týsdagur 6. august 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Jákup Mikkelsen
Kjak síða 12
Meira
tunnils
prát
Johan Bech Húsgarð
Kjak síða 12
Børn
hjá familj
uni – ikki
statinum
Øll tann politiska skipanin stendur
upp eitt einum enda, nú allir flokkar
og øll tingfólk eiga lut í onkrum av
tí hópi av uppskotum um tunnil
undir Tangafirði og Skálafirði, sum
í hesum døgum eru til viðgerðar í
Løgtinginum.
Stríðsmálið er, hvørt tunnilin
skal gerast í einum privatum parta
felag, ella um tað almenna skal
standa fyri hetta felag.
Tað margháttliga við hesum máli
er tó, at landsstýrismaðurin hevur
arbeitt í tí dulda við eini duldari
ætlan, hvørt innihald frammahldi
skal verða dult fyri tingfólki, sum
skulu geva landsstýrismanninum
heimild at skriva undir avtaluna
við privata útlendska felagið.
Sum vit hava víst á fleiri ferðir
áður á hesum stað, so tykist tað
heilt eyðsýnt, at tað er »målet som
helliger midlet«. Vit skulu náa máli
num – líka mikið hvat.
Hetta kunnu vit lasta Kára P.
Højgaard fyri. Men Kári P. Højgaard
skal ikki hava skyldina fyri, at 33
tingfólk halda, at ein tunnilin mill
um Skálafjørðin og Havnina er ein
asta loysnin upp á at broyta undir
støðukervi í landinum. Ella at hetta
málið hevur so nógv størri týdning,
enn sparingar á eldraøkinum og
onnur sera áleikandi mál.
Vit hava her í blaðnum víst á eitt
alternativt uppskot um frá Frank
Hansen, verkfrøðingi, um, hvussu
fleiri fólk í Føroyum kunnu knýtast
tættari saman. Ein loysn, sum kann
gerast í fleiri umførum, og sum als
ikki hevur tann stóra váðan við sær,
sum Skálafjarðatunnilin.
Hvussu ber tað til, at ein slík
loysn als ikki verður umrødd? Hvat
er tað, sum ger, at øll tann politiska
skipanin starir seg binda upp á júst
hesa loysnina um ein undirsjóvar
tunnil?
Vit skulu ikki her taka dagar í
millum, hvør besta loysnin er. Men
vit kunnu í øllum førum pástanda,
at alternativa uppskotið, sum fevnir
um fleiri broytt vegastrekki, fleiri
tunlar gjøgnum fjøll, onkra brúgv
og so framvegis, hevði skapt nógv
meira arbeiði í landinum. Umframt,
at tann loysnin kundi verið gjørd í
fleiri umførum, kundi hon verið
gjørd av føroyskum byggifyritøk
um – og so var váðin nógv meira
spjaddur – og alt nýttist ikki at
verið gjørt í senn.
Er tað so, at ein slík loysn knýtir
fleiri fólk kring landið tættari sam
an, hví verður hon ikki tikin upp á
tungu í politisku skipanini?
Vit síggja so mangan, at politik
arar stara seg blindar upp á ávísar
ætlanir – men tað undrar okkum,
at hendan ætlanini ikki verður
sett upp ímóti ætlanini upp Skál
afjarðartunnilin – hvat er tað, sum
dregur?
eingin loysn uttan tunnil?
Í Sunda Kommunu manglar
ein býráðslimur. Tveir av
føstu
býráðslimunum
og
tveir av eykalimunum í
Sunda Kommunu eru farin
av landinum at arbeiða, og
tískil er til tíðir trupult at
manna býráðið.
Í Sunda Kommunu høvdu tey
bert ein lista til seinasta val.
Á tí listanum vóru 14 fólk,og
av hesum vóru 11 vald inn í
býráðið.
Men síðani seinasta val hava
tveir av føstu býráðslimunum
fingið starv uttanlands, og
tískil eru tey mangan ikki
til taks, tá ið fundir eru
á skránni. Tí hevur verið
neyðugt at kalla inn eykalimir
til
býráðsfundirnar.
Men
tveir av eykalimunum eru
eisini fluttir av landinum, og
tað viðførir, at eingin er at
taka við sessunum hjá føstu
býráðslimunum.
Sostatt hava tey í Sunda
Kommunu ein óloysiligan
trupulleika, og hava tey á
onkrum fundi einans verið
10 fólk ístaðin fyri 11.
Men
Heðin
Zachariasen,
borgarstjóri
í
Sunda
Kommunu
sigur,
at
tey
royna
sum
frægast
at
leggja býráðsfundir soleiðis
fyri, at onkur av føstu ella
eykalimunum, sum arbeiða
uttanlands, fáa verið við.
Løgmaður skrivar soleiðis á
Facebook:
»Tað er heldur í meira lagi
av uppskotum til tunnils
loysn/ir í løtuni.
Havi mist talið av upp
skotum.
Vit hava ikki ráð at byggja
bæði Sandoyartunnil og Eyst
uroyartunnil sum almennar
verkætlanir, tað vita politik
arar innast inni.
Eysturoyartunnil er priv
atur, tí farleið er har framm
anundan og kemur at reg
ulera kostnaðin at koyra
ígjøgnum.
Hetta gevur møguleika
at byrja at seta pening av til
Sandoyartunnil longu á fíggj
arlóg til heystar, eftir tilmæli
frá politiska tunnilsbólkinum
fyri suðurleiðina.«
Summi siga “at goyma”, tá
ið tey meina at “krógva” ella
“fjala”. Ein politikari verður
á eini heimasíðu skírdur at
goyma seg aftanfyri og halda
við happarunum. Eina aðra
staðni hevur ein fyritøka eitt
uppslag, ið er ein uppgáva til
børn:
“Hvussu ofta hevur Flossi
goymt seg sum ninja í mann
amúgvuni?” Á einum tíðinda
portali stendur, at ein maður
hevði goymt 299,5 gramm av
hassji uppi á sær. Og á eini
heimasíðu
um
barnaspøl
stendur at lesa: “so kann tann,
sum goymdi klemmuna, siga,
um hann brennur seg”.
Her er bland komið í, og
tað er enn einaferð ávirkan
úr donskum, tí danska orð
ið ”gemme” merkir tað sama
sum “fjala, krógva” í føroysk
um. Men “goyma” í føroysk
um merkir at “varðveita, ansa
eftir, herberga”, t. d. kanst tú
goyma hetta fyri meg? Og tá
merkir tað “hava í varðveitslu
fyri meg”. Vit kunnu goyma
mat í spískamarinum og kjøt
í hjallinum. Matur, sum goym
ist væl, heldur sær leingi,
spillist ikki.
Vit kunnu eisini goyma eitt
skjal á telduni ella vit kunnu
goyma okkurt í minninum.
At krógva er at “leggja
eitthvørt soleiðis, at tað ikki
sæst, varðveita á loyniligum
stað, fjala, loyna, hylja”. Tú
kanst krógva okkurt, so eing
in skal finna tað ella tú kanst
krógva teg. Eitt nú kenna vit
øll barnaspælið “krógva og
blunda”. Og vit kunnu halda
okkurt loyniligt við at krógva
tað.
At fjala merkir nakað
tað sama sum at krógva, t. e.
loyna, hirða, króseta. Eitt orð
tak er “ást fjalir lýti”, og tað
merkir, at kærleikin umber.
Hetta kenna vit úr donskum
sum “kærlighed gør blind” og
á enskum “love is blind”.
Goyma – krógva, fjala
33 tingfólk og 8 landsstýr
isfólk vilja bara hava tunnil
Løgmaður hevur mist talið
Fáa ikki mannað býráðið
Málráð
frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum