarætlan fyri kynsliga mis­nýtslu av børn­um, sum Annika Olsen greiddi frá í síni røðu. Hetta evnið er ov týdningarmikið til flokspolitiskt agg og sjálv­ pro­filering, segði Rigmor Dam. Hon vísti á týdningin av, at farið veru siðiliga og sa­kliga til verka, so stríðið ímóti seksuellum misbrúki av børnum fær eina so breiða undirtøku, sum til ber. – Vit mugu fyri alt í verð­ini sleppa undan eini heksa­jakt, har ósek verða hongd út. Vit hava upp­liv­ að tað her heima, og man upp­livdi í eitt nú USA, har ótelj­andi ósek fólk, fólk - for­eld­ur, ommur og abbar - vórðu handtikin og dømd, tá hol kom á búldina har yvi­ri fyrst í 80’unum. So nú er at standa saman, halda høvdið kalt og hjartað heitt. Tí seinastu árini hava vit verið vitni til óteljandi mál um sexuelt misbrúk av børnum í Føroyum. So nógv, at man av røttum øt­ ast, segði Rigmor Dam. Løgtingskvinnan vísti á, at fyrningarfreistin ikki er galdandi fyri dráp, men fyri kynsliga misnýtslu. – Tá tú ger teg kynsliga inn á eitt barn, sløkkir tú lívs­neist­an í eygunum á barni­num. – Tú rænir tað óspilta og áliti­s­vekjandi í sinni­ num á barni­num. – Tú plantar ótta og vón­loysi í hugaheimin á barn­i­num. – So tað kann væl vera, at tú ikki tekur lívið av barni­n­um - tú fert fetið víð­ari, og frátekur barni­ num tað dýrabarasta av øll­um: Rættin at liva! Fara siði­liga og sak­ liga til verka Væl av fólki hóast vánaligt veður Mett verður, at kravgongan leygardagin taldi millum 150 og 200 fólk, og tað er Mimmy Vágsheyg, fyriskipari, væl nøgd við, serliga tá hugsað verður um kalda og váta veðrið