týsdagur 6. august 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Teldufrøðingur til
vinnufelags skrá
seting og eftirlit
Arbeiðið við vinnufelagsskráseting og –eftirliti fevnir
um fjarskiftis-, post-, tryggingar- og kappingareftirlit,
skráseting av vinnufeløgum og grunnum, umframt
grannskoðaraeftirlit.
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða eitt 1-ára tíðaravmarkað fjøltáttað og
sjálvstøðugt starv við avbjóðandi uppgávum, sum eru
persónliga og yrkisliga mennandi.
Høvuðsuppgávurnar eru menning og tillaging av
telduskipanum á skrásetingar- og frekvensøkinum.
Teldugrunnar hjá stovninum eru MS-SQL server
grundaðir.
Tú fært ábyrgdina av KT-økinum og kemur at arbeiða
við talgilding og effektivisering av arbeiðsgongdum,
kravfesting og menning av heimasíðuskipanum. Eisini
kemur tú í samráð við løgfrøðing at tilevna reglur og
mannagongdir.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:
• Viðkomandi útbúgving sum t.d. teldufrøðingur,
verkfrøðingur ella líknandi
• góð analytisk evni
• góð evni at samstarva og samskifta
• góð evni at samskifta í skrift og talu
• skil á heildini og samstundis ans fyri smálutum
Setanartreytir og umsókn
Starvið verður sett sambært galdandi sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.
Starvið verður at seta skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí,
umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Upplýsingar og umsókn
Tú kanst fáa meira at vita um stovnin á www.
fjarskiftiseftirlitid.fo.
Ynskir tú nærri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta
teg í samband við Jógvan Thomsen, stjóra, á tlf.
356020 ella 216020
Umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum skal
sendast til:
Fjarskiftiseftirlitið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella sum teldupostur til:
fjarskiftiseftirlitid@ fjarskiftiseftirlitid.fo
og vera stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin
12. august 2013, kl. 12:00.
Í sambandi við setanina skal revsiváttan vísast fram.
Kundi tú hugsað tær at arbeitt við
spennandi KT-uppgávum innan
vinnufelagsskráseting og –eftirlit?
Hósdag 8. aug.
Stoktan høsnarunga
Kókað neyta kjøt
Knettir
Fríggjad. 9. aug. Lasagna • Rivjasteik
Hvítleyksfrikadellur
Leygard. 10. aug. Svínakambur
Mánad. 12. aug. Fiskafrikadellur
Gjørd hara
Týsdag 13. aug.
Rullisteik
Saltað neytakjøt
Mikudag 14. aug. Stoktur fiskur
Kjøtfrikadellur
Matskráin hesa vikuna
Matstovan í Hoyvík
Tel 660058
Frítt internet í matstovuni í Hoyvík
Retro-dagar
fyrst og fremst
www.in.fo