týsdagur 6. august 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Tá tú skrivar undir eina av
talu, sum gevur tær 5,1 pro
sent av heildarkvotuni, og
har tú samstundis skrivar
undir uppá, at tú vil arbeiða
fyri stabiliteti komandi ár
ini. Ber tað so til, árið eftir,
at áseta tær sjálvum 17 pro
sent av heildarkvotuni, sam
stundis sum hini stranda
londini minka sínar kvotur
samsvarandi
ICES-tilmæl
um.
Spurningurin
varð
seinast reistur av fólkatings
manninum Sjúrði Skaale,
sum heldur at landsstýrið
hevur dugað alt ov illa at
føra síni sjónarmið fram.
Andras
Kristiansen,
deildarstjóri á Fiskivinnu
stovuni í Fiskimálaráðnum,
hevur verið føroyskur sam
ráðingarleiðari til samráð
ingar
um
uppsjóvarfisk
síðstu árini. Tað var tí hann,
sum vegna Føroyar skrivaði
undir sildaavtaluna fyri 2012,
ið skuldi vísa seg at vera tann
seinasta,
áðrenn
Føroyar
ásettu sær egna kvotu. Býtið
gav Føroyum 42.983 tons av
norðhavssild, svarandi til 5,1
prosent av heildarkvotuni. Í
hesi avtaluni binda stranda
londini seg eisini til at
arbeiða fyri at varðveita
stabilitet næstu árini (sí upp
runatekstin í faktaboks aðra
staðni á síðuni, red.).
- Hetta brotið kom fyrstu
ferð inn í sildaavtaluna í 2007,
og hevur síðani verið partur
av avtaluni. Tað sigur bara, at
londini hava intentiónir um
at varðveita stabilitet. Vit
ynskja sjálvandi stabil viður
skifti, vit ynskja eina avtalu,
og tí hava vit ongar trupul
leikar við hasari orðingini,
sigur Andras Kristiansen.
Kravið
Í samrøðuni førir Andras
Kristiansen
fleiri
ferðir
fram, at føroyska kravið um
størri part av sildakvotuni er
væl kent av hinum stranda
londunum, tað eru Norra,
Russland,
Ísland
og
ES.
Sambært
føroyska
sam
ráðingarleiðaranum
var
føroyska kravið sett fram
undir strandalandasamráð
ingunum í oktober 2011, tá
avtalan um býtið fyri 2012
varð gjørd.
- Vit gjørdu varug við, at
vit vóru ikki nøgd við gald
andi býti og at vit ynsktu
eitt annað býti av norðhavs
sildini. Eisini førdu vit fram,
at vit ynsktu at fara undir
eina tilgongd at savna eina
breiða vitan um útbreiðsluna
av norðhavssild, sum síðani
skuldi brúkast sum grundar
undir samráðingunum árið
eftir. Hetta gjørdu vit varug
við undir samráðingunum
í oktober 2011, sigur Andras
Kristiansen.
Hetta kann skjalprógvast,
sambært føroyska samráð
ingarleiðaranum.
- Jú, tey skjølini finnast
í Fiskimálaráðnum, váttar
Andras Kristiansen.
Hvørki føroyska ynskið
um størri part av býtinum
ella ynskið um at savna
nýggja vitan um norðhavs
sildina vunnu frama millum
hini strandarlondini.
- Ja, man vildi væl ikki
opna diskusjónina av nýggj
um, svarar Andras Kristian
sen.
Sambært føroyska sam
ráðingarleiðaranum royndi
føroyska samráðingarnevnd
in at argumentera við, at
býtið av norðhavssild er ikki
samsvarandi útbreiðsluni av
stovninum.
- Vit vístu á, at sildin
síðstu árini hevur verið at
sæð longri vestureftir, og
eisini í longri tíðarskeið. Men
tað vann so ikki frama mill
um hini strandalondini, stað
festir Andras Kristiansen.
Kortini skrivaði Føroyar
undir avtaluna fyri 2012.
Eisini áður nevndu orðing
um stabilitet. Hóast tað kann
tykjast løgið, tá hugsað verð
ur um gongdina árið eftir,
so heldur føroyski samráð
ingarleiðarin ikki, at Føroy
ar gjørdu nakað skeivt, tá
undirskriftin varð sett á av
taluna í oktober 2011.
- Nei, tað haldi eg ikki.
Føroyar høvdu gjørt vart við
okkara støðu. Og orðingin
er ikki meira bindandi enn
so, at sjálv avtalan er ikki
galdandi meira enn eitt ár,
sigur Andras Kristiansen av
gjørdur.
Slitið
Til samráðingarnar árið eft
ir gekk sum kunnugt øðrvísi.
Fyrsti fundur var umleið
hálvan oktober, og stranda
londini hittust síðani aftur í
desember.
- Til hesar fundir gjørdu
vit aftur vart við okkara
støðu, at vit ynskja størri
part av heildarkvotuni. Men
tá var tað serliga Norra,
ið setti seg ímóti og reisti
spurningin, hvat Føroyar
yvirhøvur gjørdu við sam
ráðingarborðið. Her fór fund
urin yvir í eitt annað spor.
Tað bleiv ein spurningur
um, hvørt vit skuldu sita við
borðið ella ei, greiðir Andras
Kristiansen frá.
Sambært føroyska sam
ráðingarleiðaranum
fingu
Føroyar stuðul úr Russlandi
og Íslandi, men eisini ávísan
stuðul úr ES, sum øll hildu, at
Føroyar sjálvandi áttu at sitið
við borðið. Síðsti samráðing
arfundur var í seinnu helvt
av januar í ár.
-
Men
Føroyar
komu
ongantið til at leggja okkara
krøv fram, sigur Andras
Kristiansen og heldur fram:
- Hini londini søgdu, at
so var ikki meira at tosa við
Føroyar um. Síðani fóru tey
inn í eitt annað rúm at sam
ráðast, meðan vit stóðu eftir,
sigur Andras Kristiansen.
Samráðingarnar gjørdust
ikki lættari av, at trætan um
rættin at fiska makrel og
svartkjaft inni hjá hvørjum
øðrum eisini var á borðinum.
Føroyar, sum síðstu árini
vóru útistongdar frá makrel
fiskiskapi í norskum sjógvi,
vildu ikki longur lata norsk
skip fiska svartkjaft í før
oyskum sjógvi. Og haraftur
at høvdu ES og Norra eina
líknandi trætu um atgongd
at fiska inni hjá hvørjumøðr
um.
Føroyar endaðu uttanfyri
samráðingarnar. Tveir mán
aðir seinni ásettu Føroyar
sær sína egnu kvotu av norð
havssild. 105.000 tons, svar
andi til 17 prosent av heildar
kvotuni.
Í summar var Andras
Kristiansen loystur frá upp
gávuni at standa á odda fyri
føroysku samráðingarnevnd
ini um makrel og norðhavs
sild. Nýggjur samráðingar
leiðari er Herluf Sigvaldsson,
ráðgevi í Fiskimálaráðnum.
Andras Kristiansen stend
ur tó framvegis á odda fyri
samráðingunum um svart
kjaft, umframt aðrar millum
tjóða fiskivinnusamráðingar.
Andras Kristiansen:
Føroyska
støðan
var greið
- Vit gjørdu vart við føroyska kravið um størri part
av sildakvotuni, longu við samráðingarnar á heysti
í 2011. Tí kann okkara støða ikki koma óvart á
nakran. Tað sigur føroyski samráðingarleiðarin,
sum skrivaði undir seinastu sildaavtaluna,
ið gav Føroyum 5,1 prosent av kvotuni
FAKTA
- brot úr sildaavtaluni frá 2012
The Delegations agreed to recommend to their respective
authorities the arrangement for the regulation of
the Norwegian Spring-Spawning (Atlanto Scandian)
herring stock in 2012 set out in Annex I to this Agreed
Record. The Delegations stated their intention of
retaining stability in the relative shares of the Parties in
arrangements for future years. Furthermore, they agreed
to recommend to their respective authorities the long-
term management arrangement set out in Annex II.
FAKTA
- Føroyska kvotan
av norðhavssild síðstu árini
2007: 66.048 tons
2008: 78.329 tons
2009: 84.779 tons
2010: 76.523 tons
2011: 50.981 tons
2012: 42.983 tons
2013: 105.230 tons
Frá 2007-2012 undirskrivaðu Føroyar
strandalandaavtalur, sum tilluta Føroyum 5,1 prosent
av heildarkvotuni, ið byggir á tilráðingina frá ICES. Í ár
mælir ICES til eina heildarkvotu á 619.000 tons, og av
hesum hava Føroyar ásett sær sjálvum 17 prosent. Men
av tí at strandalondini ikki eru samd um býtið, er samlaðu
kvoturnar í ár hægri enn ICES-tilráðingin.